hósdagur 12. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2009
15
tíðindi
4 av teimum 7 starvsfólk
unum á familjudeildini á
Føroya Barnaheimi verða
nú uppsøgd.
Hetta er orsakað av tí
umlegging, sum almanna
stovan nú ætlar at gera.
Stjórin á Almannastovuni
hevur ført fram, at ongin
tørvur er á einum samdøg
urstilboði. Men so er ikki!
Vit hava í hesum sam
bandi nýtt høvið til at
kanna eftir, um ella hvussu
stórur tørvur er á eini sam
døgurs familjudeild í Før
oyum. Eftir at hava verið í
samband við fleiri barnar
verndartænastur og heilsu
frøðingar kring alt landið,
er niðurstøðan greið: Stór
ur tørvur er á familjudeild
ini! Ì løtuni eru familjur á
veg av landinum, tí pláss
ikki er á familjudeildini.
Kann væl verða, at familju
deildin ikki altíð hevur
verið fullsett, men soleiðis
er støðan ikki í dag.
Servitanin hvørvur
Familjudeildin á Føroya
Barnaheimi sá dagsins ljós
í 2002. Tað varð mett, at
tørvur var á eini familju
deild, sum kundi vera um
familjurnar alt samdøgrið.
Nógv orka var nýtt at
byggja eina servitan upp –
og tí var hetta eitt stórt
frambrot innan familjuvið
gerð í Føroyum. Familjur
hava áður havt eitt dagtil
boð, men hetta var ikki
nøktandi, og tískil varð
Familjudeildin á Føroya
Barnaheimi sett á stovn.
Starvsfólkini á Familju
deildini hava eina stóra
servitan innan økið og
hava bygt upp eina kompe
tansu skræddara seymaða
til føroyska samfelagið.
Stórur partur av hesum fer
nú fyri skeytið! Eitt stórt
afturstig fyri tær familjur,
ið hava brúk fyri sertil
boðum í Føroyum.
Óvirðulig tilgongd
Undiritaðu fakfeløg eru
rættiliga skelkað av hand
faringini av hesari til
gongd. Vit hava áður ført
fram, at starvsfólkini á
familjudeildini hava fingið
eitt tilboð um at fáa annað
starv í Almannastovuni,
men her er so onki ítøkiligt
tilboð komið frá Almanna
stovuni. Starvsfólkini hava
eisini víst á ymiskar loysn
ir, men hesar hava allar
verið kveistraðar til viks.
Starvsfólkini hava verið
undir stórum trýsti seinastu
tíðina.
Fakfeløgini høvdu ein
fund við landsstýriskvinn
una í almannamálum, Rósu
Samuelsen, mánadagin,
har greitt varð frá okkara
sjónarmiðjum. Men hesin
fundurin broytti onki.
Feløgini ynsktu, at freistin
var útsett, soleiðis at øll
viðurskiftini kundu verða
viðgjørd á ein virðiligan
hátt. Men heldur ikki hetta
uppskotið varð eftirlíkað.
Síðsta orðið í hesum
máli er ikki sagt. Her eru
so nógvir skeivleikar farnir
fram, og vit undra okkum
stórliga á hendan arbeiðs
háttin. Tað verður veruliga
“gamblað” við mannalagn
um – og starvsfólk og fak
feløg verða hildin fyri tað
turra spott!!
Vinarliga
Starvsmannafelagið
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya pedagogfelag
Stórur tørvur er á samdøgurstilboði á familjudeildini
Ein ungur drongur
keddi seg so illa, at
hann hevði tað mest
sum til frítíðarítriv
at sníkja seg inn til
eina ávísa familju um
náttina at stjala. Men
til endans feldi eitt
vakmyndatól hann
Húsfriður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var ein øgiliga foyur og
skammfullur ungur drong
ur, sum troppaði upp í
Føroya Rætti nú ein dagin
at standa til svars fyri sínar
gerðir.
Men tað var eisini eitt
heilt óvanligt mál, sum varð
útpenslað fyri dómaranum.
Drongurin er ákærdur
fyri tjóvarí og fyri at hava
brotið húsfriðin hjá eini
ávísari familju.
Og tað var ikki hissini,
hann hevði brotið stolið og
brotið húsfriðin.
Maðurin var ákærdur fyri
at hava verið inni hjá somu
familju einar fýra fimm
ferðir mitt um náttina og
stolið, ímeðan alt húsfólkið
lá og svav.
Harafturat
er
hann
ákærdur fyri at hava roynt
at sleppa sær inn í hesi
somu hús minst 30 ferðir á
náttartíð.
Tvær ferðir hevur hann
stolið eina farteldu, men
annars var úrslitið smáligt,
ein taska við ítróttarklæðum
og ymsum til persónliga
røkt
og
okkurt
annað
smáttarí.
Pissaði á kontaktina
At enda var tað eitt vak
myndatól, sum feldi tjóvin.
Í eini roynd at finna útav,
hvør tað var, sum gekk inn
til tey á náttartíð, høvdu fólk
ini í húsunum fingið sær
vakmyndatól og tey fingu
sær eisini sjálvvirkandi ljós
í gongina sum tendraði av
sær sjálvum, tá ið onkur
kom inn í gongina.
Og tað var júst tað, sum
hendi
seinastu
ferðina,
drongurin kom óboðin á
gátt á náttartíð. Ljósið
tendraði og hann varð fang
aður á eini mynd.
Men tá ið ljósið tendraði,
royndi hann, hvat hann
kundi fyri at fáa tað at
slókna.
Hann hevði ongi amboð
við sær, men hann var
kortini ikki ráðaleysur, tí
hann gjørdi ikki mætari enn
at pissa á kontaktina. Og
tað riggaði, tí ljósið slókn
aði, men tá varð ov seint.
Drongurin segði, at hann
kendi tey, sum búðu í
húsunum, tí talan var um
ein
gamlan
floksfelaga.
Men tað var bara einaferð,
at floksfelagin var vaknaður,
tá ið óbodni gesturin var
komin á gátt á náttartíð.
Keddi seg
Allir partar vóru samdir
um, at slík framferð var alt
annað enn vanlig
Men drongurin visti ikki
at siga, hví hann hevði
borið seg soleiðis at. Einasta
forkláring,
hann
kundi
koma í tankar um, var, at
hann hevði kedd seg so
óluksáliga illa, at hann fann
upp á hvat sum helst, fyri at
fáa okkurt at henda.
Ella var tað av berari
býttheit, helt hann fyri.
Drongurin er ongantíð
revsaður fyrr og hann hevur
eisini verið ein mynstur
borgari síðani hetta her.
Hann hevur nú fast ar
beiði, sum hann trívist væl í
og sum hann passar væl.
Alt hetta førdi til, at hann
sleppur undan at sita.
Hann fekk sostatt 30
dagar
treytaða
fonguls
revsing. Tað merkir, at hann
sleppur undan at sita, ger
hann onki annað revsivert
hesi bæði næstu árini.
Hann skal tó vera undir
eftirliti
frá
kriminalfor
sorgini og geva seg undir
treytir frá stovninum og tað
játtaði hann at gera.
- Yvir 30 ferðir var
ein ungur maður
óboðin famvið hjá
somu famulju mitt
um náttina ímeðan
tey øll lógu og
svóvu. Hann hevði
onga forkláring
upp á hesa heilt
óvanliga atburðin
uttan tað, at hann
keddi seg so synd-
arliga illa at hann
mátti finna upp á
okkurt spennandi
Sníkti seg 30 ferðir inn
til fólk at stjala