Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 50 - 12. mars 2009 Í Føroyum hevur kjakið um yvirgang verið avmarkað av vantandi vitan og religiøsum fíggindamyndum. Palestinar eru muslimar, ergo eru teir allir terroristar, ergo má okkara samhugi liggja hjá jødunum. Sjálvandi kann átrúnaður hava ein leiklut í frágreiðingini av yvirgangi. Men um vit stara okkum blind gjøgnum okkara egna smala filtur av fordómum, so missa vit allar aðrar frágreiðingar úr eygsjón. Átrúnaður fær ikki so ógvusligan týdning, fyrr enn vit geva teimum sum misnýta átrúnaðin til at øsa og villeiða, orsøk ella møguleikar til tess. Leikurin Nordost gav mær íblástur til at breiðka um kjakið, við at taka harðskap, ójavna og líkasælu við, sum møguligar orsøkir til yvirgang Tjetjenska søgan í stuttum Fyri at gera eina langa søgu fram til 1944 stutta, so hava tjetjenar altíð viljað rátt sær sjálvum, meðan russar við øgiligum harð­ skapi hava bart uppreistrarnar niður. Í feb.1944 deporteraði Stalin so at siga allar tjetjenar til Kasakhstan, við grundgevingini um, at einstakir bólkar av tjetjen­ um vóru undir illgruna fyri at stuðla týskarunum. Ein triðjingur av fólkinum doyði av hungri og sjúku í tí vetrarkalda fangatokin­ um, og enn fleiri í tí fátæksligu og áralongu útlegdini. Ikki fyrr enn í 1957 fingu tey loyvi at venda heimaftur, men tá høvdu russar, og onnur fólkasløg sum ovasta sovjettin hevði tvangsflutt til Tjetjenia, yvirtikið hús og jørð hjá teimum. Hendan demograf­ iska “útvatningin” av stórum etniskum minnilutum, var ein tilvitaður háttur at byrgja upp fyri sjálvstýrisrørslum innanfyri sovjetsamveldi. Men Russiski órætturin fekk eina beint øvugta ávirkan á mentunarliga samleik­ an og frælsisstríðið hjá tí lítla fólkinum. Undir Gorbatjov blivu glasnost og perestroika, líkasum aðrastaðnis í samveldinum, orsøk til eina tjóðarveking í Tjetjenia, við krøvum um økt sjálvstýri. Men Kreml noktaði at samráðast, so tá Dudajev bleiv valdur til forseta í 1991 og Tjetjenia nakað seinni var lýst sjálvstøðugt land, kendi Jeltsin seg “noyddan” at verja russiska ríkiseindina við harðskapi. Kríggini Fyri at niðurberja separatistarnar, sendi Jeltsin í árunum aftaná 1993 heilar 58.000 hermenn til Tjetjenia. Við flogførum, tanksum og tyrlum lupu russar á smáar og størri bygdir, summar blivu “útreinsaðar” fyri øll vaks­ in mannfólk, og høvuðsstaðurin Groznyj bleiv fullkomiliga javnaður við jørðina. Oyðilegg­ ingarnar vóru so ógvusligar, at tey umhugsaðu ikki at endur­ byggja býin, men at gera Guder­ mes til nýggjan høvuðsstað. Mett verður at óstortliga álopið á Groznyj kravdi 27.000 ósek mannalív uppá bert tveir mánað­ ir. Tjetjenska mótstøðan var so mikið vælskipað, at russiskir hermenn í hópatali lótu lív og Jeltsin hevði tí harðliga brúk fyri eini vápnahvíld, um hann skuldi gera sær nakrar vónir um at verða afturvaldur. Hann undir­ skrivaði eina avtalu við Maskha­ dov í 1997, um afturtøku av her­ deildum, ríkisrættarligar sam­ ráðingar og fíggjarligan stuðul til at endurreisa tað sundursoraða landið. Jeltsin bleiv afturvaldur, men hann sveik avtaluna við tjetjenar. Russisku herdeildirnar hildu áfram við yvirganginum, og pengarnir til enduruppbygging blivu í staðin brúktir til at kroysta Maskhadov at sleppa krøvunum um fullveldi. Tað vildu tjetjenar ikki, og tá Putin kom fram at valdinum í 1999, byrjaði tað næsta tjetjenska kríggi, eitt óvan­ liga ljótt stríð, sum fleiri serfrøð­ ingar meta javnt við fólkamorð. Russisk mannarættindabrot sum hópdráp, neyðtøkur og píning eru vælútgreinaði av fleiri altjóða felagskapum. Summar tjetjenskar militsir hava brúkt gíslatøkur, m.a. í Budonnovsk, Kizljar, Dubrovka og hvør minnist ikki sorgarleikin í Beslan. Onkuntíð bara fyri at fáa loysigjald, men aloftast sum eina roynd at noyða Kreml at taka herdeildirnar aftur. Tær illagitnu svørtu einkjurnar framdu sjálvmorðsbumbuatsókn­ ir móti russiskum málum, eisini