Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2009 23 Vit hava havt fleiri frá­ sagn­ir í hesi røð um Argefólk­in­i, sum eru væl umboðað í gamla k­irk­ju­ garði. Tan­n­ fyrsti Arge var Niels Lassen­, sum upprun­aliga k­allaðist Morten­sen­, men­ sum gjørdist tan­n­ fyrsti Arge. Han­n­ var k­en­dur sum “smiðurin­”, sein­n­i sum “gamli smiður.” Vit hava fyrr umrøtt han­n­ og son­ han­sara Sigmun­d. Hesa ferð k­oma vit til Óla Arge Hóast Óli var tann einastu av synunum hjá Smiðinum, ið eisini var kallaður Smið­ urin, so hevði Óla Smið ikki nakran serligan hug til jarnsmíð. Hansara fremsti áhugi var grótarbeiði og gróthøgging. Hann kom runt í Føroyum at arbeiða fyrst við pápanum og seinni við brøðrunum. Seinni gjørdist hann for­ maður og meistari fyri fleiri byggiarbeiðum, sum lendingum, kirkjum og skúlum. Hann var av stør­ stu monnum. Svarthærdur og svartskeggjutur. Kanska var hann nakað illbrýntur á at líta, men hann hevði eitt gott hjartalag. Greið støða til rúsdrek­k­a Afturat hesum var hann kendur sum íðin fráhalds­ maður. Her hevði hann eina greiða støðu. Í brævi til beiggja sín Petur skrivar hann um hetta mál: Jeg takker dig mange gange for de dejlige For­ maninger, du skriver til mig om ikke at drikke Brændevin. Du skal ikke være bange, fordi jeg, Gud være lovet, er kommen til det Resultat, at Brænde­ vinen er Roden til alt ondt, og du kan være sikker paa, at Brændevin ikke er kommet inden for mine Læber, siden du gik her fra, og om du vil faa at vide, hvorledes det er gaaet, saa vil jeg forklare dig det. En Søndagaften var jeg blevet lidt beruset, da jeg kom hjem til min Kjæreste, og hun skamm­ ede mig saa ud, at jeg lov­ ede aldrig at smage Brændevin mere, og siden den Dag, har jeg været aldeles sikker. Óli gjørdist eisini ein av oddamonnunum í losjuni í Havn. Fyrsti formaður í losjuni var danin Laurits Henriksen, sum eisini stovnaði hana. Tá ið hann legði frá sær, varð Óli valdur í hansara stað, og hann var sostatt fyrsti føroyingur, sum stóð á odda fyri losjuni. Óli var heldur ikki sørur fyri at yrkja. Tá ið hann tók við eftir Henriksen, skrivaði Óli eina yrking til heiðurs fyri hann. Beiggi Óla, Jákup Andreas var eisini ein av oddamonnum í losjuni. Sigast kann at Argeættin eigur sín part í fráhalds­ rørsluni. Í frálíku bókini um losjuna í Havn eru til­ vísingar til ikki færri enn 30 við eftirnavninum Arge. Bókin er eisini skrivað av einum Arge! Grót sum vin­n­a Eisini hesa tíðina var nógv tosað um at fáa vinnur aftur­ at teirri ofta svikaligu fiski­ vinnuna. Tá sum nú kom grót ofta uppá tal. Á hesum øki vóru Argjamenn í frem­ stu røð við beiggjanum Jákup Andreas á odda. Men tað kom tó ikki tað burtur­ úr, sum menn vónaðu. Óli arbeiddi nógv saman við beiggjanum Petur. Teir fóru í 1913 kanningarferð til Danmarkar, Svøríki og Noreg. Teir komu aftur við nýggjum amboðum at høgga gravsteinar øðrvísi enn áður. Óli hevði altíð havt hug til myndahøgging úr gróti. Í 1895 høgdi hann bræv­ pressara úr gróti við egnari hond sum fyrimynd. Hann varð sýndur fram á fyrstu føroysku framsýningini á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð í 1895, og Óli fekk heiðurstekin fyri hann. Fyri ein gravstein fekk hann aðru virðusløn á landsframsýningini í Århus í 1909. Tá ið Petur var deyður fór Óli at høgga fyri seg sjálvan. Hann høgdi nógv­ ar