hósdagur 12. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 50 - 12. mars 2009 ]
FM-finala í bridge
Leygardagin verður finalan í FM fyri pør í Bridgehúsinum í Havn.
Byrja verður klokkan 10, og spæld verða 57 spøl. 20 pør eru við í
finaluni, og tey hava vunnið sær finalupláss at vinna undankappingar,
sum bridgefeløgini hava havt í vetur. Eisini skipaði Føroya
Bridgesamband fyri einari undankapping, har níggju tey fremstu
pørini vunnu seg í sjálva finaluna. FM-finalan leygardagin er skipað
soleiðis, at øll pørini koma at spæla trý spøl móti hvørjum øðrum.
Høgni Madsen við til Íslands
Høgni Madsen úr NSÍ er nýggjasti spælarin í føroyska
landsliðshópinum, sum sunnudagin 22. mars skal spæla vinardyst
ímóti Íslandi í Kórinn-høllini á Kópavogi. Hann avloysir Paula G.
Hansen úr EB/Streymi, sum hevur givið avboð vegna skaða. Høgni
Madsen var nakrar ferðir við í landsliðshópinum í fjør, og teir báðir
A-landsdystirnir, hann er skrásettur fyri, vóru venjingardystirnir ímóti
Estlandi og Portugal.
Føroyska mans lands
liðið er framvegis
nummar 185 á FIFA
styrkislistanum, men
kann fáa nógv burtur
úr einum góðum
úrsliti ímóti Íslandi
um góðan mánað
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Føroyska A-landsliðið hev-
ur veruliga nakað at spæla
fyri, tá tað undir taki fer á
vøllin ímóti Íslandi í Kór-
inn-høllini
á
Kópavogi
sunnudagin 22. mars.
Ein sigur ella ein javn-
leik ur kann førka okkum
upp eftir FIFA-styrkis list-
an um, har vit í skrivandi
stund eru nummar 185 av
teimum
tilsamans
207
FIFA-limalondunum.
Ísland er heili 110 pláss
framman fyri Føroyar, og í
Europa eru tað bara Andorra
og San Marino, sum liggja
aftan fyri Føroyar á styrk is-
listanum.
Av pinkutjóðunum er Ís -
land á 75. plássi eisini tann
fremsta. Kypros er nummar
84, Luxembourg 122, Malta
146, Liechtenstein 151, og
so koma tvær tjóðir aftan
fyri Føroyar, sum eru An -
dorra á 195. og San Marino
á 201. plássi.
Svøríki er við sínum 25.
plássi besta norðurlandið,
og síðani er Danmark
numm ar 38, Norra 45,
Finnland 57, Ísland 75 og
Føroyar altso nummar 185.
Besta landslið í heiminum
eigur Spania, og hini í topp-
10 eru, í hesi raðfylgju:
Týskland, Holland, Italia,
Brasil, Argentina, Kroatia,
Russland,
Ongland
og
Portu gal.
Føroyska kvinnu
lands liðið er nummar
67 á nýggjasta FIFA
styrkislistanum, og
hevur bæði Luxem
bourg og Malta aftan
fyri seg
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Kvinnulandsliðið í fótbólti
hevur eina munandi betri
”ranking” - styrkismeting -
enn manslandsliðið, stað-
festir nýggjasta dagføringin
av FIFA-styrkilistanum.
Har eru føroysku fót-
bólts kvinnurnar nú nummar
67 av 150 kvinnulandsliðum
kring heimin, og samstundis
staðfestir styrkilistin, at
okk ara
kvinnur
síðani
februar eru fluttar trý pláss
upp eftir styrkislistanum.
Stuttligt
er
eisini
at
síggja, at Føroyar hava tvær
av hinum pinkutjóðunum
aftan fyri seg, tí Luxembourg
er nummar 90 og Malta
nummar 99.
Sterk norðurlond
Norðurlond eru – sum altíð
– sera sterk í kvinnufótbólti,
og serliga íslendska kvinnu-
landsliðið hevur tikið seg
nógv fram seinnu árini.
Trý norðurlond eru mill-
um 10 tey bestu í heiminum,
tí Svøríki er nummar fýra,
Norra nummar seks og
Dan mark
nummar
sjey.
Síðani eru Finnland numm-
ar 17 og Ísland bert tvey
pláss aftanfyri, sum numm-
ar 19.
Skoytast kann uppí, at
Bermuda, sum tapti 0-3
ímóti
føroyska
kvinnu-
lands liðnum
á
Oyggja-
leikunum í Hetlandi í 2005,
er nummar 112 á FIFA-
styrkislistanum.
Heimsins sterkasta fót-
bólts tjóð hjá kvinnum er
USA, framman fyri Týsk-
land og Brasil.
Aftur galla
fyri tey ungu
Eins og í fjør, hevur H71 tikið stig til
at skipa fyri gallaveitslu fyri teir ungu
hondbóltsspælararnar, gentur og dreingir
17 ár.
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Seinnu árini er gallaveitslan hjá teimum vaksnu blivin
eitt gott punktum fyri kappingarárinum. Í fjør helt
H71, at ungdómsspælararnir í deildunum gentur og
dreingir 17 ár eisini skuldu hava eina veitslu, og tað
átakið eydnaðist serstakliga væl.
Tí verður tað endurtikið í ár, og aftur hesa ferð
verður gallaveitslan hjá teimum ungu í auluni í
Studentaskúlanum í Hoydølum. Veitslan verður
leygarkvøldið 21. mars klokkan 19, og spælararnir
skulu melda seg til og møta gallaklæddir. Borðreitt
verður við tveimum rættum og eftir borðhaldið verður
dansur.
Stóra hæddarpunktið á kvøldinum er, tá ársins
spælari, besti málskjútti, ársins málverju, ársins venjari
og møguliga ársins stjørnuskot verða heiðrað. Hvørt
felag í ávikavist gentu- og dreingjadeildini fær eina
atkvøðu til hvørt heiti, umframt at venjararnir hjá
feløgunum hava eina atkvøðu. Ikki er loyvt at atkvøða
fyri einum av sínum egnu spælarum.
– Tað er ofta í seinnu helvt av tannárunum, at
ungdómurin steðgar við at íðka ítrótt, ella í øllum
førum velja tey sær tá kanska einans eina ítróttargrein
millum tær ítróttargreinirnar, sum tey hava gingið til,
siga tey frá H71.
– Tíverri hevur tað víst seg, at tað ofta er hondbólturin,
sum verður valdur frá í hesum árunum, og er hetta ein
vanlagna fyri føroyskan hondbólt. Við gallaveitsluni
og teimum heitunum, ið ætlanin er at kjósa á veitsluni,
vóna vit at kunna verða við til at geva teimum ungu
nakað at síggja fram til og stríðast fyri.
Freistin at melda til gallaveitsluna er úti í morgin.
Nakrir av bestu spælarunum síðsta kappingarár, sum blivu
heiðraðir á gallveitsluni fyri tey ungu
Fótbóltskvinnurnar
farnar trý pláss upp
Menninir standa í stað
Føroysku fót bólts
menninir eru fram
vegis nummar 185 á
FIFAstyrkilistanum,
og var tað ikki fyri
javnleikinum ímóti
Eysturríki, lógu
Føroyar óivað væl
lægri
Mynd: Álvur Haraldsen