sivilum. Størsta tjetjenska mis­ gerðin er tó uttan iva, at guerilla­ hermenn tilvitað møttu russum í stórbýarkríggi. Tá sigur tað seg sjálvt, at ósek lív koma í vanda. Fleiri hundraðtúsund menn­ iskju eru deyð, í kappingini um vald og vápn, pengar og olju, smugling og menniskjahandil. Í báðum pørtum eru køld og kyn­ isk fólk sum hava fíggjarlig og politisk partabrøv í stríðnum, og tey hava einki fyrilit fyri manna­ lívi. Allir altjóða stovnar eru tó samdir um, at russisku misgerð­ irnar eru bæði ógvusligari og fleiri enn tær tjetjensku. Puppet- master Putin Tjetjenia er ein lítil men týdn­ ingarmikil brikkur í stórpolitiska putlispælinum um valdið í Kaukasus, og tí tekur Kreml øll amboð í nýtslu, fyri at varðveita landið innanfyri ríkiseindina. Russiska stýringin av Tjetjenia verður í dag sníkt inn gjøgnum bakdyrnar, við stuðli til forsetan Ramzan Kadyrov. Meginparturin av fólkinum heldur hann verða ein landasvíkjara, men av tí at fólkaræðið er saboterað og fjølmiðlarnir eru stýrdir, so torir eingin at mótmæla opinlýst. Einhvør andstøða verður for­ fylgd, pínd og likviderað av trygdartænastuni hjá Kadyrov. Forsetin verður sum ein annar marionettur hildin uppi av russiskum pengum og vápnum, meðan ein umfatandi propa­ ganda­maskina, sum hevði gjørt bæði Stalin og Hitler øvund­ sjúkar, áleggur tí veika fólkinum at dyrka hann sum ein avgud. Avleiðingin er, at tjetjenar nú ikki longur drepa russar men hvønnannan, í einum óhugna­ ligum borgarkríggi. Stríðið er blivið “tjetjeniserað”, og russiska stjórnin kann vaska sínar blóð­ dálkaðu hendur, meðan onnur gera tað skitna arbeiði í loynilig­ um tortur­fongslum. Líkasum Potemkin fúrsti bygdi kulissir fyri at imponera zarinnuna tá hon koyrdi framvið, so hava russar eisini, í samband við innsetanina av Kadyrov, “endurreist” ein part av Groznyj, fyri at senda smink­ aðar fjølmiðlamyndir út í heim. Tað skortar ikki uppá vælvildina so leingi sum dukkan dansar eftir floytuni í Kreml, men makkar Kadyrov ikki rætt, so fær hann bara eina bilbumbu líkasum pápin. Maður kemur í mans stað. Politisk morð Eisini í Ruslandi verður Tjetjen­ ien­politikkurin stýrdur við harð­ ari hond. Djarvir journalistar, juristar og mannarættinda­fólk sum hava stríðst fyri at avdúka órættin, eru blivin hótt, bukaði ella myrd av russisku trygdar­ tænastuni. Tá Anna Politkovskaja bleiv myrd í 2006, var hon í ferð við at avdúka hvat samband Putin hevði við Kadyrovsa morð, mutur og mannarættindabrot í Tjetjenia. Herfyri bleiv sakfør­ arin Markelov skotin á opnari gøtu, eftir at hann hevði kært fríkenningina av Budanov, ein russiskur offiserur sum var skuldsettur fyri at hava burtur­ flutt, neyðtikið og kvalt eina 18 ára gamla tjetjenska gentu. Tíðindakvinnan Baburova, sum hevði fylgt gongdini í andstøðu­ blaðnum Novaja Gazeta, bleiv skotin saman við honum. Bara síðani 2000 eru 16 russisk tíð­ indafólk blivin offur fyri “pressu­ frælsinum” hjá Putin, og eingin av drápsmonnunum er funnin. Hendan greinin er kanska ikki nóg væl skrivað, til at FSB tímir at gera av við meg, men liggi eg onkran dagin lík, við polonium­ dusti í nasagluggunum, so vita tit øll hví. Eitt politiskt motiverað morð á føroyskari jørð hevði kortini ikki fingið nakrar avleið­ ingar fyri samstarvið millum londini bæði, nú russiska útflutn­ ingsbannið endiliga er strikað. Fundamentalisma Tjetjenia er eitt skuladømi uppá hvussu harðligar loysnir uppá politiskar trupulleikar, saman við líkasæluni hjá alheimssamfelagn­ um, eru beinleiðis atvoldin til átrúnaðarliga radikalisering av einum stríði. Tjetjenar hava ong­ antíð verið annað enn moderatir muslimar, bleyt sufisma væl blandað við upprunaligari tje­ tjenskari lóg og siðvenju. Har­ afturat hevði tjetjenska sjálv­ stýrisrørslan, sum tók seg upp eftir at múrurin fall, einamest ein politiskan og mentunarligan málsetning. Men ógvusligu russisku innrásirnar í Tjetjenia í 90´unum, hava