mikudagur 3. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 190 - 3. oktober 2001
Nr. 190 - 3. oktober 2001
7
Atli Hansen
Gøtu 01.10.01
Einaferð í summar ilsk-
aðist landsstýrismaðurin í
heilsu- og almannamálum
nógv inn á verkamanna-
feløgini, tí tey dittaðu sær
at at hava eina kritiska
meining um tað eftir-
lønaruppskotið, sum var
væntandi úr landsstýr-
inum. Landstýrismaðurin
helt, at eingin kundi hava
nakra meining um hetta, tí
einki varð komið út um,
hvat tað snúði seg um.
Onkur annar helt, at
kanska var einki at hava
nakra meining um yvir-
høvur.
Men verkamannafeløg-
ini høvdu fingið frænir av,
at uppskotið úr heilsu- og
almannastýrinum helst fór
at vera ein uppafturtøka
av einum gomlum upp-
skoti frá Fólkaflokkinum
og hesum mótmæltu tey
hvassliga. Og helst hevur
snevilin verið í lagi hjá
Ingeborg Vinther & Co.
Á ferð í Danmark í
farnu viku kundi eg í
bløðum har lesa um, hvat
hetta snúði seg um og nú
eisini heimafturkomin á
tekstvarpinum hjá DR 1
og DR 2. Men havi enn
einki sæð í okkara egnu
miðlum.
Undir
yvirskriftini
"Færøerne
afskaffer
folkepensionen" fáa vit at
vita, at landsstýrismað-
urin í arbeiðsmarknaðar-
málum (hetta skal helst
vera heilsu- og almanna-
málum) síðst í oktober fer
at leggja fram uppskot í
løgtinginum um avtøku av
fólkapensiónini og í stað-
in at innføra eitt avgjald
upp á 10 % av øllum
arbeiðsinntøkum
til
fígging av einari eftir-
lønarskipan.
Tann
fólkapensións-
skipan, sum varð gjørd í
1958, man ver ein tann
størsti og mest týðandi
steinur, íð lagdur hevur
verið undir okkara væl-
ferðarsamfelag.
Bert
spell, at hesin steinur
eisini skuldi gerast tann
ringast røkti í hesi skipan.
Men bert tað, at hann er
illa røktur, er ikki nóg
sannførandi grundgeving
fyri at taka hann burtur úr
skipanini aftur.
Fólkapensiónin er ein
solidarisk skipan, sum
uttan mun til okkara
gjaldførleikar í abeiðs-
lívinum
letur
okkum
øllum ta somu trygd
útaftur, tá íð vit einaferð
gevast at arbeiða og fara
inn í okkara 3. aldur.
Hetta er ein góð og ein-
fald skipan, sum verður
fíggjað yvir okkara skatt,
men tíverri hevur upp-
hæddin ikki verið dagførd
og tí tikist tað møtimikið
at fara undir hesa dag-
føring í einum. Men
landið hevur møguleika
fyri hesum nú og eigur
hetta tí at verða álvarsliga
umhugsað.
Í uppskoti til fíggjarlóg
fyri ár 2002 er avsett 335
mió. kr. til fólkapensión.
Henda upphædd gevur í
meðal til hvønn fólka-
pensiónist uml. kr. 4.600
um mánaðan ella uml. kr.
55.000 um ári. Hetta er alt
ov lítið. Ein fólkapensión-
istur eigur sum minimum
at fáa kr. 100.000 um ári.
Hetta krevur, at vit avseta
uml. 265 mió. kr. meira
ella íalt kr. 600 mió. á
fíggjarlógina til fólkapen-
siónsendamál. Sambands-
flokkurin hevur fyrr víst
á, hvussu vit kunnu finna
uml. 70 mió. kr. Restin er
minni enn ein triðjingur
av teimum yvirskotum,
sum 3 tey seinastu árini
eru beind av vegnum til
fullveldisendamál, so tað
eigur ikki at vera nakar
trupulleiki at finna pen-
ingin.
Fólkapensiónin eigur
ikki at vera rørd sum skip-
an, men harafturímóti at
verða styrkt við játtan til
størri útgjald, sum skal
vera tað sama fyri øll -
uml. kr. 100.000 um ári til
hvønn + dýrtíðarviðbót.
Hevur onkur hug og
møguleika fyri at tryggja
seg út yvir eina sámuliga
fólkapensión, so skal tað
sjálvandi
vera
einum
hvørjum frítt og helst
eigur samfelagið at spæla
við her við lagaligum
treytum.
