mikudagur 3. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 190 - 3. oktober 2001
Nr. 190 - 3. oktober 2001
5
– Frustrasjónirnar,
vit síggja í
fólkaskúlanum í dag,
koma fyri ein stóran
part av, at allir
næmingar skulu
integrerast í sama
skúla. Tað er
veruleikafjart at
halda, at øll børn
kunnu integrerast. Tí
eiga vit at gera deplar
til børn, sum fella
uttan fyri skúlan,
sigur Jógvan á
Lakjuni, formaður í
mentunarnevnd
Føroya Løgtings
SKÚLIN
Turið Kjølbro
– Sum politikarar hava vit
skyldu til at kunna okkum
um ymisk viðurskifti, og
ein slík ferð sum hendan
víðkar avgjørt sjónarringin,
sigur Jógvan á Lakjuni,
formaður í mentunarnevnd
Føroya Løgtings.
Mentunarnevndin
hjá
Løgtinginum er júst aftur-
komin av kunningarferð í
Svøríki og Danmark. Í
Stokkhólmi og Linkøping
hevur nevndin kunnað seg
um KT-útbúgvingar, og í
Keypmannahavn
hevur
nevndin vitjað tveir skúlar.
Endamálið við hesum part-
inum av túrinum var at fáa
kunning í, hvussu danir
leggja til rættis skúla-
gongdina hjá børnum við
serligum tørvi, í og uttan
fyri skúlaaldur, og hvørjar
ætlanir eru fyri framman
hesum viðvíkjandi. Og sum
skilst á formanninum í
mentunarnevndini
hava
danir
nøkulunda
somu
trupulleikar at dragast við,
tá ið tað snýr seg um børn
við serligum tørvi.
– Tað er mangan ringt at
gera av, um ein næmingur
skal inn í ein flokk ella
ikki. Í so máta er støðutak-
anin til hendan spurningin
líka trupul niðri sum her,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Serskúli og fólkaskúli
Skúlarnir, mentunarnevnd-
in vitjaði, vóru rættiliga
ymiskir. Tann fyrri var ein
serskúli til næmingar við
sálarligum og likamligum
breki, harav nógvir vóru
rættiliga sjúkir.
– Danir hava sum eitt
stórt samfelag nógv øðrvísi
og betri møguleikar at
savna børn við serligum
tørvi í deplar. Serskúlin, vit
vitjaðu, eigur amtið og mær
kunnugt rindar amtið eisini
raksturin av honum, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Hin skúlin, mentunar-
nevndin vitjaði, var ein
vanligur fólkaskúli við um-
leið 600 næmingum. Hetta
svarar til størsta skúlan í
Føroyum. Hesin skúlin
hevur umframt vanliga
integrering, eina deild til
næmingar, sum fella uttan-
fyri annaðhvørt vegna ser-
ligan sálarligan ella likam-
ligan tørv.
– Henda loysnin kundi
verið nýtilig í Føroyum.
Annaðhvørt at brúkt part av
einum skúla ella ein skúla
burturav í einum øki til
næmingar við serligum
tørvi. Frustrasjónirnar, vit
síggja í fólkaskúlanum í
dag, koma í øllum førum
fyri ein part av, at allir
næmingar skulu integrerast
í sama skúla. Tað er veru-
leikafjart at halda, at øll
børn kunnu integrerast.
Jógvan á Lakjuni hevur
fyrr tosað fyri at gera ser-
ligar deplar til børn við ser-
ligum tørvi.
– Prinsippið, at skúlin er
fyri øll, bagir einki, men vit
mugu síggja í eyguni, at tað
altíð vera næmingar, sum
fella uttanfyri so ella so. Tí
er eftir mínum tykki skila-
gott at gera smærri deplar,
eitt nú ein depil fyri hvørt
stórt øki í Føroyum. Eina
liðiliga skipan sum eigur at
verða tillagað tørvin til eina
og hvørja tíð. At børn sum
hava serligan tørv ikki hava
eitt alternativ sum er, er
ógvuliga spell, og eg dugi
ikki at síggja, at vit ikki eis-
ini kunnu gera slíkar eindir
her.
Aktuelt
Grundin til, at mentunar-
nevndin hevur verið uttan-
lands og fingið kunning um
spurningin, hvat tilboð
børn við serligum tørvi
eiga at fáa, er tí, at hesin
spurningurin er ógvuliga
aktuellur í løtuni.