gravsteinar millum ann­ að við relieffmyndum av sluppum. Nevndur kann verða minnisvarðin í Hós­ vík yvir manningina á Nóls­ oynni, sum gekk burtur í 1934. Nakrir steinar fóru til Íslands. Dømi um hesar er gravsteinurin á Seyðis­ fjørðinum yvir teir, sum fórust við bátinum av Riddaranum í 1927. Annað dømi er steinurin yvir teir, sum doyðu umborð á Acorn í 1928, og sum eru grivnir í gamla kirkjugarð­ inum í Reykjavík skamt frá grøvini yvir teir, sum fórust við Onnu í 1924. Tá ið farið var undir at byggja molan í Havn í 1922 og øll árini til havna­ lagið var liðugt, var so nógv gróthøggingararbeiði, at tað vóru ikki nóg nógvir gróthøggarar í landinum. Seinnapartin av 20­unum gav byggingin av Bóka­ savninum á Debesartrøð eisini arbeiði, men í kreppu­ árinum í 1930­unum var minni at gera. Allastaðni, har Argja­ menn bygdu, var Óli við. Hann var sjálvur formaður at gera lendingina á Argj­ um, í Dali og í Skúgvi. Prestagarðin í Fuglafirði og kirkjuna á Húsum var hann eisini við til at laða. Misti k­on­u og dóttir Óli giftist i 1888 við Marin Johansen úr Britustovu á Eiði. Tey giftust inn til gamla Smið á Argjum og yvirtóku hús hansara, tá ið hann doyði. Óli er tann seinasti av brøðrunum, sum flytir av Argjum. Hetta hugaði hon­ um lítið, men hann var komin so fyri av sjúku í húsinum, at seldi hann ikki hús og trøð og gekk frá heiminum á Argjum, varð alt selt undan honum. Marin og dóttirin Lina fingu báðar tuberklar og lógu ár í seingini á Argj­ um. Óla Smið var tí bæði maður og kona. Men al­ mennur stuðul fanst ikki í slíkum førum tá í tíðini, og hann noyddist tí at vera við hús nógvar dagar. Poulina doyði í 1902, 10 ára gomul. Mamman livdi nakað longur. Okkurt stutt skifti lá hon á sjúkrahúsi­ num, meðan Óli var á bygd og arbeiddi. Hon doyði á Argjum í 1904. Marin og Óli áttu børnini: · Niels Juel f. 25.12. 1889, doyði í 1911 · Poulina f. 4.5. 1892, gjørdist 10 ár · Magnus f. 5.2. 1895, búsettist í Klaksvík · Óli f. 10.2. 1897. Giftist við Mallu Johannesen úr Vestmanna · Bernhard f. 6.3. 1899. Giftist við Fridu Poulsen í Klaksvík. Óla Smið giftist 3. Oktober 1907 uppaftur við Sofíu Johansen úr Havn. Tey fingu døturnar: · Marsannu f. 16.5.1908, giftist við Juul Andreassen av Velbastað. · Linu, f. 25.6. 1918 · Oslu f. 4.10 1923, doyði 6 ára gomul. Óla Smið doyði 9.10 1945, 81 ára gamal. Fía doyði 7.4. 1965, 84 ára gomul. Hesi trý Osla, Óli og Fía hava gravstein saman í gamla kirkjugarði. Fyrra konan Marin er jarðað saman við soninum Niels Juel. Undir liðuni á teim­ um liggur Lina grivin. Keldur: Niels J. Arge og abbasonur hansara Erling Isholm Óli Arge, smiðurin­: Hann reisti mangan stein! Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Stenhuggermester Ole Arge F. 20. MARS 1864 D. 9. OKT 1945 Sofie Arge F 21. JUNI 1880 D. 7. APRIL 1965 Gud er Kærlighed Osla Arge F. 4. OKT 1923 D. 2. JAN 1930 Alt hvad Gud gør Er herligt gjort Højt elsket Dybt savnet Óla Smið saman við børnunum Linu, Niels Juel og Magnus. Omman Birita í Britustovu situr undir Linu uttast til vinstru Óla Smið og Fía saman við Marsannu, Linu og Bernhard Hendan brævpressara høgdi Óli eftir egnu hond síni til framsýningina í Havn í 1895 Koman­di partur Komandi hósdag verður greitt frá Jens Christian Djurhuus, sum fór ungur burtur at sigla, og sum kom heim til Føroyar á ellisárum og doyði stutt eftir