hósdagur 12. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2009
Um góðar tveir
mánaðir skal nýggja
kloakkskipanin í
Nólsoy vera liðug. Tá
verður alt spillvatn
leitt út á streymasjógv
UMHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna hev
ur seinastu árini arbeitt
miðvíst við at leiða allar
kloakkir út á streymasjógv.
Stórur partur av sjálvari
Havnini
hevur
fingið
nýggja kloakkskipan, og
fyri tveimum árum síðani
fekk Hestur eisini nýggjar
kloakkir.
Seinast er túrurin so
komin til Nólsoyar, og
síðani juni mánaði í fjør
hevur verið arbeitt við at
leggja nýggja kloakkskipan
í bygdini.
Arbeiðið er rættiliga um
fatandi og krevjandi, tí tað er
ikki allastaðni, at spillvatnið
náttúrliga rennur á sjógv.
Tað hevur verið neyðugt
at seta upp tríggjar pumpu
brunnar, fyri at pumpa
vatnið víðari í skipanini,
sigur Frank Hellisdal, sum
er arbeiðstakari.
Tað hevur eisini víst seg
at vera truplari at leggja
nýggju skipanina, tí neyðugt
hevur verið at brekka veitir
nar í nógv størri mun, enn
framman undan væntað.
Hetta hevur seinkað
arbeiðinum nakað og hevur
merkt, at vit hava verið
noyddir at arbeiða longri
dagar fyri at halda tíðarætl
anina, sigur Frank Hellisdal.
Landsstýrið boðaði fyri
nøkrum árum síðani frá, at
ein kunngerð var á veg um,
at eingin kloakk frá ár 2010
skuldi leiðast út í vágir og
havnir. Og hóast henda
kunngerðin ikki er sett í
gildi enn, og hóast tíðar
freistin
sambært
lands
stýriskvinnuni verður útsett,
hevur Tórshavnar kommuna
arbeitt sum um kunngerðin
longu hevði fingið gildi.
Og júst fyri at nýggja
kloakkskipanin skal kunna
leiðast út á streymasjógv, er
neyðugt við hesum pumpu
brunnunum.
Kloakkin verður leidd
norður um kirkjuna og út á
sjógv norðanfyri grótkastið,
sum er lagt út frá Kirkju
tanganum,
sigur
Frank
Hellisdal.
Hann sigur, at hóast nóls
oyarbygd kann tykjast lítil,
so er tað kortini langt um at
fara við einari kloakk
skipan.
Eg dugi ikki at siga,
hvussu long kloakkskipanin
er, men tað snýr seg um
kilometrar av rørum, sum
eru og skulu leggjast niður,
sigur Frank Hellisdal.
Nýggja
kloakkskipanin
skal bert taka ímóti spill
vatninum,
meðan
regn
vatnið framvegis skal renna
í verandi skipan.
Tað er Maskingrevstur
við Frank Hellisdal, sum ger
arbeiðið, meðan B.P Consult
hevur teknað og hevur
eftirlit við arbeiðinum.
Fýra og fimm mans hava
arbeitt við nýggju kloakk
skipanini, sum skal verða
liðug um mánaðarskiftið
mai/juni í ár.
Hugsa um umhvørvið
Vánaliga fiskaríið
við línuni hava fingið
fleiri av útróðrar
bátnum at leggja um
til snellu, og tað hevur
ligið hampiliga væl
fyri higartil
ÚTRÓÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fiskaríið hjá útróðrarbátun
um higartil í ár hevur slett
ikki verið so galið. Nøgdir
nar hava verið væl størri,
sum eru komnar upp á land,
men hinvegin hevur prísurin
verið »bedrøviligur«, sum
onkur sigur.
Ein av teimum, sum í
mong ár hevur róð út, er
Rúni Poulsen, sum saman
við bróðurinum Bárði eigur
38 fót AWIbátin Tóra.
Teir báðir hava verið úti
tær løturnar, tað hevur viðr
að, men hóast fiskiskapurin
hevur verið á einari heilt
góðari leið, so er ikki nær
til komið tað burtur úr, sum
tað átti.
Prísurin er í botni. Vit
fáa helvtina minni í meðal
fyri fiskin nú í mun til fyri
einum ári síðani, sigur Rúni
Poulsen.
Teir plagdu fyri nøkrum
árum síðani at leggja um til
snellu og vera á Norð
havinum ta vertíðina, men
tað hava teir iki gjørt sein
astu árini. Teir hava róð út
við línu alt árið. Men nú
hava teir so valt at leggja
um til snellu.
