fríggjadagur 13. mars 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 • 13. mars 2009
Vikuskifti
14
Røða, Jógvan Fríðriksson,
biskupur, helt á Ársins Leiðaradegi
Fólk flest liva lívið í einari javn
vág, ið fáur gevur gætur. Tað eru
tilverunnar kor og endurtøkur
lívsins, ið skapa eina vana
hugsan. Soleiðis hava vit gjørt,
og soleiðis verður frameftir.
Tilveran eggjar til vanahugsan,
tí hvør dagur byrjar um morgunin
og endar um kvøldið. Ímillum
morgun og kvøld renna vit aftan
á klokkuni, og soleiðis sæð er
eingin stórvegis broyting.
Ístaðin fyri at hugsa og taka
eina sjálvstøðuga avgerð, renna
vit øll við streyminum, og við
streyminum er altíð viðrák, so
leingi sjóvarfallið liggur. So eru
kyrrindi, ið vit við búskaparlig um
brillum kunnu kalla Time Out. Og
so brádliga rekur ímóti, og vit
hava mótrák, ið vit kalla kreppa.
Sjómaðurin veit, at sjóvarfallið
liggur seks tímar. Hin skriftkøni
veit, at talan er um sjey feit
og sjey rak ár. Øll heimssøgan
prógvar enntá fleiri ferðir í 20.
øld, at búskapar og samfelags
viðurskiftini broytast. Viðhvørt
kemur umskifti eftir eini nátt.
Havandi hesa vitan í huga,
eigur kreppan ikki at koma so
óvart á nakran. Skilagott er at
lesa lívsmynstur teirra gomlu,
og tey gomlu søgdu, at hetta er
gott at goyma til verri tíðir. Vit,
ið eru so yvir upplýst og liva í
einum samfelag við høgari vitan
og framkomnum tøkni. Í einum
samskiftis og vitanarsamfelag við
lærdómi og vísind kemur kreppan
óvæntað.
Tað er ein løgin kensla, at
tann lærda vitanin ikki veit tað,
ið tann ólærda vísindin visti av
handahógv og lívsroyndum. Við
at kenna søguna og vera tilvitað
ur um nútíðina kunnu vit gera
metingar um framtíðina.
Tómleikans fylla í
fyltari vælveru
Atburður fólksins í góðum og
vánaligum tíðin líkist sær sjálv
um. Vit fylgja við. Nøkur eru
fremri enn vit í møguleikum, men
vit vilja øll frameftir, tí tað at
standa í stað er eitt afturstig.
Eisini búskaparliga góðar tíðir
reka menniskju út í eina kreppu.
Talan er um eina menniskjansliga
kreppu, tað at vit hava torført
at fóta okkum í øllum meldri av
møguleikum. Tann menniskjans
liga kreppan kann føra til eina
sosiala og búskaparliga kreppu
fyri hin einstaka og tey avvarð
andi. Ein slík kreppa verður í
góðum tíðum avroknað og goldin
av samfelagnum, tí almenna
húsarhaldinum.
Í ringum tíðum er kreppan so
mikið størri, hóast mynstri er
broytt. Nú byrjar kreppan við
búskaparligari niðurgongd, ið
síðani førir til eina persónliga
kreppu vegna uppsøgn,
arbeiðsloysi og væntandi tøkan
pening. Tann persónliga kreppan
elvir til eina menniskjansliga og
sosiala kreppu, sum tað almenna
vegna kreppuna ikki megnar
at avrokna og gjalda. Og so er
kreppan fullkomin.
Lívið er ikki einfalt, og tað er
torført at greina tilverunnar kor til
lítar. Men, nakað bendir á, at vit
ikki veruliga skilja, at vit viðhvørt
renna til onga nyttu. Renna undan
lívinum eftir nøkrum, ið kann
gjalda prísin fyri tað, ið vit missa,
meðan vit renna fyri lívinum.
Tómleikans fylla í fylltari vælveru.
Menniskjan einsog
hønur, ið verða
fóðraðar
Torført er at lýsa støðuna í
mynd um, tí myndirnar er avlag
andi. Vit mega hava virðing fyri
hinum einstaka menniskjanum og
virðing fyri samfelagnum.
Ein kendur føroyingur lýsti
einaferð ta andaliga landslagið í
Føroyum soleiðis : “ Vit eru sum
ein flokkur av hønum, ið verður
fóðraður. Kastar húsbóndin ein
nevna av korni til vinstru, ja so
eru allar hønurnar har. Kastar
húsbóndin ein neva av korni
til høgru, so eru hønurnar har.