– Tað vísir seg vera ógvu-
liga stór ónøgd, ikki bert
innan fólkaskúlan, men
eisini millum foreldur, sum
eiga børn við serligum
tørvi. Viðurskiftini í Føroy-
um eru ikki nøktandi sum
er. Henda kunningarferðin
hevur saman við vitjanini á
Sernámsdeplinum undan
uttanlandsferðini,
givið
okkum eitt betri innlit og
ger okkum betur før fyri at
viðgera henda spurningin.
Ikki minst, tá ið tilmælið
um sernámsfrøði kemur til
aðalorðaskifti í tinginum.
Møguliga hevði verið líka
skilagott at vitjað eitt minni
samfelag, sum líkist meiri
okkara. Hinvegin sóu vit í
Keypmannahavn, at tey
hava somu trupulleikar sum
vit hava, sigur Jógvan á
Lakjuni at enda í viðtali.
Deplar til børn við serligum tørvi
– Stór ónøgd er, ikki bert
innan fólkaskúlan, men eisini
millum foreldur, sum eiga
børn við serligum tørvi. Við-
urskiftini í Føroyum eru ikki
nøktandi sum er, sigur Jógvan
á Lakjuni, formaður í men-
tunarnevnd Føroya Løgtings.
Mánadagin verður
fólkaatkvøða á Skála
um samanlegging við
Runavíkar kommunu.
Borgarstjórin, Kári
Johannesen, mælir
borgarum sínum at
greiða atkvøðu fyri
samanlegging, tí tað er
einasta leiðin framá.
Rodmundur Nielsen,
borgarstjóri í Runavík,
er eisini heitur
forsprákari fyri eini
sameindari kommunu
SAMANLEGGING
Stefan í Skorini
Borgarstjórin
á
Skála
heldur, at einki annað
munagott alternativ er til
eina samanlegging, sum er
besta loysnin. Framtíðin
liggur í stórum eindum og
eini sameindari kommunu á
Skálafjørðinum.
– Einasta gongda leiðin
hjá Skála er at leggja saman
við Runavíkar kommunu,
sigur Kári Johannesen, sum
leggur afturat, at tað hevur
gingið stak illa hjá Skála
kommunu seinastu árini, og
henda gongdin kann vend-
ast, um lagt verður saman.
Hansara vón er, at íløgu-
karmurin soleiðis kann
økjast.
Mánakvøldið var borg-
arafundur í ítróttarhøllini á
Skála,
har
bygdaráðið
kunnaði borgarar á Skála
um samanleggingina, sum
verður veruleiki, um bygd-
arfólkið tekur undur við
henni.
Bygdaráðið hevur sett ta
treyt, at minst 2/3 av teim-
um, sum greiða atkvøðu,
skulu vera fyri. Um meiri-
lutin er minni enn 2/3,
verður samanleggingin av
ongum. Bygdarfólkið hev-
ur ta fatan, at tað verður ein
meiriluti fyri samanlegg-
ingini, men spurningurin
er, um hesin meirilutin
verður nóg stórur.
Fólkaatkvøðan á Skála
verður mánadagin 8. ok-
tober
og
í
Runavíkar
kommunu dagin eftir tann
9.
oktober.
Um
bæði
bygdaráðini fáa stuðul fyri
síni ætlan, so verður sátt-
máli undirskrivaður miku-
dagin 10. oktober.
Samanleggingin verður
framd í verki beint eftir
næsta
kommunuval
1.
januar 2005, og hesin sátt-
málin kann ikki sigast upp.
Betri tænastu
Á borgarafundinum varð
roynt at sannføra borgar-
arnar um, at samanlegging
er besta loysnin. Sáttmálin,
ið bygdaráðini saman við
Christiani Andreasen hava
gjørt, varð lagdur fram, og
hann legði upp til eitt størri
samstarv millum bygdirnar.
– Vit meta okkum standa
sterkari í kappingini við
Havnina, um vit eru saman
við eini aðrari kommunu.
Vit standa eisini sterkari í
kappingini um arbeiðs-
pláss, tá vit eru saman við
Runavíkar kommunu, segði
Kári Johannesen á borg-
arafundinum. Hann vænt-
aði eisini, at bygdin fór at
fáa fleiri arbeiðspláss eftir
samanleggingina.
Lagt varð upp til, at
borgarin fór at fáa eina
betri tænastu í eini sam-
eindari kommunu. Dentur
varð eisini lagdur á, at fleiri
samanleggingar
óivað
standa fyri framman, og tí
er tað umráðandi hjá Skála
at vera við frá byrjan, so
bygdin kann hava ávirkan á
framtíðar samanleggingar á
Skálafjørðinum.
