Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 50 - 12. mars 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kaj Vilhelm Majer andaðist á Suðuroyar Sjúkra­ húsi týsdagin 10. mars, 84 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Eleonora Joensen Oyndarfjørður andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mánakvøldið 9. mars, 82 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Oyndarfjarðar kirkju fríggjadagin kl. 14.00. Sálmabókin verður nýtt. Vegna tey avvarðandi Einar Tey, ið vilja minnast Eleonoru, kunnu lata Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi eina peningagávu. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaðu mamma, pápi, omma, abbi og verforeldur Ella og Jóhan Frederik Davidsen Kvívík doyðu og vóru jarðað. Takk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til, takk til tykkum, sum ringdu. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur Takk til tykkum øll, sum fylgdu teimum til teirra seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jóan Hendrik, Anne Lisa og Bjarna Dagurin 12. mars. Grækarismessa. Til minnis um tann tiltikna pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann doyði 12. marts ár 604. William Heinesen doyði hendan dagin í 1991. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Leygarkvøldið 14. mars kl. 22 skipar Argja Bóltfelag fyri stórum countrydansi í høllini á Hálsi í Havn. Norski countrysangarin Arly Karlsen verður høvuðs­ navnið á kvøldinum, og er hann ikki hvør sum helst. Arly Karlsen er kendur um alt Noregi fyri sín framúr góða countrytónleik. Tónleikurin hjá honum verður eisini nógv spældur kring heimin. Hann er at finna á nógvum Chart­listum og hevur verið nr. 1 í seks vikur á rað á ”European CMA top 100”. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið nr. 1 á ”Worldwide Mainstream Most Played Major and Indie Artists Chart”. Arly Karlsen hevur eisini verið kon­ sertferðir í Europa og USA. Umframt Arly Karlsen fara Twilight við Rannvá sum forsangara og Hallur Joensen, kendur sum countrykongurin, eisini at spæla til countrydansin leyg­ arkvøldið. Twilight og Hall­ ur Joensen eru vælkend í føroyska dansi­ og country­ umhvørvinum, so tað skuldi borga fyri góðsku at hava hesar bólkarnar við eisini. Lagt er sostatt upp til eitt rimmar countrykvøld í ítrótt­ arhøllini á Hálsi leygar­ kvøldið. Argongumerkir fáast í forsølu hjá Shell við Streymin og hjá Statoil á Argjum. Eisini fáast atgongu­ merkir til keyps á nethandl­ inum á heimasíðuni hjá Argja Bóltfelag, www.ab.fo, har gjaldast kann við gjalds­ korti. Óseld atgongumerkir verða seld við dyrnar. Arly Karlsen á Hálsi leygarkvøldið 70 ára føðingardagur Leygardagin 14. mars fyllir Henny Hilmarsdóttir, Vági, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin á Hotel Bakkanum frá kl. 12­16. Føðingardagur Í sambandi við runda føðingardagin og at eg skjótt gevist sum kommunulækni, verður brunch í bygdarhúsinum í Mið­ vági 28. mars frá kl. 11.00 til 15.00. Tey, sum vilja gleða meg við at koma, vinarliga sigið frá á tlf. 332150 / 282250 ella 333318, 273793 millum kl. 18–20 innan 18. mars. Elisabeth Thorsteinsson Mánadagin kom Elisabeth Brace, sum er donsk og er búsitandi í Suðurafrika, til Føroyar at vitja, næstan 45 ár eftir at hon var her seinast. Hon er 54 ára gomul, fødd og upp­ vaksin í Keypmannahavn. Pápin, Niels Christian Petersen Bak, vanliga nevndur N.C.P. Bak, arbeiddi innan flogvápni, og kom í juni 1963 til Før­ oya at arbeiða í Mjørkadali. Í august sama ár komu hini í familj­ uni til Føroyar, mamman og fýra børn. Tey búðu í einum húsum ovast í Varða­ gøtu, og Elisabeth, sum er elst av systkjunum, byrjaði í øðrum flokki í Nonnuskúlanum. Tey búðu í Føroyum í tvey ár. Í 1965 fluttu tey aftur til Dan­ markar. Elisabeth fekk fleiri vinkonur her og eina av floksfeløgunum, Sonja Mikkelsen, hevur hon havt samband við øll árini. Hon hevur eisini hitt aðrar floksfelagar, meðan hon hevur verið her og vitjað. Elisabeth giftist Gordon Brace, sum er ættaður í Zambia. Eftir at hava ferð­ ast kring um í heiminum búsettust tey í 1981 í Suðurafrika. Tey eiga eina vaksna dóttur og búgva í einari lítlari bygd, sum eitur Vivo við Limpopo ánna, nærhendis býnum Polokwane. Har hava tey sín egna ”Gamefarm”, og maðurin er veiðimaður. Elisabeth sigur, at henni hevur altíð longst eftir at koma aftur til Føroyar. Hon minnist árini í Føroyum, sum eina sera góð tíð. Tey kundu spæla frítt allastaðni og vóru nógv í úti nátt­ úruni. Hon heldur, at tíðin í Føroyum hevur verið við til at myndað hana, soleiðis at hon hevur havt hug at ferðast nógv og síggja nýggj støð. Tað er nakað heilt serligt við at koma aftur Føroyar eftir so mong ár0 og síggja hvussu nógv alt er broytt. Eisini at síggja húsini tey búðu í, og umhvørvið við Varðagøtu har hon spældi sum barn, sigur Elisabeth, sum ætlanir um at koma aftur hendanvegin um nøkur ár. Hon hevur stóran áhuga fyri blómum, og kundi hugsað sær at komið til Føroyar kanna blómur og náttúruna um summarið. mg Elisabeth Brace, Suðurafrika: Altíð longst aftur til Føroyar Mynd: Sámal Bláhamar