Menniskjan, vit eru sum hønur
nar. Ístaðin fyri at eta í friði og
náðum, so er altíð betri aðra
staðni. Vit renna ímillum, og
renna okkum um koll.
Eisini tímiliga hendir tað sama.
Øll vilja eta úr somu krubbu.
Gongst einum væl, so vilja vit
hava lut í ágóðunum. Og tá
krubban er tóm býtast hestarnir,
sjálvt um teir mangan áður hava
runnið um kapp sama teini í sátt
og semju.
Kreppan sum væl
eydnað skurðviðgerð
í sálini
Kreppan sigur í roynd og veru ikki
annað enn tað, vit øll vistu fór
at henda. Vit vistu bara ikki nær,
og hvussu stór niðurgongdin fór
at vera, um kreppan var lítil ella
ovurstór og svár.
Tað minnir um sjúklingin, ið væl
visti um sjúkuna, men ikki gav
sær stundir at fara til læknan,
fyrr enn likamið ikki orkaði meira.
Neyðin lærir nakna kvinnu at
spinna.
Kreppan er svár og torfør, og
talan er um ein dýran prís at
gjalda hjá øllum. Svárast er støða
teirra, ið arbeiðsleys og ikki hava
sámiligt gjaldføri.
Um tað er nakað jaligt við
kreppuni, so kann tað vera, at vit
hugsa øðrvísi um lívið enn áður.
Eru onnur virðir til? Ella skulu vit
í framtíðini gera størri íløgur í
sjálvt lívið, trivnaðin, familj una,
børnini og tey gomlu. At gera
eina íløgu í sjálvt lívið er eitt
lívsverk.
Vit hava sæð, at tilveruni tørvar
fleiri bein at standa á. Eitt av
teimum er búskapur og fígg
ing. Eittannað bein at standa á,
ið annars avmarkar kreppuna,
eru lívsvirði, tað at geva sálini
gætur.
Kreppan, álvaratos í álvara og
gaman
Kreppan broytir menniskju,
avlagar lívsmynstrið og rekur
eina fjøld av fólki út í ráðaloysið.
Hugburðurin til sjálva tilveruna
broytist. Og hvørja ferð eitt
menniskja missir móti ella
lívsviljan, er kreppan orsøk til
stóran skaða.
Sjálvt um kreppan er ein
heimskreppa, so er tað eingin
undanførin hjá okkum í Føroy um.
Eru vit heimsborgara, so hava
vit okkara ábyrgd av kreppuni.
Um ikki, so spæla vit fólk í húsi.
Eyðvitað hava okkara ábyrgd,
sjálvt um hon í vavi er avmarkað.
Tað er ein kreppa við síðuna av
kreppuni. Tann stóra kreppan er
fylgjan av tí fíggjarligu kreppuni.
Vit plaga at hoyra læknar tosa um
sjúkuna, at hon er torfør at lekja,
men vit kunnu lekja symptomini.
Eisini kreppan hevur síni
eyðkenni, og eyðkennini eru
ein mental kreppa. Máttloysi,
vónloysi og ein svartur dagur.
Henda kreppan er sjálv kreppan.
Tann mentala kreppan ger
fíggjarkreppuna enn størri, tí
torført er at bróta upp um armar í
máttloysi.
Vit mega ikki falla í fátt, tí
eisini hesa kreppuna fara vit
at klára. Men prísurin er høgur.
Meðan vit arbeiða okkum
uppundan, eiga vit at rigga okk um
til, so vit um eini fimtan / tjúgu ár
er før fyri at taka ímóti tí næstu
fíggjarkreppuni. Og hon kemur, so
satt søgan endurtekur seg.
Tað var trettanda kvøld, og
vit hugnaðu okkum óført. Pápi
var glaður og vælnøgdur, hann
frøddist um, at tað gekk ímóti
ljósari tíðum. Sólin kom hægri
á luftina og dagurin longdist.
Vár var fyri framman, og so kom
summarið.
Tá letur í abba, ið dapur í ásjón
og álvarsliga segði við sonin : “
Sonur mín, Frederik, gleð teg ikki
for tíðliga. Tað myrknar skjótt
aftur.”
Tómleikans fylla í fyltari vælveru
Menniskjan eins og hønur, ið verða fóðraðar
Kreppan sum væleydnað skurðviðgerð í sálini
Kreppan, álvaratos í álvara og gaman
Hvat eyðkennir atburðin
hjá fólki í krepputíðum?
Jógvan Fríðriksson, bispur,
helt fyrilestur á Ársins
leiðaradegi fyrr í ár
Mynd: Gissur Patursson