latið eftir sær eitt upployst og ryggbrotið samfelag, økonomiskt, politiskt, menn­ iskjansligt. Harðskapur og organ­ iseraður kriminalitetur eru ger­ andiskostur og eingir stovnar finnast sum kunnu verja vanliga fólkið. Ótryggleiki og óskil hava givið religiøsu fundamentalis­ muni frítt spæl, og wahabisma og sharia­lóggáva vinna fram gjøgn­ um saudiarabiskar kanalir, sum hava ov mikið av pengum og vápnum til at halda konfliktini á kók. Tey 30.000 foreldraleysu børnini sum hava verið vitni til tjetjensku kríggini, eru uppvaksin í hatri og neyðarsligheit, full av hevndarhuga. Vantandi skúla­ gongd gevur teimum ikki neyð­ ugu førleikarnar til at skilja mill­ um rangt og rætt. Tey eru løtt at villeiða, einamest tí vónloysi ikki gevur rúm fyri øðrum alternativum. ES hevði t.d. góðar møguleikar til at leggja trýst á russisku stjórn­ ina fyri at loysa stríðið gjøgnum samráðingar, men handils­ og orkupolitisk atlit, ikki minst frá Frankaríki, Týsklandi og Italia, sum eru so bundin av russiskum gassi, gjørdu at ES vendi tað deyva oyra til Tjetjenar. Avleið­ ingin av líkasæluni er innlýsandi. Í staðin fyri at samráðast meðan tíð var, við ein moderatan leiðara sum Aslan Maskhadov ið hevði demokratiska undirtøku í fólki­ num, so kundu Jeltsin og Putin, í friði og náðum og uttan munagóð mótmæli frá umheiminum, av­ greiða trupulleikan the russian way. Men við harðligu innrásunum róku russar tað vanliga fólkið beint í føvningin á fanatiskum brotsmonnum, sum blivu sterkari og sterkari jú meira mótstøðu teir fingu. Tað ljóðar sum eitt para­ doks, men tað er tann kaldi veru­ leikin. Trúgvin var ikki trupul­ leikin áður, men nú er hon blivin ein partur av loysnini, um man vil tað ella ikki. Sjálvandi kann átrúnaður hava ein leiklut í frá­ greiðingini av yvirgangi. Men um vit stara okkum blind gjøgn­ um okkara egna smala filtur av fordómum, so missa vit allar aðrar frágreiðingar úr eygsjón. Átrúnaður fær ikki so ógvusligan týdning, fyrr enn vit geva teim­ um sum misnýta átrúnaðin til at øsa og villeiða, orsøk ella møgu­ leikar til tess. Hamas er eitt ræðandi gott dømi uppá hendan kontraproduktiva logikkin. Fáa fundamentalistarnir fyrst fótin fyri seg, so eru tað knappliga teir tú noyðist at samráðast við, og so er ikki vist, at klaverið spælir so væl longur. Tí er tað umráðandi um at kenna sína vitjunartíð, og at arbeiða miðvíst fyri harðskaps­ fríum loysnum av politiskum stríðsmálum, áðrenn tað er ov seint... Ísrael og palestina Søgan hjá jødunum er ein lang líðingarsøga øll sum hon er. Hana kenna vit tíverri alt ov væl, og neyðugt er tí ikki at fara í smálutir. Tað er í øllum førum einki at siga til, at jødiska fólkið er deyðatroytt av kríggi og ótryggleika, og at tey bara ynskja sær frið. Tað unna vit teimum væl. Men tíverri er samanhangurin millum harðskap úti og ótrygg­ leika heima, ongantíð viður­ kendur. Tí lagnufelagskapurin við grannarnar verður fremmand­ gjørdur av harðligum heykum, sum ábyrgdarleyst misnýta óttan til at selja stuttskygdar loysnir; skeivar loysnir sum í sær sjálvum undirgrava trygdina hjá ísraelsk­ um borgarum. Nýggja stjórnin í Ísrael og hennara óunniligi stuðulsflokkur, eru eitt ræðandi dømi uppá hendan kalda veru­ leikan. Tí hvussu í Guðs garði kunnu Netanyahu og Liebermann skapa tryggleika í ísrael við at blása uppaftur meira til fremm­ andahatri? Og hvussu kunnu teir, við harðskapi, verja seg ímóti einum yvirgangi sum hevur sín uppruna innan úr statinum sjálv­ um, í einum skipaðum mismuni millum jødar og palestinar? Harðskapur alir harðskap Ísraelska kúganin av palestinum skapar líkasum tann russiska framferðin í Tjetjenia, eitt stríð sum aldrin kódnar, eina neiliga ringrás uttan enda. Gaza­búgvar standa trunkaðir saman sum seyður í rætt, meðan fosfor­ og klyngu­ bumbur made in USA regna niður yvir tey. Høvdu tey Nordost: Hugleiðingar um orsøkir til yvirgang (2. partur) Annfinnur Heinesen ➘