Tað vísir seg, sum
fiskurin bara stendur inni á
teimum økjum, sum eru
stongd fyri línuveiði, og í
teimum
kassunum
hava
bátar
havt
hampiligan
fiskiskap við snelluni. So
nú fara vit so at royna tað,
sigur Rúni Poulsen.
Tóra er »yvirdekkað« við
einari plastpresending í bak
borð, og fyri at sleppa und
an at taka hana niður, hava
teir bápir fingist við at flyta
hydraulikkin úr bakborði
yvir í stýriborð. Presendingn
lívir so væl, at tað í ríkiligan
mun vigar upp móti teimum
smátrupulleikum, ið stand
ast av at hava snellurnar í
stýriborð.
Nógv stongt
Veðurvánirnar eru so skift
andi, men tað verður so
helst eftir ættini vit fara.
Antin tað verður vesturum
ella á Norðhavið, sigur
Rúni Poulsen.
Bæði á Vesturhavinum og
á Norðhavinum er mestsum
alt stongt fyri línu allan
mars mánað, men tað ber
sum nevnt til at fiska við
línu, og sum skilst er
fiskiskapurin hampiligur.
Tað eru nakrir bátar, sum
royna við snellu. Við línuni
er tað soleiðis fyri tíðina, at
tú mást fáa minst 100 pund
upp á stampin fyri tað skal
loysa seg. Tað er so mikið
dýrt at rógva við línu, at við
teimum prísum, sum nú eru,
lønir tað seg slett ikki, um
ikki fiskiskapurin er um tey
100 pundini, sigur Rúni
Poulsen.
Tað eru eisini so ógvuliga
stór økir, sum eru stongd í
mars mánaði, bæði á Norð
havinum
og
í
Vestur
havinum.
Eysturi í Holinum er
næstan einasta staðið, tú
kanst fiska við línu í løtuni,
men tað er so ógvuliga
langt at sigla. Nú hava vit
so rigga til við snelluni, so
eg rokni við at vit fara
onkunstaðni í kvøld. Antin
tað so verður norðureftir
ella vestureftir fáa vit bara
at síggja. Í morgin sigur
hann gott veður, so tá kann
farast allastaðni, sigur Rúni
Poulsen.
Tað eru fleiri ár síðani
hann og bróðurin hava roynt
við snellu, men nú skal tað
so roynast aftur.
Fara at royna við snelluni
Rúni Poulsen – og bróðurin Bárður – hava lagt um til snellu, og
fara nú antin á Norðhavið ella í Vesaturhavið at royna, inntil
stongdu kassarnir lata upp aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað hevur víst seg neyðugt við nógv meiri
brekking enn framman undan roknað við
Mynd: Álvur Haraldsen
Vit verða 9 mia. í 2050
Í løtuni búgva 6,8 milliardir fólk á jørðini, og tíðliga í 2012
verða vit fleiri enn sjey milliardir. Tað sigur ST í einari nýggjari
frágreiðing, sum samstundis staðfestir, at við verandi gongd fer
fólkatalið í heiminum upp um níggju milliardir í 2050. Í dag
búgva 5,6 milliardir fólk í menningarlondunum, og hetta talið
verður 7,9 milliardir í 2050, tí fólkatalið í menningarlondunum
veksur tvær ferðir skjótari enn í teimum framkomnu londunum.
USA er tað landið, sum flest fólk flyta til og búseta seg í, meðan
grannalandið Meksiko er tað landið, sum flest fólk flyta úr og í
flestu førum júst til USA.
Tey flestu vilja hava Jóhonnu
Flestu íslendingar, sum hava áhuga fyri politiskum viðurskiftum,
halda, at Jóhanna Sigurðardóttir skal stilla upp til formansvalið í
Samfylkingini. Ein kanning hjá Fréttablaðnum vísir, at 55,3
prosent av teimum spurdu vilja hava Jóhonnu at stilla upp, og 26,3
prosent halda, at Dagur B. Eggertsson eigur at taka við sum
formaður, nú Ingibjørg Sólrún Gísladóttir fer frá. Onnur, sum hava
verið nevnd sum møguligur formaður, fáa nógv minni undirtøku.
Av veljarunum hjá Samfylkingini vilja 56 prosent hava Jóhonnu
Sigurðardóttir til formann, og 33,6 prosent vilja hava Dag B.
Eggertsson, skrivar Vísir.