Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2009 Tað hevur tikið Crawling Blue eitt gott ár at finna røttu ljóðmyndina til nýggju fløguna, The Well, ið hevur verið útgávuklár í skjótt tvey ár. Ikki færri enn fýra ljóðmenn hava verið við í spælinum, og roynt at funnið rætta bluesljóðið. Nú er ljóðið funnið, og klárt er til útgávukonsert Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað er nógv hent, síðan oman fyri nevnda blaðfólk og Crawling Blue seinast hittust til eitt prát um aktuellu útgávuna yvir ein kaffikopp. Tað var í august 2007, tá Crawling Blue legði seinastu hond á upptøkurnar. Eftir var tá bara at miksa, og ætlanin var at fløgan skuldi koma út á heysti 2007. Men tá fløgan fór til miksingar, stakk ein trupulleiki seg upp. - Vit høvdu frá byrjan eina mynd av ljóðinum, vit vildu hava. Tað høvdu vit ikki fingið. So royndu vit ymiskt, og ferðaðist fløgan millum fýra ymiskar ljóðmenn. Til endans sendu vit tilfarið til Óla Poulsen, og tá bleiv ljóðið perfekt. Nú ljóðar tað, sum vit vilja hava hana at ljóða, sigur Uni R. Debess, sangari í Crawling Blue. - Tað ljóðar pissifeitt. Tað ljóðar av Crawling Blue og Óla Poulsen. Fløgan hevur fingið ein definerbaran botn, og eitt klárt ljóð. Eina fleirdimensionella ljóðmynd, greiðir hann víðari frá. Blues við kryddi Nýggja fløgan hjá Crawling Blue eitur The Well. 12 løg eru á fløguni, og alt tilfarið er skrivað av Una R. Debess og Brandi Jacobsen. - The Well er heitið á einum lagi á fløguni. Tað merkir eisini savningarstaðið. Annars snúgva tekstirnir seg um kærleikan, at breiða hann út og ikki halda honum inni, greiðir Uni R. Debess frá. Crawling Blue er einasti almenni føroyski bólkur, ið leggur seg eftir at gera blues tónleik. Umframt høvuðs- drívmegina, Una R. Debess og Brand Jacobsen, eru Eyðun Jo - hanne sen á bass og Óli Olsen á rhodes og percussion við í Crawl ing Blue. Á fløguni er Kim Hansen við sum kórsangari, og Ólavur Olsen saman við trimum danum eru blásarar. Í arbeiðnum við bólkinum og fløguni, hava teir miðvíst hildið seg til blues tónleikin, sum er vørumerkið hjá Crawling Blue. – Hetta er bluestónleikur, bland aður við rokk, country og fólka tónleik. Tað er sjálvsagt saman setingin av okkum sum bólki, sum ger hendan sjangru- cock tailin, men høvuðsinnihaldið er blues, sigur Brandur Jacob sen, trummu leikari í Crawling Blue. Crawling Blue ger í løtuni klárt til stóra útgávukonsert, sum skal vera í Norðurlandahúsinum 28. mars. Tá verður fyrsta kon- sert spæld í minniligar tíðir. Bólk urin hevur ikki spælt síðan í august, tá hann spældi á ráð - stevnu í Noregi. – Tað verður fantastiskt, at sleppa at spæla aftur. Longu nú føli eg, at eri í ferð við at missa svøvnin av spenningi, sigur Uni R. Debess. Svangir eftir at spæla Tað verður gjørt nógv burturúr útgávukonsertini. Onkrar broytingar vera, við tað at Konny Kass kemur at spæla í staðin fyri útlendsku blásararnar. Harafturat verða Sámal Ravnsfjall og Hanus G. Johansen við á konsertini, sum verður tikin upp á dvd. - Vit hava ætlanir um at fara á konsertferð aftaná hesa konsertina. Fyrst kring landið, og síðan uttanlands. Fyri at fáa avtalur uttanlands, er tað ofta ikki nokk at hava eina fløgu, at vísa á. Tí tilfarið brýtur ofta so nógv frá hvussu konsertupp- livingin er. Tí skulu vit hava upptøkur frá konsertini at vísa á, greiðir Uni R. Debess frá. Okkurt gott er komið burtur úr longu bíðitíðini. - Vit hava flutt okkum nógv hesa tíðina sum bólkur. Vit hava spælt tilfarið eina ferð í gjøgnum, og tað ljóðaði mega gott. Eg haldi, at vit væl og virðiliga klára at liva upp til fløguna, og vit eru svangir eftir at sleppa at spæla, sigur Brandur Jacobsen. – Vit hava funnið okkara ljóð The Well, fyrsta útgávan hjá Crawling Blue, kemur á marknaðin 28. mars. Á fløguni eru 12 løg, sum Uni R. Debess og Brandur Jacobsen hava gjørt. Manningin telur Uni R. Debess, Brandur Jacobsen, Óli Olsen og Eyðun Johannesen. Høgni Magnussen hevur gjørt húsan, Janus á Húsagarði hevur teknað myndirnar, og Ólavur Jacobsen hevur teknað kápumyndina. Tað er Tutl, ið gevur fløguna út. FAKTA Aldubáran várkonsert á Listasavninum Leygardagin 14. mars 2009 kl. 16.30 verður forvitnislig várkonsert við Aldubáruni á Listasavni Føroya. Á konsertini er Aldubáran mannað við einari strúkikvartett, og tey, sum spæla, eru Sámal Petersen1. violin, Jón Festirstein 2. violin, Angelika Nielsen bratsj og Tóri Restorff Jacobsen sello. Á konsertini fara trey at spæla tríggjar strúkikvartettir. Ein er eftir Kára Bæk, og sum verður frumframførd. Hinar báðar eru frá í fjør, onnur eftir Atla Petersen og hin eftir Kristian Blak. Á konsertini spælir Angelika eitt solostykkið eftir Kristian Blak, ið eitur Álvarann, og Jón og Sámal spæla eina duo eftir Kára Bæk. Várkonsertin hjá Aldubáruni verður á Listasavni Føroya leygardagin klokkan 16.30, og atgongdin er ókeypis.