fríggjadagur 13. mars 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 51 - 13. mars 2009
H
óast Jóhannus og Hjalti telvaðu
á hvør sínum borði í kvøld,
annar hinumegin og hin hesumegin
perluportrið, emotionelli trúboðarin
versus ísakalda vísindamanninum, so
prógvaðu sjónvarpsfólkini í kvøld, at
tað ber til at gera viðkomandi og
stak góðar sendingar í og úr føroysk
um jørðildi. Upptøkurnar umborð á
Magnusi Heinasyni, samrøðurnar við
hin væl útborna Petur Steingrund,
hini úr valaliðnum hjá Hjalta og
samanumtøkan í kjakinum var ein
frálík lektión og millumgonga við
víkjandi tí faktorinum, sum mestur
av øllum avgerð lív og líkindi tjóða
rinnar. Fiskivinnan, og tað sum úr
havinum kemur. Ein F Faktor.
M
est slitna hugtakið í
landinum er útsøgnin hjá
Heðini Brú: ”Ongin býr í Føroyum
av praktiskum orsøkum.” Tað, sum
stóri rithøvundurin í grundini sigur,
er, at uttan mál, mentan og ein sam
leika, sum er sterkari enn materiella
sigulmagnið handan høvini, verður
øskukalt í Føroyum.
F
yri góðum tvey hundrað árum
síðani var Svabo ivaleysur um,
at føroyskum máli varð ikki lív
lagað. Tærið hevur tó verið so frægt,
at tað í eftirglóðini av europeisku
tjóðskaparrørsluni – góð hundrað ár
seinri varð skipað fyri fundi í ting
húsinum. Somikið umráðandi hava
menn hildið tað verið, at fremja
dugandi leik tjóðini at frama, at teir
bjóðaðu til fundar í tinghúsinum
annan jóladag í 1888, har samráðast
skuldi um at verja Føroya mál og
Føroya siðir. Eitt slag av eini autori
satión ella ein formalisering av tí
tjóðskaparrørslu, sum síðani kollvelti
hugsan fólksins og broytti sam
felagið út í tess ytstu liðir, ja, ein
gigantisk national metamorfosa.
Ú
r hjørtum, barmum, hondum
og heilum vaknaðu skøld,
høvundar, listafólk av øllum handa
slagi, tónasmiðir, tónleikarar,
trúboðarar, kennarar, háskúlamenn,
akademikarar, fróðskaparsetursmenn
og týðarar. Tjóðarbyggingin fór
akandi ígjøgnum samfelagið sum
ein kulturellur bulldozari. Øll leiðin
til mansins hjarta gekk ikki longur
ígjøgnum búkin. Hetta var dubbing
við lít. Bardúnurnar undir samleik
anum herdust og tjóðin vaks í mekt
og mæti. Undirstøðukervið hjá eini
modernaðari tjóð í hesum úthavs
oyggjum, í mun til meginlandið
sunnanfyri, var lagt. Egin sigul so
magnfullur, at hóttafall tóktist ikki
at kunna koma á hann aftur.
V
it fingu bløð, skaldsøgur,
upp í leypar av yrkingum,
sjónleikir, heilagu skriftirnar á
móðurmálinum, føroyskar skúla
bøkur, týddar bøkur úr øðrum
tungumálum, útvarp og sjónvarp.
Onkursvegna tykist tað, sum at
eftirglóðin frá jólafundinum var so
væl trimmað, so væl kálvfødd, at
føroyski samleikin stóð rákinum
uttaneftir kurl og væl tað.
T
eir eldru útvarpsmenninir,
uppfløskaðir í elituskúlanum
hjá Niels Juel Arge, plaga at taka til,
hvussu teir argingarsamir plagdu at
leggja eina plátu hjá Bamses Venner,
Kaj Løvring ella Shubidua á
grammofonina í døgverðatónleik
inum, táið Finnbogi Ísakson hevði
tíðindavakt, og var ávegis út úr
studioklivanum aftur. Tá hann
varnaðist hetta, skuldi hann illfýsin
taka til: ”Er tað ongin sum kann
steðga hesum danska pjattinum?”
Kreddan í Útvarpi Føroya var
føroysk tjóðarbygging par exellance.
