hósdagur 12. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2009
17
tíðindi
Yngsti limurin í Crawling
Blue, Eyðun Johannesen, er
spentur at sleppa at vísa síni
kynstur á útgávukonsertini.
- Tað verður blues, bæðir sum
tað eigur vera og nýggjari blues
tónleikur. Mann kann siga, at tað
verður blues frá rótunum og
frameftir, sigur hann.
Tað primera at spæla
Crawling Blue vil koyra tað allan
vegin, og helst taka alla verðina
um møguligt. Bluesumhvørvið í
Føroyum er ikki nakað at reypa
av, men uttanlands er tað stórt,
og skulu teir sjálvir meta um,
verða teir nógvar ferðir betri
móttiknir aðra staðni enn í
Føroyum.
- Jazzur og blues eru á ein hátt
tryggari sjangra at arbeiða við.
Tað er altíð onkur klubbi, sum vil
hava blues tónleik, og tað er ein
trúgvur skarði, sum fylgir blues
sjangruni, heldur Brandur
Jacobsen, sum gjøgnum sína
tónleikakarrieru hevur drúgvar
royndir innan nevniliga blues og
jazztónleik.
Um tað er neyðugt, flytir
bólkurin av landinum fyri at
fokusera uppá tónleikin.
- Eg havi einki ímóti at búgva í
einum kufferti, um eg bara sleppi
at spæla tónleik, sigur Uni R.
Debess erliga.
- Tað er stuttligt at gera eina
fløgu, men tað primera er at
sleppa at spæla tónleikin.
Tað hevur tikið langa tíð hjá Crawling Blue at finna rætta ljóðið. Ikki
færri enn fýra ljóðmenn hava verið inni í myndini.
- Men nú ljóðar fløgan, sum vit vilja hava hana at ljóða. Tað ljóðar
pissifeitt. Tað ljóðar av Crawling Blue, sigur Uni R. Debess, sangari.
Mynd: Høgni Egholm Rasmussen
P-dagur í morgin
Nú vit nærkast ljósari tíðum, várið er í nánd, er Páskabryggið hjá Føroya Bjór
bryggjað. Hin fyrsta páskabjórin sá dagsins ljós í 1982. Eins og undanfarin ár,
verður serliga nógv gjørt burtur úr góðskuni og smakkinum á hesum bjóri. Bjórin
er bert bryggjað í avmarkaðari nøgd. Páskabryggið er rav-gylt og hevur eina góða
javnvág í søtleika og beiskleika. - Perfekt til páskahøgtíðina og páskaborið, og vit
eru sera væl nøgd við ársins páskabryggj, siga tey av Føroya Bjór.
Eitt tekin um, at várið er í nánd,
er páskabryggið frá Føroya Bjór
Sunnudagin kemur
Linda Andrews til Føroya
at heilsa upp á sínar
føroysku fjepparar. Hon
verður gestur á Rás2, og
fólk kunnu eisini koma í
Miðlahúsið at heilsa upp á
Lindu
X Factor
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú leitar songkvinnan Linda
Andrews heim til Føroya at fáa
luft og heilsa upp á sínar før-
oysku fjepparar. Linda hevur
verið í sonnum ódnarveðri í Dan-
mark seinastu vikuna, og fríggja-
kvøldið skal hon aftur verða við í
X Factor sangkappingini.
Sunnudagin vitjar Linda
Andrews í Miðlahúsinum í Havn,
og har fáa fólk møguleikan at
heilsa upp á hana og at fáa
autograf.
Rás2 fer at hita upp til tiltakið
við stórari samrøðu við Lindu
Andrews og onnur, og Rás2
sendir eisini beinleiðis frá
tiltakinum í Miðlahúsinum.
Donsk pressa við á ferðini
Sunnudagin millum klokkan
15.00 og 17.00 er Linda Andrews
við í útvarpssending hjá Rás2, og
millum kl. 17.00 og 18.00 kunnu
fólk koma í Miðlahúsið at heilsa
upp á Lindu. Møguleiki verður
eisini at fáa autograf frá henni.
– Vit eru sera fegin um, at
Linda leggur leiðina heim at vitja
okkum, nú føroyingar fylgja so
væl við, hvussu hon klárar seg í
X Factor, sigur Jonhard Hammer,
stjóri á Rás2.
– Hetta er eisini eitt gott høvi
hjá føroyingum at gera vart við
seg, tí í fylginum við Lindu
verða eisini nógv donsku pressu-
fólk, sum fara at dekka vitjanina
í Føroyum, sigur hann.
Millum annað fara DR, Ekstra-
blaðið og Se & Hør at fylgja
Lindu á ferðini til Føroya.
Linda í ódnarveðri
Seinastu vikuna hevur føroyska
songkvinnan Linda Andrews av
álvara verið í brennideplinum í
Danmark, eftir at umstríddi
dómarin Thomas Blachman legði
eftir henni. Blachmann segði, at
hann vildi hava Lindu Andrews
úr kappingini beinanvegin, tí
hann orkaði hana ikki meira.
Síðani hevur Blachmann biðið
um umbering fyri sínar viðmerk-
ingar, og í annaðkvøld skal Linda
standa næstu royndina í X Factor
kappingini.
Fimm sangarar eru eftir í X
Factor, og eftir kappingina
fríggja kvøldið verða tey bara
fýra.
Líkamikið hvussu tað gongur
hjá Lindu fríggjakvøldið, verður
hon gestur í Miðlahúsinum
sunnudagin.
Linda Andrews vitjar í Miðla-
húsinum seinnapartin sunnudagin.
Fólk eru vælkomin inn á gólvið at
heilsa upp á hana millum klokkan
17 og 18
Mynd: DR
Linda kemur
heim at vitja