Ein bygdaráðslimur í
Runavík vildi vera við, at
henda samanleggingin fór
at fáa eina domino-ávirkan.
Tá henda samanleggingin
varð framd, fóru hinar
kommunurnar
at
koma
aftaná, so at Skálafjørðurin
fór at vera ein stórkomm-
una.
Skála liggur eftirá
Nakrir av áhoyrarunum
vóru ikki so heitir fyri sam-
anleggingini sum tey í
pallborðinum.
Onkur vildi vera við, at
Skála fór at liggja eftirá í
einum samstarvi við eina
størri kommunu, og at
bygdin ikki fór at fáa
nakrar fyrimunir av sam-
anleggingini. Hesum vístu
bæði Rodmundur Nielsen
og Kári Johannesen aftur.
Teir vilja vera við, at báðar
kommunurnar í framtíðini
kunnu samskipa sínar íløg-
ur á skilabetri, og á henda
hátt kunnu tær spara fleiri
milliónir.
– Alt fleiri uppgávur
verða lagdar út til komm-
unurnar at umsita, og tí er
tað betri at vera saman í
størri eindum. Soleiðis
betra vit umsitingarligu
tænastuna í kommununum,
segði Kári Johannesen.
Bygdaráðslimirnir
á
Skála hava samtykt at
leggja uppskotið fyri á
fólkaatkvøðu, men sum
skilst eru allir ikki persón-
liga fyri eini samanlegging.
Í nýggja býráðnum verða
ellivu fólkavald umboð, og
har kunnu skálabúgvar
vænta at fáa trý umboð, um
tey standa saman um síni
valevni. Samstundis sum
býráðslimir verða valdir,
skal fólkið eisini velja eina
Skálanevnd. Umboð í hesi
nevnd kunnu ikki sita í
býráðnum
samstundis.
Henda nevndin skal arbeiða
saman við býráðnum um
viðurskifti á Skála. Býráðið
skal hava høvuðssæti á
Saltangará,
men
ein
skrivstova skal eisini vera á
Skála. Eingin í umsitingini
verður
uppsagdur
eftir
samanleggingina.
Á Skála búgva í dag 665
fólk, og í Runavíkar komm-
unu búgva 2506 fólk. Hesi
verða
savnað
í
eina
kommunu, um fólkið sigur
ja á atkvøðugreiðslunum.
Framtíðin liggur í einum
sameindum Skálafjørði, og
tað er endaliga málið hjá
teimum, sum standa fyri
hesi ætlanini.
Eivind Jacob-
sen, borgarstjóri
á Strondum:
– Eingin
fyrimunur
við saman-
legging
Tað hevði verið
meira upplagt
hjá Skála at
leggja saman við
Strondum held-
ur enn Runavík,
men borgar-
stjórin á Strond-
um er ikki so
heitur fyri
samanlegging.
Tað er tvætl at
tosa um kapping
við Havnina,
heldur hann
SAMANLEGGING
Stefan í Skorini
– Eg havi enn ikki
fingið
nóg
góðar
grundgevingar fyri,
at tað er betri at
leggja kommunurnar
við Skálafjørðin sam-
an, sigur Eivind Ja-
cobsen, sum hevur
verið borgarstjóri á
Strondum síðan val-
ið.
Hann heldur, at tað
ber ikki til at tosa um
at kappast við mið-
staðarøkið, tí munur-
in er somikið stórur,
at tað er líka mikið,
um kommunan telur
2000
ella
4000
íbúgvar.
– Smærru komm-
unurnar skulu ikki
apa sær eftir Havnini,
men tær skulu finna
uppá okkurt annað
alternativ.
Hann leggur aftur-
at, at orsøkin til sam-
anlegging
er,
at
kongaríkið hjá onkr-
um er ov lítið, og tí
vilja teir leggja meira
inn undir seg. Eivind
er eisini bangin fyri,
at alt fer at enda í
Runavík,
og
at
smærru plássini ger-
ast taparar.
Enn hevur eingin
fríggjað til Strendur
um hjúnaband. Ei-
vind fer ikki at venda
einum slíkum upp-
skoti bakið beinan-
vegin, men hann skal
hava frægari grund-
gevingar enn hesar.
Samanlegging er leiðin framá
Stórur áhugi var fyri
fundinum í ítróttarhøllini á
Skála, har borgarar vórðu
upplýstir um ætlanina við
samanleggingini
Mynd: Stefan í Skorini
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála, vilja fegnir leggja báðar
kommunurnar saman. Báðir verða so ikki borgarstjórar eftir næsta val
Mynd: Stefan í Skorini
C
M
Y
K
5
4