fríggjadagur 13. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2009
15
Fleiri hendur til arbeiðis,
betri bjálvaðir bústaðir og
almennir bygningar. Hetta
eru partar av avleiðing
unum av “Grøna Vakstrar
pakkanum”, sum harum
framt hevur við sær minni
oljunýtslu og harvið lægri
rakstrarkostnað bæði fyri
vanliga húsarhaldið og fyri
tað almenna. “Grøni
Vakstrarpakkin” minkar
eisini munandi um før
oyska útlátið av CO2
P
ensjónistar og fyritíðarpen
sjónistar verða tey, ið fyrst
merkja ítøkiligu átøkini í Grøna
Vakstrarpakkanum. Tað gera
tey longu fyrsta dagin, tá ein
kunngerð frá landsstýrismanni
num í fíggjarmálum verður lýst,
sum gevur heimild til, at hesi
aftur kunnu fáa bjálvingar
stuðul.
Hetta merkir í roynd og veru,
at pensjónistar nú fáa møgu
leika at bjálva og nútímansgera
hús síni, uttan at tey hava
beinleiðis útreiðslur av íløguni.
Skipanin við bjálvingarstuðuls
láninum er soleiðis háttað, at
skuldin verður tinglýst í húsi
num og ikki kravd inn, fyrr enn
húsið skiftir eigara.
Orkulán til øll
Næsta stig verður møguleikin
fyri serliga lagaligum orku
lánum til øll føroysk sethús.
Sum part av Grøna Vakstrar
pakkanum fer Jóannes Eides
gaard, landsstýrismaður, at
leggja uppskot fyri tingið, sum
inniber, at Húsalánsgrunnurin
skal veita hesi lán, umframt at
grunnurin eisini fer at veita
fígging til serligar lutaíbúðir,
vardar íbúðir og aðrar byggi
verkætlanir av slíkum slag.
Politiska ætlanin er at broyta
endamálið við Húsalánsgrunn
inum og Bjálvingarstuðlslánsgr
unninum og býta virksemið upp
í trý høvuðsøki:
Bjálvingarstuðul og orkulán
til pensjónistar
Orkulán við lagaligari rentu til
øll hús í Føroyum, har
endamálið er at minka um
oljunýtsluna og CO2 útlátið.
Lagalig lán til lutaíbúðir til
fólk við serligum tørvi, vardar
íbúðir og aðrar byggiverk
ætlanir av slíkum slag.
Pakki við stórum vinningi
Grøni Vakstrarpakkin er
veruliga ein pakki við stórum
vinningi. Higartil havi eg bara
nevnt ein part av innihaldinum.
Men hóast tað, so hava hesi fáu
átøk nógvar positivar avleið
ingar við sær á fleiri økjum.
Pakkin hevur í øllum førum
sosialan, grønan og búskap
arligan vinning við sær.
Sosialur vinningur
Taka vit fyrst tann sosiala
vinningin, so ber skjótt til at
staðfesta hann soleiðis:
· Pensjónistar sleppa í
prinsippinum kostnaðarleyst at
bjálva húsini
· Familjur fáa lagalig lán til
tað sama
· Hetta sparir tey fyri stórar
orkuútreiðslur
· Byrgt verður upp fyri
arbeiðsloysi, tí slíkt arbeiði er
ógvuliga virksemisskapandi
Grønur vinningur
Grøni vinningurin veksur so
hvørt eitt hús verður bjálvað.
Privatir bústaðir og aðrir bygn
ingar standa fyri 30 prosentum
av samlaðu føroysku oljunýtsl
uni og harvið eisini einum
stórum parti av føroyska CO2
útlátinum.
Sambært frálíka álitinum hjá
Umhvørvisstovuni “Skjótt
syftir seiðir og tað tunga takið”,
so ber til at minka samlaða
føroyska CO2 útlátið við 6 til 8
prosentum, um farið verður
miðvíst í gongd við at bjálva og
tetta sethús og aðrar bygningar.
