mikudagur 3. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 190 - 3. oktober 2001
Nr. 190 - 3. oktober 2001
3
Hóast nýggja Ågot er
30 ára gomul, minnir
skipið mest um ein
nýbygning. Bæði tá
talan er um arbeiðs-
umstøðurnar og
trivnaðin umborð, er
talan um stórt fram-
stig fyri manningina
SKIP
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Manningin um-
borð á Ågot fær nú heilt
aðrar umstøður til arbeiði
og hvíld, tá teir eru úti.
Sunnukvøldið
kom
nýggja Ågot til Klaksvíkar,
og hóast talan er um 30 ára
gamalt skip, minnir tað
mest um ein nýbygning, tá
hugsað verður um umstøð-
urnar umborð á føroysku
línuskipunum.
– Vit hava gjørt eitt gott
keyp. Skipið er í sera góð-
um standi, og tað er sum at
koma umborð á eitt nýtt
skip, sigur Hjaltur Poulsen,
sum er skipari og ein av
eigarunum.
– Vit hava síðani mai
mánað arbeitt við at keypa
hetta skipið. Tað hevur ver-
ið nógv at fingið upp á
pláss, men nú er tað huga-
ligt at hava fingið skipið
heim, sigur hann.
Nógv fólk var og tók
ímóti nýggju Ågot, tá hon
kom til Klaksvíkar sunnu-
kvøldið. Fýrverkið varð
brostið, og nógv fólk vitj-
aðu umborð.
– Tað kom óvart á okk-
um, at vit skuldu fáa so
góða móttøku, men tað eru
vit fegnir um, og vit takka
øllum, sum hava sent okk-
um blómum og sum annars
hava tikið so væl ímóti
skipinum, sigur Hjaltur.
Dirvið
Mitt í ringastu kreppuárun-
um, í 1993, keyptu Pouls-
en-brøðurnir, við Pól Eyð-
finni á odda, línuskip.
Hóast samfelagið var í
kreppu, tordu teir at gera
íløguna, og síðani hava teir
drivið á fyri at fáa tað at
bera til.
Pól Eyðfinn mistu teir, tá
Ågot fekk ein sjógv í ill-
veðri fyri næstan tveimum
árum síðani, og tað er týðu-
ligt, at hinir báðir brøðurn-
ir, sum hava verið við Ågot
meginapartin av tíðini,
høvdu ynskt, at Pól Eyð-
finn kundi havt upplivað
løtuna, nú teir koma við
einum nýggjari og snøgg-
um skipi til Klaksvíkar.
Nú eru tað brøðurnir
Hjaltur og Eyðstein, sum
saman við einkjuni eftir Pól
Eyðfinn,
Simonu,
eiga
Ågot.
Nýggja skipið kostar 12
milliónir, men gamla Ågot
er seld fyri tríggjar millión-
ir. Hon fer av landinum
síðst í hesum mánaðinum,
og tá skuldi nýggja skipið
verið klárt at farið til fiski-
skap. Tí kemur eingin
steðgur í raksturin, og tað
eru tey væl nøgd við.
Sjónvarp á hvørjum
kamari
Nýggja Ågot skal brúkast
bæði til línuveiði og garna-
veiði. Um summarið er
Ågot við gørnum, meðan
teir leggja um til línu, tá
komið er út á heystið.
– Umborð á hesum skip-
inum verða arbeiðsumstøð-
urnar munandi betri. Vit
hava nógv betri pláss at ar-
beiða í á dekkinum, og vit
hava eisin fingið garna-
spæl, sum gera arbeiðs-
gongdina munandi lættari,
sigur Eyðstein Poulsen.
– Vit eru vanir við, at vit
ganga um alt skipið í ar-
beiðsklæðum, og tað er lítil
munur á, nær vit hava frí,
og nær vit arbeiða. Men tað
verður øðrvísi her umborð.
Her er uppihaldsrúmið sum
ein stova heima við hús, og
tí kemur eitt mark millum
arbeiði og frítíð, sigur
hann.
Manningarrúmini eru í
góðum standi, og á hvørj-
um einasta rúmi er fylgis-
sveinasjónvarp, har menn-
inir kunnu skifta millum
fleiri rásir.
– Tað verður munur á at
fara til skips við hesum
skipinum, tí umstøðurnar
eru so nógv betri. Vit hava
trivist sera væl umborð á
gomlu Ågot, men tað er
einki at ivast í, at umstøð-
urnar eru munandi betri her
umborð, sigur Eyðstein
Poulsen.
Manningin skal
trívast
Hjaltur og Eyðstein halda,
at tað er neyðugt at betra
um umstøðurnar hjá mann-
ingini, skulu teir fram-
haldandi fáa gott fólk við.
– Nógvir av trolarunum
hava sera góðar umstøður
umborð,
meðan
gomlu
línuskipini ikki hava somu
møguleikar. Tí eru vit sera
fegnir um at hava fingið
hetta skipið, her vit kunnu
bjóða monnunum góðar
umstøður, bæði tá teir ar-
beiða, og tá teir halda frí,
sigur Hjaltur Poulsen.
– Sjómenn hava ikki akk-
urát runnið eftir kjansi um-
borð á línuskipunum, men
kanska kunnu vit broyta
gongdina eitt sindur við at
fáa betri línuskip í flotan.
Tú skalt kunna bjóða góð-
um fólki góðar umstøður,
og tað haldi eg, at vit klára
umborð á nýggju Ågot, sig-
ur Eyðstein.
Nýggja Ågot er bygd í
1970, men skipið var høv-
uðsumvælt
við
góðum
fimm árum síðani, og tað er
í sera góðum standi.
Nakrar smærri umvæl-
ingar skulu gerast umboð á
Ågot, áðrenn skipið vænt-
andi fer til fiskiskap fyrst í
komandi mánaði.
Tað er munur á skipum
Brøðurnir Hjaltur og
Eyðstein Poulsen á brúnni á
nýggju Ågot, sum teir eru
sera væl nøgdir við
Nýggja Ågot er bygd í 1970, men umstøðurnar umborð eru at líkna saman við ein nýtt skip
Formaðurin í Reiðara-
felagnum, Jákup Sólstein,
vitjaði umborð á Ågot
mánadagin, og hann lat væl
at umstøðunum umborð
Pól Eyðfinn Poulsen, sum var drívmegin, tá Poulsen-brøðurnir
keyptu gomlu Ågot í 1993, hevur fingið pláss á vegginum í
upphaldsrúminum. Pól Eyðfinn fór fyri tveimum árum síðani,
tá Ågot fekk ein sjógv
C
M
Y
K
3
2