Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 51 - 13. mars 2009 Flokkarnir meta Sosialurin hevur spurt flokkarnar á Løgtingið, hvat teir fingu burturúr ráðstevnuni, Framtíð Føroya í Evropa A - Tað var áhugavert. Men teir tosaðu bara um trý ting. Kríggj, gjaldoyra og fisk. Kríggj er ikki ein trupulleiki hjá okkum, gjaldoyra hava vit og viðvíkjandi fiskinum vóru serfrøðingarnir ósamdir. Íslendingurin og norðmaðurin søgdu, at alt ber til, meðan tann innanfyri ES segði, at onki ber til. Eg helt tað eisini vera løgið, at teir bara tosaðu um, hvat sleppast kann undan, heldur enn, hvat vit kunnu fáa burturúr. B - Hon var áhugaverd. Og tað er so áhugavert, at Noreg, Føroyar og Ísland hava so líknandi áhugamál innan fiskivinnu. Hetta er nakað, vit kunnu fáa nakað burturúr, um vit megna at fáa hesi londini, sum eru uttan fyri ES at hava somu støðu til fiskivinnupolitikkin, sum ES skal hava kláran í 2012, sigur Kaj Leo Johannesen. Sum er sera fegin um vitanina, sum hann fekk lagt sær í skjáttuna viðvíkjandi teimum ókendu faktorunum í mun til ES, ríkisfelagsskapurin og fiskivinnu- politikkurin hjá ES. Somuleiðis leggur løgmaður dent á, at tað altíð verður keyparin, sum avger, um føroyingar arbeiða burðardygt, og tí mugu vit lurta betur eftir tilráðingunum um fiskiveiðu. C - Tað nýggja eg fekk burturúr er, at ES er í ferð við at endurnýggja fiskivinnupolitikkin. Tá er tað ein møguleiki, at Noreg, Føroyar og Ísland hava eina samda rødd mótvegis Brussel, so vit kanska fáa førkað fiskivinnupolitikkin onkran veg. Tá teir sjálvir viðganga, at politikkurin hjá ES hevur dumpað, so er áhugavert, hvussu vit kunnu ávirka politikkin, sigur Jóannes Eidesgaard. D - Eg var ikki til ráðstevnuna, tí hon var litað ein ávísan veg, og hon var somuleiðis rættiliga kostnaðarmikil. At løgtingslimir allir vóru meldaðir til, uttan at vera kunnaðir frammanundan, haldi eg somuleiðis vera skeivt, tí skal ein samlað kunning gerast til løgtingslimir, so skal kunningin verða gjørd av tí almenna, og ikki av einum privatpersóni, sum altíð hevur verið fyri ES, sigur Kári P. Højgaard. Ongin úr Sjálvsstýrisflokkinum var á ráðstevnuni. E - Eg helt, at ráðstevnan var nokk so einsíðug, og tað var týðiligt, at ein yvirvág av fyrilestrarhaldarum eru fyri ES. Hinvegin er tað altíð gott, at hoyra argumentir, mann ikki er samdur við, sigur Høgni Hoydal, sum er fegin um alla vitanina, sum kom fram. H - Eg fekk onki burturúr fyrilestrinum og fór avstað, áðrenn seinasta fyrilesturin, tí tað, sum íslendingurin segði, hevði onki uppá seg. Eg hevði veruliga væntað mær meira. Nógv meira, og Thorvald Stoltenberg virkaði sum ein maður, ið ikki vildi blandað seg ov nógv, hóast hann helt ein sera góðan og fangandi fyrilestur. Hann var bara ikki um tað, sum eg roknaði við, at hann fór at vera um, sigur Jenis av Rana. Hann leggur tó dent á, at hann onki hevði ímóti at vera til fyrilesturin. - Mann kann bara gerast klókari av kunning, og tí er ongin orsøk at seta seg aftur, sigur formaðurin í Miðflokkinum. eij. Krevja sáttmálalønina Arbeiðarafelagið á Akranesi í Íslandi er sera misnøgt við, at tað stóra vinnufelagið HB Grandi sýtir fyri at rinda arbeiðsfólkinum á flakavirkinum ta lønarhækking, sum tey sambært sáttmálanum áttu at fáa frá 1. mars. Tað hevur serliga vakt ans hjá teimum misnøgdu, at tann 3. apríl skal aðalfundurin í HB Grandi taka støðu til eitt uppskot frá nevndini um at rinda eigarunum átta prosent í vinningsbýti í 2008. HB Grandi hevði 16 milliónir evrur í avlopi í fjør. Arbeiðarafelagið á Akranesi tók ikki undir við, at fakfeløgini skuldu sleppa sínum lønarhækkingum orsakað av støðuni í landinum. Kirkjan skal vera sjálvstøðug Kirkjunevndin hjá grønlendska Landstinginum