Í
lýsingini ímorgun, nakað fyri
morgunlesturin, fingu vit tey
friðsælu gleðiboð frá kringvarps
stovninum, at ein, ið rópar seg
Blackman, hevði givið føroysku
songkvinnuni, Lindu Andrews, eina
umbering fyri eina ónærisliga
viðmerking í danskari boulevardavís.
Sjálvsagt eitt triks, fyri at vaksa um
onkran áhuga. Tað sigst annars, at
hesin danski Blackman er sjefdomp
tørur í eini danskari undirhaldssend
ing, í donskum sjónvarpi, har hendan
Linda roynir seg sum karaoke
songkvinnu. Danskt plagiatpjatt, sum
onkursvegna savnar hina alt meira
mentanarliga merglopnu donsku
tjóðina. Ein danskur paralellur til
skálatraðarpubbina Glitnir, har tað
sigst, at ein og hvør glaður amatørur
sleppur at syngja við sínum egna
nevi. Líkamikið hvussu mangar
rákar viðkomandi annars hevur
fingið sær uppí nevið. Lívið er
sjónleikur og breyð.
T
ó ikki eittans. Undirstøðu
kervið skal røkjast og mennast
áhaldandi. Varð spurdur um hesa
tølandi X Factor sending, í eini
morgunsending hjá Rás2, fyri fáum
døgum síðani, og av góðum grund
um bar tað illa til at gera neyvar
viðmerkingar, fyrst og fremst tí at eg
onki sjónvarp eigi, og í øðrum lagi,
tí hugurin ikki stendur til danskt pjatt
av hasum slagi. Til tað er lívið ov
stutt og dýrabart. Táið eg nú av ein
hvørji orsøk hevði fingið eina mikro
fon stungna uppundir nasagluggar
nar, nýtti eg høvið til, við mínum
avmarkaða grundarlagi, at hugleiða
eitt vet um støðuna á føroyska
mentanarpallinum.
T
að finst ein dalsaki av mentan
ararbeiðarum í Føroyum. Rein
dyrkaðir idealistar tey flestu. Filan
tropar. Korini tey virka undir eru
ússalig, hóast batar hava verið hesi
seinastu árini. Støðan er kortini ring,
og orsøkin er helst hon, at vit hava
undirmett mentanarligu flóðalduna
uttaneftir, í navninum hjá tí heilagu
globaliseringini, sum nú eisini er
ávegis at kollrenna materiuna í ótálm
aðu kapitalismuni og rena hana
ørmundarhúsið.
J
avnvágin, sum teir gomlu
nationalromantikkararnir megn
aðu at halda við síni framleiðslu, er
skeiklað. Skeiva vegin. Vit hava
fingið eitt mentanarligt undirskot í
mun til magnfulla kontinentalsigulin,
sum bítur seg fastari fyri hvønn dag
sum gongur. Gerandisdagurin hjá
okkum, sum nú liva, er so ófatiliga
nógv øðrvísi enn hann var hjá
ættarliðnum undan okkum. Tíðin
frammanvert skíggjum og teldum
økist, og serliga visuella megin ger,
at hyggjarin til endans verður gøll
hildin í einum fremmandum gerand
isdegi. Samleikin trevsast og broytist
síðani til endans verður tú tað tú
hoyrir og sært. Tá er stutt eftir, til tú
gerst ein bastardur á tínum egnu
lívslunnindum, og endar sum kúgv í
flóri. Tað sigst, at tað er komið hartil,
at føroysk børn í barnagørðum
samskifta við danskari tungu, og tá
er tað komið at teimum mørkum, at
mann fer at leingjast aftur eftir fleiri
ættarliðum í sama húski, har væl
kálvføddar ommur sprændu anda og
mentanarligt fóður inn í svanga og
móttøkuføra mergin. Sjálvandi eitt
nostalgiskt afturhvarv, men málið má
loysast onkursvegna. Kanska við at
nýta eitt støðugt vaksandi tal av
pensionistum sum mentanarberar í
vøggustovum og barnagørðum.
