Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Nr. 50 - 12. mars 2009 verið fuglar so kundu tey flogið burtur, men akk, sum tjetjenar siga: Eitt fólk uttan eitt land er sum ein fuglur uttan veingir. Palestinar eru eitt hersett fólk. Tey kunnu ikki ferðast frítt, tey verða løgd fyri hatur og undir illgruna, tey eru fátøk og arbeiðsleys, tey hava einki pláss at liva á, onga jørð at dyrka, teimum tørvar matvørur, heilivág og sjúkrahúsútgerð. Kanningar av vánaligu heilsustøðuni hjá palestinensisku børnunum, verða kveistraðar til viks av ísraelsku stjórnini sum “propaganda ílatið ein læknaligan búna”. Alheims­ samfelagið letur bara standa til, og tá eingin gevur teimum nakran rætt, so kenna tey seg noyddan at taka hann sjálvi, um neyðugt við yvirgangi. Tað átti at verið sólarklárt sjálvt fyri tey mest snævurskygdu. Fert tú við fólki sum við djórum, so verða tey sum djór, so einfalt er tað. Men kortini spyrja vit undrandi hvønnannan hví palestinar stuðla eini víðgongdari rørslu sum Hamas? Trýst elvir sum kunnugt móttrýst og harðskapur alir harð­ skap. Tað er ein stjórnmálafrøðis­ lig sannroynd, at kúgaði, svong og fátøk fólk eru vandamikil, at tey eru ein latentur trygdartrupul­ leiki í einumhvørjum stati.. At alheimssamfelagið og kanska serliga USA tí ikki langt síðani hevur ávirkað ísraelsku stjórnina til, gjøgnum friðarligar samráð­ ingar at skapa eina varandi og rættvísa tveystats­loysn fyri palestinar, er ófatiligt. Ikki bara tí støðan moralskt sæð er blóð­ skeiv, men eisini tí tað niður­ brýtur allar langtíðarvónir um frið í økinum, til stóran skaða fyri báðar partar. Fjølmiðlar og spegl Qassam­rakettirnar hjá Hamas formáa sær ikki nógv móti tí ísraelsku krígsmaskinuni, men av tí ein týdningarmiklari partur av stríðnum verður førdur í fjølmiðl­ unum, so duga teir kortini at gera sær dælt av undirlutanum. Teir seta bara nakrar gamlar granat­ kastarar upp á takið hjá ein av teimum fáu Fatah­viðhaldsfólk­ um sum eftir eru í Gaza, og so bíða teir spentir eftir ísraelsku bumbuflogførunum. Eftir álopið enda myndirnar í BBC og Al­ jazeera, tí dripin og limløstaði børn sleppa altíð ovast á dags­ skránni. Arabiski heimurin er á gosi, parabolantennurnar ganga heitar og pengar og vápn verða sprænd út til allar sjálvbodnar skaðafuglar. Vesturheimurin boykottar kibbutz­appilsinir, og mótmælisgongur fordøma ísraelska harðskapinum. Jødarnir kenna seg enn einaferð forfylgd­ ar og frændaleysar, og ti velja teir høgrasneiddar og “heimkær­ ar” neo­fasistar í Knesset. Moderatir palestinar hava ongan livandi kjans at punktera undir­ tøkuna hjá Hamas, so leingi sum rasistisku sjónarmiðini hjá Liebermann verða útvarpaði, og friðarfelagskapir í Ísrael missa limir í hópatali, hvørja ferð Hamas brýtur vápnahvíldina. Ísraelska stjórnin noktar at tosa við terroristar, og er eingin loysn í eygsjón, so styrkir tað bara palestinar í trúnni, at rakettálop og sjálvmorðsbumbur allíkavæl geva frægari úrslit enn samráð­ ingar. Sæð uttanífrá sýnist tað himmalrópandi naivt at halda, at friður og semja kunnu vinnast við vápnamegi, men stríðið heldur fram, tí hvørgin parturin torir at taka fyrsta stigið til at avmontera ta óndu og óendaligu ringrásina. Samleikin hjá Ísrael speglar samleikan hjá palestin­ um, sum tvær síður av somu syrgiligu søk. Gjøgnum globalu fjølmiðlarnar endurskapa einføldu fígginda­ myndirnar misálit og ótryggleika, ikki bara í miðeystri, men eisini her heima hjá okkum. Tí hendan gongdin styrkir eisini ta misvís­ andi myndina av einum verulig­ um globalum stríði millum heims­ ins trúarsamfeløg. Samhugin verður sentrifugeraður so hart at nuansurnar hvørva, og at enda byrjar sjálvt svarthvíta fyri/ímóti­ mantraið hjá Bush at ljóða skilagott. Øðrumegin gevur hetta altjóðagjørdum fundamentalistiskum rørslum sum Al­Qaeda nýggjar limir í hópatali, sum kunnu fremja yvirgang í London, Madrid og New York. Og hinumegin hava populistiskir flokkar í vesturheiminum góðar dagar, tí teir duga at spinna politiskt gull burturúr fundamentalismu og fremmandahatri. Gjógvin