hósdagur 12. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 50 - 12. mars 2009 ]
Premier League
feløgini staðfestu
sína sterku støðu í
Europa. Tvey sponsk,
eitt týskt, og eitt
portugisiskt felag
vunnu seg eisini í
fjórðingsfinaluna
CHAMPIONS LEAGUE
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tann higartil mest nerva
pirr andi dysturin í Champ
ions League kappingini í
ár, er dysturin millum Roma
og Arsenal, sum var spældur
í gjár. Arsenal hevði eina
10 leiðslu frá fyrra dyst
inum, men longu tá 10
minuttir vóru spældir av
dystinum á olympiska leik
vøllinum í Róm, hevði
Roma javnað leiðsluna við
einum máli hjá Juan.
John Arne Riise og lið
felagarnar í Roma megnaðu
ikki at skora aftur, og
spaku liga gjørdist dysturin
meiri tamur, við fáum mál
møguleikum til bæði liðini.
Tá 90 minuttir vóru farnir,
var samlaða støðan javn
leikur 11.
Í umdystinum var Arsenal
heldur stinnari, men einki
mál kom í umdystinum, so
liðini máttu fara til brots
sparkskapping.
16 brotsspørk
16 brotsspørk máttu til,
áðrenn Arsenal koppaða tað
til sín fyrimun. Eduardo
kiksaði fyrsta brotssparkið
fyri Arsenal, meðan Pizaro
skoraði fyri Roma. Men
Roma megnaði ikki at halda
fast við fyrimunin, tí fyrst
javnaði van Persie fyri
Arse nal, og beint aftaná
skjeyt Vucinic eitt hitt mest
vánaliga brotssparkið, sum
er skotið í Champions
Leag ue søguni.
Theo Walcott megnaði
akkurát at leggja Arsenal
fram um, og so mátti Roma
hálsa aftan á Arsenal. Bap
tista javnaði til 22 við ein
um sera vøkrum brotssparki.
Nasri, Denilsen, Touré og
Sagna skoraðu allir fyri
Arsenal, meðan Montella,
Totti, Aquilani og John
Arne Riise megnaðu at
javna fyri Roma hvørja
ferð.
Diaby skoraði so til 76
til Arsenal, og Tonetto
skýtur upp um, og enska
talið var fult. Fyri rómverjar
er tað eyka harmiligt at fara
úr
Champions
League
kapp ingini, tí finalan sein
ast í mai mánað verður á
heimavøllinum hjá Roma,
tí olympiska leikvøllinum í
Rom. Aftan á slaku úrtøk
una í Premier League, hev
ur tað hinvegin alstóran
týdning fyri Arsenal at
koma langt í Champions
League.
Stungin við knívi
Tíverri finnast ótangar, sum
brúka stórhendingar innan
fótbólt til at fremja brots
gerðir. Áðrenn dystin mill
um Roma og Arsenal, var
ein bussur við Arsenal
fjepp arum álopin av ófriðar
kroppum. Ein Ultrasbólk
ur, sum harðligir áskoðarar
verða nevndir, tveittu eitt
neyðbluss inn í ein buss.
Sam stundis fór ein ófriðar
kroppur inn í bussin og
stakk ein Arsenalfjeppara í
knæið við einum knívi.
Talan er um triðju ferð
innan trý ár, at enskir áskoð
arar vera álopnir í Róm.
UEFA hevur nú alment
sagt, at um ikki løgreglan
og myndugleikarnir í Róm
bøta um trygdina, so verður
finalan í Champions Leag
ue flutt til ein annan vertsbý.
Fleiri vaktarfólk, enn van
ligt vóru til dystin í Róm í
gjár, men tað rakk ikki til at
byrgja upp fyri øllum ófrið
inum.