VIÐMERKINGAR
Skal fólkapensiónin
avtakast ?
Anfinn Kallsberg,
løgmaður, og Jóannis
Nielsen, tingmaður
fyri Fólkaflokkin vísa
á, at tað sambært
útrokningum í
framtíðini verður
ógjørligt at rinda
pensjónirnar yvir
skattin
EFTIRLØNIR
Heri á Rógvi
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, hevur í sambandi
skrivingina um fólkapen-
sjónina í Sosialinum í gjár
nakrar viðmerkingar til
málið. Anfinn Kallsberg
vísir á, at fólk endiliga ikki
mugu skilja málið soleiðis,
at fólkapensjónin verður
tikin frá teimum, sum í dag
fáa hana.
Løgmaður og Jóannis
Nielsen, tingmaður, vísa á,
at útrokningar vísa, at tað í
framtíðini fara at vera um
10.000 pensjónistar í Før-
oyum. Sum nú er talið á
pensjónistum í Føroyum
um 6.000.
- Sum nú er talið av skatt-
gjaldarum fyri hvønn pen-
sjónist fimm, men í 2040
vísa útrokningar, at lutfalli
fer at vera ein pensjónistur
fyri hvørjar tríggjar skatt-
gjaldarar, sigur Jóannis
Nielsen, tingmaður fyri
Fólkaflokkin.
Hetta
metir
Jóannis
Nielsen vera ein so mikið
álvarsom støða, at tað skulu
stig takast longu beinan-
vegin.
Eisini løgmaður vísir á,
at við tíðini vil gerast sera
kostnaðarmikið at gjalda
pensjónirnar yvir skattin, at
okkurt má gerast.
- Loysnin má vera, at fólk
fara at spara saman á egn-
um føti og gjørdar verða
skipanir til eftirlønir, sum
ikki hvíla á landskassanum,
men hetta merkir ikki, at vit
ætla at avtaka fólkapen-
sjónina nú ella í framtíðini,
sigur Anfinn Kallsberg.
Skattalætti
Anfinn Kallsberg vísir á, at
hetta verður ein longri
gongd, men byrja kann
verða í smáum. Enn er
málið ikki komið somikið
ávegis, at tað er greitt, hvar
eftirlønirnar verða savnað-
ar. Vandan við stórum
pensjónsgrunnum kennir
Anfinn Kallsberg eisini
væl vandan við stórum
pensjónsgrunnum.
Jóannis Nielsen sigur, at
Fólkaflokkurin leingi hevur
arbeitt fyri, at skal tann
einstaki fáa meira burturúr
eftirløni, so verðu eisini
neyðugt við privatum eftir-
lønarskipanum. Á henda
hátt verður rúm skapt á
fíggjarlógini, sigur Jóannis
Nielsen.
Jóannis Nielsen sigur, at
aðalendamálið við nýggja
leistinum er, at meira rúm
skal gerast fyri teimum
veikastu.
- Fakfeløgini hava sovið í
tímanum, í spurninginum
um eftirlønir, sigur Jóannis
Nielsen.
Jóannis Nielsen heldur
fyri, at útreiðslarnar í fram-
tíðini til pensjónir fara at
hava við sær størri skatta-
trýst, og hetta ger tað
trupult hjáføroyska samfe-
lagnum.
- Fólkaflokkurin vísir
eins og áður á, at ein
skattalætti ein besta am-
boðið, soleiðis at fólkið fær
meira at liva av, sigur
Jóannis Nielsen.
Fylgjurnar í dag verða
væntandi, at fólk kanska
longu nú fara at byrja at
spara upp. Eisini vil Jóann-
is Nielsen rósa Sámal
Peturi í Grund fyri at hava
fingið málið so langt.
Kallsberg um fólkapensjónina:
– Hon verður ógjørlig
at gjalda í framtíðini
Anfinn Kallsberg heldur tað
vera neyðugt at skipa partar
av eftirlønunum uttan um
landskassan, men hann við í
framtíðini varðveita
fólkapensjónsskipanina
– Fakfeløgini hava sovið í tímanum, í spurninginum um eftirlønir, sigur Jóannis Nielsen
Uppskot til samtyktar
frá tingmonnum úr
fleiri flokkum um
samhaldsfastan
eftirlønargrunn hjá
fakfeløgum liggur í
Løgtinginum.