verður djúpari og djúpari og avleiðingarnar breiða seg sum ringar í vatni, longur og longur út í heim. Seint men sikkurt, syrgiligt men satt. Trupulleikarnir í Tjetjenia, Palestina og Kosovo eru ikki lokalir men globalir. Og til tess at at vinna á teimum krevjast globalar loysnir, sum vit øll noyðast at taka ábyrgd fyri. Alt hongur saman Hvat vesturheiminum sigur og ger, skapar grundarlag fyri hvat onnur lond siga og gera. Tá USA t.d. tekur sær rætt til at seta altjóða lóg og siðvenju til viks, og gera “fyribyrgjandi” innrás í heil lond, tí nakrir einstakir yvirgangsbólkar hava bumba tvey háhús, so førka vit eisini mørkini fyri hvat onnur lond kunnu loyva sær. Ísrelska stjórnin teppibumbar heimsins mest tættfólkaða landaøkið, fyri at verja sínar egnu borgarar móti yvirgangi. Og russar brúktu tilvitað tær somu grundgevingar sum USA, um “altjóða yvirgang”, og “skyldu til at verja sínar borgarar”, fyri at rættvísgera sín harðskap í Tjetjenia. Og borðið fangar. Tá USA fyrst hevur stuðlað Ísrael við pengum og vápnum, og hevur biðið um loyvi at brúka russiskt landaøkið sum hernaðarstøð til atgerðir í Afghanistan og í fjallalandinum á markinum til Pakistan, so sigur tað seg sjálvt at tað verður ógjørligt at mótmæla harðligu framferðini hjá russum og ísraelittum innanfyri sína egnu ríkiseind. Stríðið móti altjóða yvirgangi sýnist so umráðandi fyri framkomna partin av mannaættini, at vit ikki kunnu geva okkum far um minni mannarættindabrot í einstøkum lokalum konfliktum... Vónandi hevur allur vestur­ heimurin ein ringan smakk í munninum.Vit hava í øllum før­ um øll ábyrgdina, tí vit, gjøgnum okkara fólkavaldu umboð, ikki hava gjørt annað enn at tiga og samtykkja, meðan ísrael hevur uppbygt eitt órættvíst og harðligt apartheid­samfelag, og meðan Jeltsin og Putin næstan hava oytt eitt heilt kaukasiskt fólk. Vit hava ikki bara tagt og samtykt, men beinleiðis stuðlað bæði militært og moralskt, at Bush gjørdi innrás í Irak. Eitt ræðuligt kríggj sum hevur kravt fleiri ferðir føroyska fólkatalið av ósekum mannalívum. Apropos sjónleik, so hevði Bush ikki so lítið í felag við Mutter Courage hjá Bertholt Brecht. “The war is a good trade” segði hon, og elti blóðslóðina dragandi sínum vogni fyri at avseta sínar kramba­ vørur. Á sama hátt hava ameri­ kanskar fyritøkur fingið nógvar feitar kontraktir í Irak, at enduruppbyggja eitt land sum USA sjálvt hevur knúst sundur... Anton Tjekhov tók til, at eingin skaldskapur er verri enn veruleik­ in, tá ið tað kemur til kynismu. Motivini hjá Jeltsin og Putin, um at verja nøkur rør frá Azerbajdjan til Tjetjenia, eru meinlík teimum hjá Bush. Ein krígsgreði, sum als ikki hevur sín uppruna í einum patriotiskum ynski um at verja sínar egnu borgarar, men í blóð­ dálkaðum og óljudálkaðum kalkulasjónum. Sjúka skipanin Millum heimsins sjálvstøðugu lond liva nógvar siðvenjur um at virða rættin hjá hvørjum øðrum. Ein tann sterkasta er rætturin til at avgreiða síni innanríkis­ politisku viðurskifti uttan uppí­ legging frá øðrum londum. Í hesum føri kunnu vit rópa tað eitt stats­autoriserað monopol uppá harðskap til at loysa polit­ iskar trupulleikar, sum t.d. innan­ hýsis ósemjur um ríkisrættarliga støðu. Í altjóða politikki eru bert eitt slag av góðkendum leikarum: Sjálvstøðug lond sum tilkenna hvørjum øðrum óavmarkaði og ómissandi rættindi. Fullveldi gevur politiskar, strategiskar, juridiskar og ikki minst fíggjar­ ligar fyrimunir. Restin er bara skrambul, etniskir bólkar sum kríggj og friður hava lutað sundur, millum meira ella minni tilvildarligt sett stórmakts­mørk í heimssøguni. Í hesum juridiska ongamannlandi er eingin vernd ímóti týning. Frælsi, tryggleiki og fólkaræðis­ lig umboðan er ikki nøkur sjálv­ fylgja. Hesir karmar skapa í sær sjálvum eina órættvísa siðvenju av innbygdum mannamuni, sum er ein ævig kelda til stríð. Yvir­ gangur skal í nógvum førum, eftir mínum tykki, síggjast sum eitt sjúkueyðkenni í einum ójøvn­ um heimi. Sum eitt desperat róp um hjálp, ein seinasti útvegur hjá einum kúgaðum fólki fyri at vinna tann rættin