Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 • 13. mars 2009 Vikuskifti 4 Tey flestu kenna søguna um tónleikaverkætlanina, ORKA, sum líka sum jesusbarnið, varð føtt í einum fjósi. ORKA sá kortini dagsins ljós langt frá Betlehem býi. Innan Glyvur er staðið, hendan hendingin fór fram, fleiri enn 2000 ár seinni. Tað var ein skúlaverkætlan, Jens L. Thomsen hevði fingið, sum innibar at gera tónleik burturúr lutum úr sínum umhvørvi. Hvat er tá meir upplagt enn at fara í gamla fjósið, sum fjaldi eina ørgrynnu av lutum, ið egnaðu seg sum ljóð? Saman við øðrum fór hann í fjósið at finna fram lutir og amboð, ið vanliga eru at finna í einum fjósi. Á leið 40 fólk vóru vitni til hesa konsertina gamlaárskvøld 2005, og sum gjørdist til fløgu- og dvd útgávuna, Livandi Oyða, ið kom á marknaðin í fjør. Tað skuldi vísa seg, at Jens L. Thomsen rakti plett hatta kvøldið í fjósinum hjá pápanum. Ikki einans vekir ORKA ans millum føroyskar fjepparar, men úti í heimi standa konsert- og festivalfyrireikarar við opnum ørmum, til reiðar at taka ímóti ORKA. Og tað er eitt stórt setup, sum tað kallast á tónleikamáli, tá ORKA skal avstað. Fimm mans skulu avstað, og ljóðførini eru viðkvom og fylla nógv. - Men vit elska at fara avstað, sigur hann, og gleðin lýsir úr smílinum bert við tankan. Høvuðsskrivstovan Innan Glyvur Í einum einsamøllum húsum Innan Glyvur situr hesin maðurin, sum bæði The Observer og DR1 í hesum døgum sveima um. Enska blaðið og danska sjónvarpsrásin eru komin til Føroya fyri at hitta ORKA, og hava lagt sær leiðina Innan Glyvur. Her er høvuðsskrivstovan hjá ORKA, og her situr Jens L. Thomsen við telduna og arbeiðir. - ORKA var í veruleikanum bara ein roynd, sum vísti seg at rigga ótrúliga væl, greiðir Jens L. Thomsen frá um upphavið til ORKA. - Tað hevur síðani gingið ótrúliga væl hjá okkum. Vit hava – Eg vil forelska meg í tí eg geri Eitt av listafólkunum, ið varð heiðrað við starvsløn úr Mentanargrunninum, varð Jens L. Thomsen. Hann er meistaraheilin handan tónleikaverkætlanina ORKA, ið hevur høvuðsskrivstovu Innan Glyvur. Alt, sum hann ger, hevur røtur í hansara stóru passión, listini. – Eg vil forelska meg í tí, sum eg geri, sigur tónleikarin, sum eina ferð umhugsaði at gerast bóndi Samrøða Eilen Anthoniussen blaðkvinna eilen@sosialurin.fo Jens L. Thomsen heima Innan Glyvur við eini lp og eini fløguútgávu av Livandi Oyða. Sjálvur dámar honum best at seta eina plátu á, heldur enn fløgu. – Plátan gevur eitt nógv betri ljóð, sigur hann Mynd: Jens Kristian Vang