Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 • 13. mars 2009 Vikuskifti 13 og sum ummælarar rósa, men lesararnir leggja ikki í tær, tær verða ikki keyptar. Altso: tú kanst ikki noyða tilfar, sum tey ikki vilja hava, niður í fólk. Á sama hátt, sum eg ikki haldi, at tað er nakar munur á krimi­ bókum og øðrum bókmentum sum so. At munurin er millum góðar bøkur og vánaligar bøkur, og at bøkur av báðum sløgum finnast allastaðni. Upp á sama máta meini eg ikki, at tað er nakar grundleggjandi munur ímillum krimifilm og annan film, alt er treytað av dygdini, ikki av slagnum. Áðrenn vit fara undir Stieg Larsson, so kundi eg hugsa mær at sagt nøkur orð um Føroyar í hesum samanhangi. Vi hava ikki gjørt stórar skreytir á filmsøkinum. Tað er at kalla bara Katrin Óttarsdóttir, sum av føroyingum hevur gjørt film, og hennara treytir hava ikki verið mjúkar. Tað kostar nevniliga eina rúgvu av pengum at taka upp film, og Føroyar eru eitt lítið samfelag, og her steðgar so tað mesta upp. Men tað var kanska ikki neyðugt. Fyri hundrað árum síðani var føroyska samfelagið enn minni, og tá komu gitnir høvundar sum William Heinesen og Jørgen­Frantz Jacobsen undan kavi. Høvundar, sum hava gjørt hol í sjógv ikki bara í Norðurlondum, men um alt Europa og longur. Nakað javngamal er Sámal Joensen Mikines, sum telist millum fremstu málarar yvirhøvur. Tú kanst sjálvandi siga, at til at skriva skaldskap og mála máln ingar krevst ikki tað stóra av pengum, men bara góðar gávur. Tað er rætt, men tað eru akkurát gávurnar og hegni, sum gera munin ikki pengarnir, hóast teir eisini skulu til. Líta vit at Firenze í 1490’unum, undir renesansuni, og hvørjir menn hildu til har tá, so koma nøvn sum hesi undan kavi: Michel angelo, Botticelli, Machia­ velli, Ficino, Pico della Mirandola, Lorenzo il Magnifico, Leonardo da Vinci. Hetta eru millum teir fremstu málarar, myndahøggarar og filosofar, sum nakrantíð hava livað á fold. Líta vit nú at, hvussu nógv fólk búði í Firenze um hetta mundi, so er talið 50 túsund. Nakað tað sama sum í Føroyum. Í staðin fyri altíð at tosa um, at tann avmarkaða støddin er ein forðing, so kundu vit kanska roynt at brúkt teir fyrimunir, hon eisini hevur í sær. T.d. at tað er stutt ímillum topp og botn, at tað er lætt at koma á tal við fólk, at tað átti at verið lætt at sett nakað í gongd. Hygg at tónleikalívinum, sum blómar og fyri langari tíð síðani er farið út í heim. Somuleiðis myndlistin. Hví ikki royna at fáa bókmentirnar hjá okkum út um landoddarnar, og hví ikki gera film her á landi? Sjálvandi er tað kostnaðarmikið, men tað finst ein rúgva av norðurlendskum og altjóða grunnum at troyta. Og akkurát støddin ger okkum áhugaverd. Vit skulu kanska vera errin av, at hvør av okkum bara er ein av 50 túsund, sum rópa seg føroyingar. Alt í lagi, taka vit føroyingar í útlondum við so kanska 75 túsund, men alsamt eitt stak lítið fólk. Seinastu páskini var eg í Cortina d’Ampezzo í Italia á skíðum. Einaferð kom eg at sita í eini lyftu við einum stak prátingarsamum argentinara, sum spurdi meg hvaðani eg kom. Eg segði, at eg var føroyingur. Han helt seg ørminnast at hava hoyrt um The Faroe Islands, men visti ikki, hvar hesar oyggjur vóru. Eg segði honum, at tær lógu millum Skotland og Ísland. So spurdi hann, hvussu nógv fólk búði á hesum oyggjum. Eg segði umleið 50 túsund. Nú fór argentinarin upp at rópa og veipa og tók í hondina á mær. Hann helt tað vera einastandandi at hitta ein mann úr einum landi við bara 50 túsund íbúgvum. Tá ið vit fóru úr lyftini rópti hann á vinmennirnar, meðan hann peikaði á meg: Hesin maðurin er úr einum landi, har tað bara búgva 50 túsund fólk. Er tað ikki einastandandi! Fundurin við argentinaran fekk meg at hugsa eitt sindur øðrvísi um tað at vera føroyingur, og eg gjørdist enn meiri errin av at vera tað, enn eg var frammandundan. Lat okkum tí brúka støddina og tær nógvu gávurnar, sum finnast her á landi og fara út í heim við teimum. Og um onkur spyr tykkum, hvussu nógv fólk býr í tínum landi, kanst tú errin svara: Nakað tað sama sum í Firenze undir renesansuni! Tað finnast fínir norðurlendskir krimifilmar og krimibøkur við, kanska einahelst av svenskum uppruna. Tað, sum eyðkennir nógv av svenskari krimiskriving er, at persónarnir stúra fyri, hvussu tað fer at ganga ikki bara við teimum sjálvum, men eisini við samfelagnum. Her vóru Sjöwahl og Wahlöö oddafiskar við teirra krimirøð um Martin Beck og hansara samstarvsfelagar. Og tað er nett her, at svensk krimi er nýskapandi, og tað eru ikki fáir høvundar, sum er komnir teimum báðum Sjöwahl og Wahlöö á baki. Eg kann t.d. nevna Henning Mankell og Arne Dahl, sum eins og nevnda parið geva samfelagnum meginpartin av skyldini fyri tí sum hendir. Tað er úr hesum berginum, at bøkurnar hjá Stieg Larsson eru brotnar – og tó. Annar av høvuðspersónunum í bókunum, nevndur Kalle Blomkvist, hevur fitt av sosialari samvitsku, tað er hansara drívkraft. Hin høvuðspersónurin, Lisbeth Salander, hevur at kalla onga samvitsku, men bara hevndarhug. Tað er samspælið ímillum hesi bæði, sum ger bøkurnar einastandandi. Kalle Blomkvist er fittur og fyrikomandi og hevur gott handarlag við konufólki. Lisbeth Salander er lítil og klæntraslig, men er ein ræðandi fíggindi, um tú gert henni nakað. Eg skal ikki koma nærri inn á bøkurnar, sum tey flestu her ivaleyst hava lisið, ella filmin, sum vit nú skulu síggja. Men bara gera vart við, at Kalle Blomkvist er høvuðspersónur í fleiri barnabókum hjá Astrid Lindgren, har hann roynir seg sum detektivur. Lisbeth Salander er hinvegin ein vaksin Pippi Langsokkur og við teimum óhugnaligu avleiðingum tað hevur. Pippi í barnabókunum ger, sum tað hóvar henni og kennir eingi mørk. Tað ger Lisbeth Salander heldur ikki. Tann filmur, sum tit nú skulu síggja, er fyri ein part úr heiminum hjá Astrid Lindgren og vísir – kanska – hvussu Pippi hevði verið, um hon var vaksin. Stieg Larsson