M
iðlarnir, sum fylla almenna
rúmið, gerast alt meira
fremmandir. Serliga danskir. Loft
snældur varpa áhaldandi alt handa
slag av undirhaldi niður yvir hesi
hálvt hundrað túsund fólkini í norð
urhøvum, sum bara eru her, tí at tey
liva í einum sosialum solidariskum
felagsskapi og tí at tey aka á sama
mentanarliga og tjóðskaparliga
undirstøðukervi. Orsøkin er ikki
praktisk. Politisku viðurskiftini gera
eisini, tað vita vit, at donsk kultur
imperialisma, er ein sjálvsagdur lutur
í politiska imperialistiska høpinum
annars. Danir eru dystin lærdir í
stjórnarkynstri, og júst hendan sam
anflættingin er klassisk. Men sum
Jóanes Bóndi tók til, hví eru vit líka
tolin hóast vit sjálvi verða stolin?
O
nkur situr nú eftir við tí
hugsan, at hetta er ikki annað
enn national undirlutakensla. Grenj.
Humbukk. Kridlin heimføði. Lat
meg heldur rópa tað nationalar
kaldar føtur. Tí vit hava ikki megnað,
á sama hátt sum tey undanfarnu, at
røkja og menna tjóðskaparliga arvin.
Vit liggja fyri íla í tjóðarbyggingini.
Tað kann politiska heimastýrisskip
anin – hvat ilt ið hon annars er –
gera nakað við. Men tað krevur orku
og tað krevur íløgur. Og hartil, at
hjørtu og heilar aftur fara at duka
fyri føroyska samleikanum.
F
øroyskt frálæringartilfar má og
skal í alt størri mun út í
føroysku skúlarnar. Ein almennur
grunnur, ið framleiðir upp í bingjur,
heldur enn til gløggar føroyskar
barnaheilar, bara tí at lítið og onki
samstarv er ímillum almenna og
kommunala myndugleikan í landi
num, má kikkstartast av nýggjum.
O
g lat meg sláa tað fast við
sjeytummaseymi, at táið eg
av tingsins røðarapalli róði
framundir, at kringvarpsgjaldið átti
at verið tikið av, og stovnurin seldur
fyri hægstbjóðandi, so stakst hetta
uppá, orsakað av tí innansyndis
argumentatión, at megnar stovnurin
ikki at virka samsvarandi hugtaki
num og ásetingini, sum gjørd er
kring publicservice høpið, so er
legitimiteturin undir kringvarps
gjaldinum burtur. Tá virkar stovnurin
á kommersiellum subjektivum støði,
og eigur ikki frumburðarrættin til
fólksins verðar. Mín hugsan er og
hevur alla tíðina verið, at júst
almennu stovnarnir, í núverandi
kringvarpsstovninum, mega verða
katalysatorarnir og bularnir í tjóðar
byggingini, og undir verandi umstøð
um megna teir tað ikki. Tí eru før
oyskt sjónvarp og føroyskt útvarp í
alt størri mun vorðin slavustøð/ir hjá
donskum ditto.
S
amanleggingin av stovnunum
gjørdist ein eklatant fiasko.
Tað væntaðu vit frá byrjan, og tað
kunnu tað vera mangar orsøkir til.
Fóðurtunga sjónvarpið fór sjálvsagt
at drena fíggjarliga mergin úr útvarp
inum. Hetta var bara lættasta polit
iska loysnin fyri tásitandi ráðharra,
sum absolutt onga visión hevði
viðvíkjandi samanlagda stovninum.
Endamálið var, at sleppa undan at
taka støðu einum framtíðar føroysk
um sjónvarpi viðvíkjandi, tí skuldi
nýggja skrásetta parlagið lynna
undir, at Svf kundi lalla víðari,
soleingi nøkur oyru vóru eftir í
kassanum hjá Arge senior, sála og
Jespersen, sum legði kongin av
politiska máttloysinum.
K
anska er stundin komin
hagartil, at stovnarnir verða
skeklaðir sundur aftur. Fyri at
Útvarpið aftur fær sín avgerandi
leiklut í føroyska samfelagnum, og
síðani má og skal politiski mynug
leikin á fyrsta sinni umrøða, og taka
støðu til, hvat gerast skal við sjón
varpið, sum eigur at gerast ein
magnfull støð, ið fær skeiklaðu
javnvágirnar, í mun til fremmandu
innrásina, í rættlag aftur. Hetta kostar
hópin av peningi, men hetta er spurn
ingurin um ”to be or not to be”. Ein
íløga í framtíðina og okkara eftirkom
arar sum ongin onnur. Hetta snýr seg
um at skapa tann dráttin, sum heldur
okkum í hesum landinum og ger
okkum til eitt samfelag. Dragnar í
hesum endanum, kann tað til endans
vera líkamikið, um mann gongur ein
sólvermdan vetrardag í gøtunum í
Marbella heldur enn at snýsa upp í
illsliga vátaslettingin í glyvratúnum.