Tjóðveldisflokkurin
tekur í prinsippinum
undir við samhalds-
føstu hugsjónini. Men
hædd má takast fyir,
at samgongan eisini
arbeiðir við pensións-
málum, sigur for-
maður floksins á tingi
EFTIRLØN
Edvard Joensen
Á løgtingsfundi í dag kem-
ur uppskot til samtyktar um
samhaldsfastar eftirlønar-
grunnar hjá fakfeløgunum
til fyrstu viðgerð. Løg-
tingsmenn úr bæði and-
støðu og samgongu standa
aftanfyri. Tó kann tað
ávirka, at samgongan eisini
arbeiðir við eftirlønum,
sigur formðaur Tjóðveldis-
floksins á tingi.
Hóast Sámal Petur í
Grund, landstýrismaður við
almannamálum, í løtuni
arbeiðir við eftirlønarskip-
anum, hevur Finnur Helms-
dal, løgtingsmaður Tjóð-
veldisfloksins, verið við til
at leggja uppskotið til sam-
tyktar fyri tingið.
Finnur
Helmsdal
er
burturstaddur í løtuni, og
eydnaðist tí ikki at fáa
viðmerking frá honum um
málið.
Men Heini O. Heinesen,
formaður Tjóðveldisflok-
sins á tingi, sigur, at Tjóð-
veldisflokkurin í prinsipp-
inum
tekur
undir
við
samhaldsføstu hugsanini,
og at hann einki sær til
hindurs fyri, at hetta upp-
skotið kann samtykkjast.
Hinvegin vísir hann á, at
Tjóðveldisflokkurin er í
samgongu, og at ein lands-
stýrismaður í samgonguni
arbeiðir við málum á júst
sama øki, sum tí, uppskotið
fevnir um.
Fakfelagsgrunnar
Grundin til, at uppskotið er
lagt fyri tingið, sigur Hans
Pauli Strøm, tingmaður
Javnaðarfloksins, sum er
ein av uppskotsstillarunum,
er tann, at fakfeløgini fingu
ikki loyvi at skipa sínar
eftirlønargrunar, sum tey
vildu sjálv.
Forðingin liggur í løg-
tingslóg um tryggingar-
virksemi, sum ikki loyvir
slíkum feløgum at skipa
eftirlønargrunnar fyri limir
sínar, sigur hann. Hesum
hava fakfeløgini mótmælt.
Í viðmerkingunum til
uppskotið til samtyktar,
sum í dag verður viðgjørt
fyrstu ferð í tinginum, siga
uppskotsstillararnir, at tað
er ein trupulleiki fyri fleiri
fakfeløg, at tey iki fáa loyvi
at skipa eftirlønargrunnar á
einum
samhaldaføstum
grundarlagi.
Serliga eru tað feløgini
hjá teimum tímaløntu, sum
koma tvørt fyri av hesum,
verður sagt. Men feløgini
vilja hava slíka skipan, tí
hon gagnar limum teirra
best, siga tey.
Tað, sum forðar fakfeløg-
unum í at hava slíkar eftir-
lønargrunnar, er lógin um
tryggingavirksemi. Hendan
lóg ásetir heimildina at
reka
eftirlønargrunnar.
Men samstundis veðrur
sagt, at tey feløg ella
stovnar, sum reka slíkar
grunnar, eisini skulu lúka
tær tryggingartretir, sum
hendan lóg ásetir, fyri at
verða góðkendir.
Og her kemur so tann
veruligi trupulleikin hjá
fakfeløgunum, nevniliga, at
tryggingarlógin bara góð-
kennir eftirlønarskipanir á
privatrættarligum grundar-
lagi, meðan fakfeløgini
vilja hava samhaldsfastar
eftirlønir.
Musketerar
Tá lógarheilild ikki er fyri
at
gera
samhaldsfastar
eftirlønargrunnar - ein fyri
allar, og allir fyri ein - har
alt inngjaldið fer í eina
pulju, sum so verður goldið
javnstórt útaftur, so er bara
at broyta lógina, halda
tingmenninir Hans Pauli
Strøm, Jenis av Rana,
Finnur Helmsdal og Marjus
Dam.
At ein stjóðveldisting-
maður stendur aftan fyri
eitt slíkt uppskot, sam-
stundis sum samgingan
arbeiðir við pensiónsmál-
um, órógvar ikki formann
Tjóðveldisfloksins á tingi.
Heini O. Heinesen sigur,
at bæði hann sjálvur og
Tjóðveldisflokkurin sum so
tekur
undir
við
sam-
haldsføstu
hugsjónini.