hevur mælt landsstýrismanninum í kirkjumálum, Tommy Marø, til at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal hava til endamáls at geva grønlendsku kirkjuni støðu sum ein sjálvstøðug fólkakirkja. Nevndin leggur afturat, at nú Grønland fær sjálvstýri um stutta tíð, er tað umráðandi, at kirkjan er sjálvstøðug og ikki skal vera undir beinleiðis stýring hjá sjálvstýrismyndugleikunum. Á ráðstevnuni, sum tingnevndin vil hava, skulu fakfólk, politikarar, prestar og umboð fyri meinigheitir luttaka. Ráðstevnan skal haldast, áðrenn Landstingið fer at viðgera eina nýggja kirkjuskipan, skrivar KNR. Thorvald Stoltenberg, fyrrverandi norskur uttanríkisráðharri, legði út við at siga, at hann ikki vildi læra føroyingar um ES, og helt seg tí ikki heilt til vinkulin, men hann hevði í staðin ein fyrilestur um solidaritet og kríggj, sum hóast alt vísti á hansara áhuga í ES Ráðstevna Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast ymiskt er, hvat ym isku áhoyrararnir fingu burtur úr ráðstevnuni, Fram tíð Føroya í Evropa, so hevði 78 ára gamli Thor- vald Stoltenberg ein fyri- lestur, um hvussu týdningar- mikið tað er, at lond taka seg saman í felagsskapir fyri at fyribyrgja kríggi, umframt, at vónin er tað einasta vit veruliga kunnu nýta. – Eg var einaferð til tíð- indafund saman við Havel, sum var Tjekko-Slovakiskur forseti. Tá varð hann spurd- ur, um hann var optimist. Svarið gloymi eg ongantíð. »Eg eri ikki optimistur, tí eg haldi ikki, at alt fer at ganga væl. Men eg eri held- ur ikki pessimistur, tí eg haldi ikki, at alt fer at ganga illa, men eg eri vónandi, tí vónin er tað sterkasta vit eiga, og uttan hana er lívið onki vert« og hetta er tað vit kunnu gera, greiddi Thor vald Stoltenberg frá. Tørvurin Samstundis greiddi hann frá, at tað ikki av vælvild, at vit ikki kríggjast, men at tað í nógv størri mun er talan um tørvin, vit hava, hvør á øðrum. - Eg hevði ein fyrilestur í einum skúlaflokki í Noregi. Tá var tað eg greiddi frá, um kríggið, annan Heims- bardaga, og at Frakland og Týskland kríggjaðust. Hesum flentu børnini at, tí tey ikki kundu ímynda sær kríggj millum hesi lond. Og tað er tað heldur ikki í dag, men hetta kemur av, at lond ini hava so nógv sam- band, og tí mugu tey loysa ósemjur á friðarligan hátt. Hetta er eisini nakað vit síggja alsamt meira, tí sam- starv millum lond verður alsamt vanligari og neyð ug- ari. Friðarliga kollveltingin Sum tann vónandi maður Thorvald Stoltenberg er, so væntar hann, at vit í løtuni eru um at síggja eina frið- arliga kollvelting ímóti eini nýggjari og góðari heims- ordan. - Hvørja ferð vit hava broytt heimsordanina, so hevur tað verið eftir kríggj. Kalda kríggið var tann sein- asta, og í løtuni hava vit onga, men eg vóni og trúgvi, at vit eru í ferð við at síggja eina friðarliga kollvelting, har fólk koma hvørjum øðrum meira við, tí heimurin gerst minni og minni. Eisini mugu vit altíð minnast til, at fátækadømi er ikki er ein trupulleiki hjá okkum nú, men vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, og tá kann tað vera, at børnini hjá okkum fáa trupulleikar av tí, segði hann. Hann greiddi eisini frá, hvussu vit ferðast alsamt meiri, og tí koma vit spakuliga at vera meira tolsom, hvør móti øðrum. Alt í alt kann sigast, at Thorvald Stoltenberg er ein vónandi maður, ið er bjart- skygdur um heimsstøðuna í dag. Rás 2 var eisini í Norð ur- landahúsinum í gjár, og fyrilesturin hjá Thorvaldi Stoltenberg verður at hoyra á rásini í nærmastu fram- tíð. Vónin sterkasta svørðið Í gjár hevði Thorvald Stoltenberg ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har hann greiddi frá, hvussu hann heldur, at heimurin er háttaður, og hvussu hann kann vera háttaður Mynd: Jens Kristian Vang