Skoraðu tíðliga
Manchester
United
tók
ímóti Inter Milan á Old
Trafford. Fyrri dysturin í
Milano endaði við javnleiki
00. Sigast má, at teir reyðu
vóru ikki lítið hepnir í fyrra
hálvleiki. Nemanja Vidic
slapp at standa rættiliga
ódekk aður, tá United fekk
hornaspark, eftir spæl í fýra
minuttir. Verjan hjá Inter
var ikki nóg árvakin, og
serbiski
verjuspælarin,
Ne manja Vidic slapp rætti
liga ótarnaður at stúta bóltin
í málið til 10 til Manchester
United.
Fyrstu løtuna var United
betri,
men
síðstu
20
minuttirnar av fyrra hálv
leiki var Inter betri. Svenski
landsliðsframherjin, Zlatan
Ibrahimovic, hevði nakrar
risamøguleikar.
United
hevði eisini sínar møgu
leik ar, men talan gjørdist
bert um tað eina málið.
Tá fýra minuttir vóru
farn ir av seinna hálvleiki
slapp ein Manchester Uni
tedspælari aftur ótarnaður
at stúta bóltin í málið. Hesa
ferð var tað Wayne Rooney,
sum fann Cristiano Ronal
do, sum økti til 20. Adriano
hjá Inter rakti stongina,
men nærri kom Inter ikki.
Talan er um stórt vónbrot
fyri Inter, sum hava sett
José Mourinho í starv, fyri
at kunna vinna júst Champ
ions League.
Málveitsla á
Nou Camp
Thierry Henry er farin at
ganga
gamlar
málgøtur
aftur. Fyrstu tíðina í Barce
lona treivst Henry illa í
katalanska høvuðsstaðnum.
Hann hevur longst illa eftir
dóttrini í Barcelona. Men
hetta kappingarárið hevur
franski landsliðsframherjin
víst máltevið aftur, sum
hann hevði, sum málslúkur
fyri Arsenal.
Barcelona tók ímóti Lyon
á Nou Camp. Fyrri dysturin
endaði 11, men í gjár
gjørd ist talan um sanna
mál veitslu. Henry var sum
snarljósið, tá hann rann seg
frían og skoraði til 10, tá
25 minuttir vóru farnir.
Bara tveir minuttir seinni
hevði hann økt til 20, og
stutt fyri hálvleik skutu
Messi og Eto’o hvør sítt
vakurt mál.
Barca loyvdi Lyon at
koma eitt sindur inn í dystin
aftur við tveimum skjótum
málum, men í yvirtíðini
sementeraðu teir í »blaua
grana« sigurin.
FC Porto heldur fast við
sínar stoltu siðir í europe
iskum kappingum. Portugis
iska liðið hevði eitt úti
vallar mál frá fyrra dystinum
at dúva uppá ímóti Atletico
Madrid. Porto megnaði at
halda 00, og kom tískil
víð ari upp á málið, sum
liðið fekk á Vicente Calde
rón Leikvøllinum í Madrid.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fýra ensk lið í fjórðingsfinaluni
Champions
League-úrslit
Roma-Arsenal 1-0 (1-0)
1-0 Juan, 10.
Arsenal vann brotsparkskappingina 7-6, og
samanlagt 8-7
Barcelona-Lyon 5-2 (4-1)
1-0 Thierry Henry, 25.
2-0 Thierry Henry, 27.
3-0 Lionel Messi, 40.
4-0 Samuel Eto’o, 43.
4-1 Jean Makoun, 44.
4-2 Juninho, 48.
5-2 Seydou Keita, 90.
Barcelona vann samanlagt 6-3
FC Porto-Atletico Madrid 0-0
Samanlagt 1-1. Porto víðari upp á mál á útivølli
Manchester United-Inter Milan 2-0 (1-0)
1-0 Nemanja Vidic, 4.
2-0 Cristiano Ronaldo, 49.
Manchester United vann samanlagt 2-0
Eftir 120 minuttir og 16 brotsspørk endaði tað eisini við, at Diaby og Arsenal vóru omaná í áttandapartsfinaluni ímóti Totti og
Roma
Mynd: Giampiero Sposito/Reuters