V
ictor spurdi ikki eftir eini
autorisatión frá Det Danska
Bibelselskab áðrenn hann fór undir
at týða Bíbliuna. Mær vitandi, heldur
ikki eftir at hann hevði týtt hana. Tí
ber kanska til at siga, at hansara
kolossali vilji og fullkomna órædda
dirvið vóru ólýðin móti formliga
(danska) valdinum. Fólksins autori
satión var honum tó nógmikil, og tí
gjørdist hann, umframt so mangt
annað, málsligur oddviti í Føroyum.
Fólkakirkjan varð skipað undir
føroyskum málsræði fyri tíð síðan,
og hóast málsligu úrmælingarnir
Dahl og Viderø, á sama hátt lógu í
broddi fylkingar, so er Bíblia teirra
framvegis undir fremmandum ræði.
Fer tú inn á leitimaskinuna hjá
Ebenezer ella Bispagarðinum, og
klikkir teg inn á heilagu skriftirnar,
tá endar tú alt í einum inni á heima
síðuni hjá Det Danske Bibelselskab.
Soleiðis kemur til sjónar, hvussu
máttmikið inerti´ið er, táið mann
altíð og stund skal laga seg eftir
kørmunum, sum onnur seta fyri tær.
Annars vóni eg, at okkara frálíki
biskupur fær flutt hendan partin av
kirkjuliga høpinum undir føroyskt
domæne sum skjótast. Eitt kuriosum,
sum vert er at hugsa um, táið grund
að verður um ferðina í tjóðarbygging
ini, og hvussu tað ber til at áseta
karmarnar sjálvur og at flyta seg eftir
egnum málum, visiónum og
hugsjónum.
S
tundin er komin til ein nýggjan
jólafund. Sum fyri alt í verðini
ikki má fyriskipast í partapolitiskum
regi, tí tjóðina eiga vit øll. Vit mega
finna fram til, hvussu rúmliga vit
skulu íleggja til frama fyri mál, ment
an og samleika. Sum Jens Pauli Heine
sen sigur tað so vakurt, í endanum á
meginskaldsøgu síni: ”Stundin er
komin til nýtt siðaskifti, ein nýggjan
kopernikuslátur. Rekið menniskjað út
úr skýmaskotinum. Setið meg oman
fyri náttúrulógirnar og latið tarvin
liggja á biti við mína lið.”
O
g kanska rakar hann uppaftur
betur í solar plexus, í løðar
steininum, sum hann hevur lánt frá
Alexanderi Solsjenitsyn: ”Um
tjóðirnar skuldu horvið, fer hetta at
gera okkum í minsta lagi líka so
fátæk, sum fóru øll menniskju at
verða púra eins, við sama persón
leika og somu útsjónd. Tjóðirnar eru
menniskjans ríkidømi, tjóðin er
menniskjans kollektivi persónleiki.
Sjálvt tær allarminstu hava sín
serliga lit og rúma í sjálvum sær eitt
serligt frábrigdi í tí guddómliga
stavnhaldinum.”
P
olitiska skipanin hevur í eitt
gott ár havt skilagóðu og
kvalifiseraðu frágreiðingina hjá
Málstevnunevndini, Málmørk,
liggjandi sum dustsúgvara í sínum
goymslum, kanska hevði eitt aðal
orðaskifti um hana verið løðarstein
urin yvir um ánna, til tær stóru av
gerðirnar, sum mega takast og fremj
ast í verki, skal tjóðin ikki smokka í
fremmanda mýrulendinum, sum nú
kennist meira hóttandi enn nakrantíð.
V
it hava átrokandi tørv á
einum F(øroyskum) Faktori
heldur enn einum X Factori.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
X Factor ella F Faktor
- tørvur er á einum nýggjum jólafundi
Tíðargreinin
tíðargreinin
Tórbjørn Jacobsen