Hann metir eisini, at tað
man vera tann heilt stóri
parturin av tinginum, sum
ger tað, tá vit nú síggja, at
eisini Sambandsflokkurin
er farin at leggja uppskot
fyri tingið um pengar í
skipanina.
Sjálvur sigur Heini O.
Heinsesen, at tann sam-
haldsfasta skipanin er tann
pensiónsskipan, sum skjót-
ast fer at virka og merkjast
hjá tí, sum skal hava út-
gjald.
Heini O. Heinesen lovar
at geva uppskotinum posi-
tiva viðgerð, um tað kemur
í Vinnunevndina, har hann
er formaður.
Hann dugir ikki at síggja,
at Tjóðveldisflokkurin ikki
kann taka undir við upp-
skotinum. Tað er bara tað,
at flokkurin situr í sam-
gongu, sum bindur, sigur
formaður Tjóðveldisflok-
sins á tingi.
Samgongan bindur
Hóast Sámal Petur
í Grund, lands-
stýrismaður, í gjár
segði við Sosialin,
at fólkapensiónin
skal strikast, sigur
hann í dag, at hon
verður verandi
FÓLKAPENSIÓN
Edvard Joensen
Fólkapensiónin verður
verandi, til vit hava fing-
ið eina aðra skipan, sum
er nógv betri, til at loysa
hana av.
Tað sigur Sámal Petur
í Grund, landsstýris-
maður við Almanna- og
Heilsumálum, í tíðinda-
skrivi, hann í dag hevur
sent sum viðmerking til
tað, hann sjálvur segði í
gjár um at strika fólka-
pensiónina.
Fólkapensiónin
fer
eisini fleiri á fram í
tíðina at verða álitið hjá
teimum
føroyingum,
sum bara hava hana at
líta á, sigur Sámal Petur
í Grund.
Sámal Petur í Grund
sigur í tíðindaskrivinum,
at fólkapensiónin hevur
verið til viðgerðar alt
hetta valskeiðið og fer
helst at verða tað í øllum
førum til eftir komandi
løgtingsval.
Hann sigur, at sitandi
samgonga hevur hækk-
að pensiónirnar mun-
andi, men at tað bara eru
teir pensionistar, sum
onga viðbót hava afturat
fólkapensiónini,
sum
hava merkt nakað muna-
gott til hesa hækking.
Tvungin skipan
Umframt
fólkapen-
siónina hevur samgong-
an arbeitt við uppskoti
um eina tvungna eftir-
lønarskipan, sigur Sám-
al Petur í Grund.
Ymsar grundir eru
fyri hesum arbeiði, sigur
landsstýrismaðurin. Ein
er, at stórur partur av
arbeiðsmarknaðinum
hevur tryggjað sær eina
arbeiðsmarknaðareftir-
løn, eins og eitt nú po-
litikararnir eisini hava,
sigur hann.
Ein onnur grund er
samansetingin av ald-
ursbólkunum í landin
um, sum vísir, at tað
gerast alsamt fleiri eldri
fók í landinum. Verður
einki gjørt her, fáa vit
um stutta tíð stættarmun
millum
pensionistar,
sigur Sámal Petur í
Grund.
Verður verandi
Lógaruppskotið
hjá
Sámali Peturi í Grund
fer at tryggja øllum
teimum, sum eru á
arbeiðsmarknaðinum
eina eftirløn, sum svara
til 70 prosent av tí, tey
vinna á arbeiðsmarkn-
aðinum, sigur hann.
Men tað merkir ikki,
at fólkapensiónin verður
strikað, sigur hann, og
leggur afturat, at hann
vónar, at tað eisini í
framtíðini veðrur pláss
fyri henni á fíggjar-
lógini.
Fólkapensiónin skal
bara skifta navn, leggur
Sámal Petur í Grund,
landstýrismaður,
eina
við.
Tað, sum um ræður er,
at pensiónin hækkar, og
so er líkamikið, hvussu
barnið eitur, sigur Sámal
Petur í Grund, landsstýr-
ismaður í tíðindaskriv-
inum, hann sendi Sosial-
inum í gjár.
Fólkapensiónin
verður verandi
Hóst Sámal Petur í Grund
í gjár segði, at fólka-
pensiónin skal strikast,
sigur hann í dag, at tað
skal hon kortini ikki
Heini O. Heinesen tekur
undir við samhaldsføstu
hugsanini
C
M
Y
K
7
6