Orkulánini eiga møguliga,
umframt at veita stuðul til
bjálving, eisini at veita stuðul til
at skifta út gamlar hitaskipanir.
Verður til dømis møguleiki at
skifta gamla ketilin út við ein
nýggjan, ber sambært Umhvørv
isstovuni til at minka samlaða
útlátið við 3 prosentum afturat.
Tískil gevur Grøni Vakstrar
pakkin okkum møguleikan at
koma eitt stórt fet víðari í
royndunum at vísa solidaritet
við heimin og komandi ættarlið.
Vit kunnu við hesum gera
okkara til at byrgja upp fyri
veðurlagsbroytingunum. Verða
áðurnevndu átøk nóg víðfevnd,
kunnu tey lækka føroyska
útlátið við upp til 11
prosentum.
Grøni vinningurin er tískil
· At CO2 útlátið lækkar
munandi
· At Grøni Vakstrarpakkin ger
mun í veðurlagsátøkunum
· At vit verða minni tengd at
oljubúskapinum
Búskaparligur vinningur
Búskaparligi vinningurin er
eisini stórur av Grøna Vakstrar
pakkanum. Hann økir nevniliga
munandi um virksemið í landi
num, nú vit annars eru í niður
gangstíðum. Tí júst slíkar um
vælingar eru mest virksemis
skapandi íløgurnar, sum til ber
at seta í verk. Tað vil við øðrum
orðum siga, at hetta er eitt
ógvuliga gott tiltak at byrgja
upp fyri einum ov ógvusligum
vøkstri í talinum av arbeiðs
leysum.
Sambært einum yvirliti, sum
Vinnumálaráðið hevur gjørt,
fara 65 prosent av íløgukostn
aðinum í slíkar verkætlanir
beinleiðis út aftur í umfar í
samfelagnum. Hetta tí, at
lønarparturin av einari íløgu til
at umbyggja og umvæla bygn
ingar er heili 65 prosent.
Yvirlitið frá Vinnumála
ráðnum sær soleiðis út:
· 65% til at umbyggja og um
væla bygningar
· 50% til nýbygging av
bygningum
· 3540% til vegaverkætlanir og
helst enn minni til tunnils
ætlanir
Og júst hesi tølini stuðla
eisini upp undir aðrar partar av
Grøna Vakstrarpakkanum.
Millum annað puljan á 15 mió.,
sum er sett av á fíggjarlógini til
at bjálva almennar bygningar.
Og síðani eisini tilgongdin hjá
samgonguni at flyta nakrar av
íløgunum í grót og betong yvir
á nakrar meira virksemisskap
andi íløgur, sum t.d. viðlíkahald
og annað.
Búskaparligi vinningurin er
tískil
· At dygdin av samlaða
bústaðarhópinum verður bøtt
munandi
· At virksemið í landinum
verður økt og harvið verður
byrgt upp fyri vaksandi
arbeiðsloysi
· At stórur partur av íløgu
upphæddunum fara í umfar og
koma inn aftur í landskassan
sum skattur og avgjøld
· At føroyska samfelagið
verður minni tengt at olju
búskapinum
Breið semja um pakkan
Ábendingar í orðaskiftinum á
løgtingi hava longu víst, at
tankarnir hjá Javnaðarflokki
num um ein grønan vakstrar
pakka hava breiða undirtøku í
tingsalinum. Tí er væntandi, at
ein stórur partur av átøkunum
samgonguni í Grøna Vakstrar
pakkanum verða samtykt við
stórum meiriluta, har flest allir
andstøðutinglimir eisini eru
við. Tað er sjálvsagt at gleðast
um, tí lítil ivi er um, at hesi
átøk veruliga kunnu vera við til
at fáa hjólini at mala skjótari
aftur í Føroyska samfelagnum.
Tað eru smáar 400 milliónir
krónur til taks aftan fyri fyrsta
part av “Grøna Vakstrar
pakkanum”.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Grønur vakstrarpakki
í eygsjón
tíðargreinin
John Johannessen,
form., Javnaðarfl. á tingi
Tíðargreinin