hósdagur 12. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 50 - 12. mars 2009
lýsingar
SkrivStovuStarv
á Sjóndeplinum
Søkt verður eftr skrivstovufólki at byrja 1. mai 2009.
Talan er um eitt ½ tíðarstarv – 20 tímar – við hesi
arbeiðstíð:
Týsdag:
09.00 – 15.30
Mikudag: 09.00 – 15.30
Hósdag: 09.00 – 16.00
Sjóndepilin veitir tænastur til blind og sjónveik um
alt landið.
Depilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir:
Ráðgevingin, Dagtilhaldið og Virkishúsið.
Skrivstovustarvið er fyri alt økið.
Starvið fevnir um:
• vanligt skrivstovuhald, skrásetingar, journal,
postavgreiðslu, telefonavgreiðslu o.t.
• ljóslesing og samskipan av skjølum til
Gjaldstovuna
• dagføring av heimasíðuni
• skrivari hjá blindum í arbeiði á deplinum
Vit vænta, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi
útbúgving
• dugir væl at skriva føroyskt
• góðan telduførleika
• góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
• evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin
Starvið er lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum
viðmælum skulu vera Sjóndeplinum í hendi
seinasta lagi týsdagin 24. mars 2009.
Umsóknir skulu sendast til:
Sjóndepilin
att. leiðarin
Boks 2074
FO-165 Argir
Eru fyrispurningar, kunnu tit venda tykkum til
depilin eftir 16. mars á tlf. 318222 og spyrja eftir
leiðaranum.
Aðalfundur
Aðalfundur hjá Frælsi, felagið fyri
frælsan ítrótt í Vágum, hevur
aðalfund, fríggjakvøldið tann
26. mars 2009, kl. 18.
Aðalfundur
Aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum leygar
dagin tann 28. mars 2009 kl. 13.30 við hesi skrá:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
2. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram
3. Val av einum nevndarlimi
4. Val av grannskoðara
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Gjørt verður vart við, at mál, sum ynskjast
viðgjørd sambært pkt. 6, skulu vera nevndini í
hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Aðalfundurin er almennur.
Høvi er altíð hjá áhugaðum at gerast limir.
Nevndin fyri Grindamannafelagið
Fútalág 40 · 100 Tórshavn
Tel. 34 18 00
lysing@sosialurin.fo
Vit seta lýsingina
upp fyri teg ókeypis.
Eiðis kommuna
SkrivStovufólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki
at byrja skjótast til ber
Høvuðsarbeiðsuppgávur:
• Planleggja, raðfersta og samskipa
arbeiðisuppgávurnar á skrivstovuni
• Tryggja dagligu arbeiðisgongdirnar
• Tryggja eitt gott samskifti við borgarar og
viðskiftafólk
• Fyrireika bygdarráðsfundir saman við
borgarstjóranum
• Dagføring av heimasíðu
• Aðrar fyrisitingarligar uppgávur
førleikakrøv:
Útbúgving:
• Relevanta útbúgvin innan skrivstovuøkið,
fyrisiting ella líknandi førleika
EDV: Kunnleika til m.a. hesi forrit:
• Journalskipan
• Tekstviðgerð
• Rokniark
• Kalendara- og t-postskipan
royndir:
Ynskiligt er at viðkomandi hevur innan fyrisiting
og skrivsstovuhald
Annað:
Viðkomandi, ið settur verður, hevur tagnarskyldu
viðvíkjandi viðurskiftum, ið kunnleiki fæst til
gjøgnum starvið, eisini aftaná, at viðkomandi er
farin úr starvi.
Persónligar eginleikar:
Skal m.a:
• Vera virkisfús/ur og framsøkin
• Síggja trupulleikar sum uppgávur og ikki sum
forðingar
• Hava góðar menniskjaligar og fakligar
eiginleikar
• Kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar
og eggja teimum at menna tænastustøðið
• Vera trúgv/ur móti tiknum avgerðum
Arbeiðstíð:
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna
løn:
Starvið verður lønt samb. sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag
umsóknarfreist:
Umsóknir v.m. skulu sendast til:
Eiðis Kommuna
Brekkuvegur 22
Att: Borgarstjórin
FO-470 Eiði
Og skulu vera Eiðis kommunu í hendi, í seinasta
lagi mánadagin 30 mars. 2009 kl. 16.00
Meiri fæst at vita um starvið við at seta tykkum í
samband við Rólant Poulsen, borgarstjóra, á tlf:
213312
Eiðis kommuna
Brekkuvegur 22
470 Eiði