sum øll vita tey hava, men sum eingin vil geva teimum. Kosovo Kosovo er í so máta enn ein sorgarleikur, sum greitt avdúkar hvussu vandamikil líkasælan hjá heimssamfelagnum er. Hevði umheimurin í tøkum tíma stuðlað demokratisku friðarrørsluni hjá Rugova, so kundi tað tryggja albanum at teir einki høvdu at óttast, og serbum at samráðingar vóru einasti háttur at loysa ríkisrættarliga stríðið. Men vit kendu ikki okkara vitjunartíð. Vit lótu sum einki, tí vit heldur vildu virða prinsippið um ikki at leggja okkum út í “innanríkispolitikkin” hjá Serbia. Kosovo­albanar, sum longu høvdu verið fyri so nógvum mismuni og harðskapi, kendu seg sviknar og tordu ikki longur at sita hendir í favn og bara bíða eftir álopinum. Tey mistu tolið og fleiri og fleiri skiftu samhuga frá pasifistisku kósini hjá LDK, til ta militanta KLA. Har vórðu ikki nógv skot latin av, fyrr enn Milosevic brúkti tað sum eina kærkomna umbering fyri at berja “yvirgangin” niður. Tá NATO endiliga fekk tikið seg saman til at steðga ørskapinum, var tað longu ov seint. Tað tók serbiska herinum bert 2 mánaðir at myrða 11.000 sivilfólk og at tvangsflyta eina knappa millión fyri at reinsa økið fyri albanar. Moralska andsøgnin liggur í, at umheimurin fyri egnan friðs skyld og fyri ikki at órógva ta yvirskipaðu men skirvisligu javnvágina millum heimsins stórveldi, letur etnisku “smálut­ irnar” fara aftur við borðinum. Tann politiska avleiðingin av hesi sjúku skipanini, kemur eisini ofta til sjóndar í meinaleysum súmbolpolitikki. Útmeldingarnar í samband við aktuella stríðið í Gaza eru pínliga eyðkendar fyri vesturheimin. “Báðir partar noyðast at steðga harðskapinum og fara aftur til samráðingar­ borðið”, “haldið vápnahvíldina inntil tit finna eina loysn”. Royndirnar vísa tíverri, at tað tóma tosið ikki riggar. Tí meðan sterkari parturin verður viður­ kendur sum ein suverænur statur við rætti til at verja sínar borgar­ ar og at sláa hart niður á yvir­ gangskroppar, uttan uppílegging frá umheiminum, so verður tann veikari stemplaður sum ein seperatistiskur yvirgangsfelags­ skapur, sum skal boykottast og isolerast, og sum ikki kann samráðast fólksins vegna, hóast sjálv sami umheimur í mongum førum hevur noytt forlornar fólkaræðisligar mannagongdir niður yvir tey. Moralskt imperativ Skal nøkur meining verða við altjóða rætti og sameindum tjóð­ um sum siga seg verja mannarætt­ indini, so má alheimssamfelagið forpliktast moralskt, og útgerast við myndugleika til at varðveita ella skapa friðin, við at insistera uppá harðskapsfríar loysnir, sum hjálpa báðum pørtum burturúr tí oyðileggjandi ringrásini. Um neyðugt, eisini heilt fram at broyt­ ingum í ríkisrættarligu støðuni. Ein statur sum ikki bara svíkur sínar grunnleggjandi skyldur, at verja og umboða fólkið sum býr innanfyri landaøkið, men í áravís førir eitt skitið kríggj ímóti sín­ um egnu minnilutum, má og skal takast av ræði. Stats­terrorisma eigur, í groteskum førum sum Tjetjenia og Palestina, líkasum í Kosovo, at fáa avleiðingar fyri móðurlandið. Á sama hátt sum tað, tíverri alt ov seint, fekk avleiðingar fyri Serbia, so átti tað, eftir mínum tykki, eisini langt síðani at havt fingið av­ leiðingar fyri Russland og Ísrael. Vónandi kenna vit okkara vitjunartíð næstu ferð. Nógv betri eingin byrsa var Men har er langur vegur enn. Tí so leingi sum vit bert niðurberja symptomið fyri tí undirliggjandi sjúkuni, við vápnum og líkasælu, og ikki royna at grøða sjukuna sjálva, við útjavning og upplýs­ ing, samhuga og samráðingum, so sigur tað seg sjálvt, at heim­ urin ongantíð verður frískur. Og so leingi vit, líkasum Bush og Breckmann blaka ábyrgdina fyri borð, og stara okkum blind í gamla­testamentligum fígginda­ myndum og einføldum frágreið­ ingum uppá kríggj og yvirgang, so fara vit sjálvi at verða fangaði í tí sama sjúka logikkinum, sum ger okkum so óvitandi og órein. Tosa, fata og far við tínum medmenniskjum sum við einum fígginda, so verða tit fíggindar, og so noyðast tit at dubba tykk­ um við vápnum og verjugarðum; tað er ein sjálvuppfyllandi profeti.