fríggjadagur 13. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2009
13
Tvær ráðandi politiskar
hugsjónir bresta saman í
Føroyum í dag: Tann fram
sókna sosial liberala Sam
bandshugsjónin berjist móti
afturhaldssinnaðu Misskiltu
Nationalismuni. Sambands
hugsjónin, ið er sosial liberal,
setur frælsið og møguleikar
nar hjá tí einstaka í miðdepil
in. Afturímóti stendur Mis
skilta Nationalisman. Hjá
henni er staturin eitt mál í
sjálvum sær. Frælsi og møgu
leikar hjá tí einstaka hava
lítlan og ongan týdning, og
einstaklingurin verður fegin
offraður í stríðnum hjá
Misskiltu Nationalismuni
Í
hesi tíðargrein hyggja vit eftir
teimum tveimum ráðandi
grundhugsjónum í føroyskum
politikki í dag og hvussu tær
ávirka fólkið her á landi.
Øðrumegin stendur ein sera
konservativ Misskilt Nation
alisma, og hinumegin stendur
Sambandshugsjónin.
Við at skilja hesar báðar
hugsjónir er lættari hjá okkum
øllum at síggja og gjøgnumskoða
føroyskan politikk í dag, og
hvørji árin politikkurin hevur
fyri okkum her á landi.
Misskilta Nationalisman
Flokkarnir, sum ganga inn fyri
Misskiltu Nationalismuni, taka
støði í nationalistisku hugsjónini
hjá Hegel. Hann trúði, at summi
lond vóru útvald av Gudi, og tí
høvdu tey rætt til at fara í kríggj
við onnur lond og at kasta hatur
á aðrar tjóðir. Hegel meinti, at tú
kundi síggja hvørjar tjóðir, Guð
hevði útvalt, tí tað vóru tær, sum
vunnu í krígnum.
Sum dømi um føroyskar
flokkar, ið trúgva uppá Misskiltu
Nationalismuna, hava vit stórt
sæð allar aðrar flokkar enn Sam
bandsflokkin. Allir hesir flokkar,
tó kanska mest Tjóðveldi, royna
at mála almenninginum eina
fíggindamynd, so ein stríðs
stemningur kann pískast upp.
Misskilta Nationalisman
brúkar alt sum umbering fyri at
seta statin fremst. Í Føroyum
verður dag og dagliga trúttað
um, at onki ber til uttan full
veldi. Her eru nøkur dømi: Vit
kunnu ikki gerast partur av ES
uttan fullveldi. Vit kunnu ikki
reka ábyrgdarfullan búskap
arpolitikk uttan fullveldi. Vit
kunnu ikki fara uttanlands við
ítróttafólki okkara uttan fullveldi.
Og soleiðis frameftir.
Í Misskiltu Nationalismuni ber
snøgt sagt onki til uttan fullveldi.
Hugsjónin er ein blokkering fyri
rationellari hugsan.
Fólkaklokkurin og Tjóðveldi
vilja, orsakað av stríðnum fyri
fullveldi, heldur við í jarðar
ferðina hjá EFTA og fylgja
seinastu londunum í grøvina,
heldur enn at fara inn í frælsa og
mennandi felagsskapin ES, sum
er tað einasta rationella valið.
Onkuntíð ivast man í, um teir,
ið hava Misskiltu Nationalismuna
í sínum skjaldramerki, kunnu so
mikið sum loysa sær buksurnar
uttan fyrst at fáa fullveldi!
Skerjingin í Ríkisveitingini
Ríkisveitingin hevur í mong ár
verið við til at tryggja føroying
um persónligt frælsi og framburð.
Við høvuðleysa og óumhugs
aða niðurskurðinum í Ríkis
veitingini valdu flestu polistisku
flokkarnir í Føroyum at skerja
frælsið hjá einstaklinginum.
Útbyggingar av almannaverki
num, heilsuverkinum, skúla
verkinum, granskingini og
eldrarøktini gjørdust offur fyri
Misskiltu Nationalismuni.
Ja, stutt sagt: Føroyingurin
bleiv offraður á heilaga altarinum
hjá Misskiltu Nationalismuni.
Misskilta Nationalisman leitar
støðugt eftir afturlatnum hurðum
og forðingum. Tey royna at niður
binda møguleikarnar, so forðing
arnar kunnu gerast týðiligar. Hetta
virkar bæði afturhaldandi og
køvandi fyri menningina av
landinum. Stokkonservativur
hugsunarháttur.
Vónandi fara hesir politikarar
skjótt at sleppa Misskiltu
Nationalismuni, so fólkið í
landinum aftur kann anda frítt í
frælsum landi. Tá ber aftur til at
fremja framburð og menning í
landinum, so møguleikarnir í
felagsskapinum verða brúktir, og
opnu hurðarnar út í heims
samfelagið kunnu brúkast.
Sosial Liberalisma
Í Sambandsflokkinum er ráðandi
hugsjónin Sosial Liberalisma.
Lat okkum fyrst hyggja at
seinna partinum av navninum av
hugsjónini, nevniliga Liberal
ismuni.
Liberalisma merkir frælsi.
Hugsjónin aftanfyri Liberalis
muna er frælsi til tann einstaka –
til hvørt einstakt menniskja. Tí er
sera væl hóskandi, at ein av fyrstu
veruligu bardøgunum hjá
Liberalismuni var at berjast fyri at
sleppa av við trælahaldið.
Frælsisstríðið hjá liberalismuni
hevur síðani snúð seg um mong
viðurskifti, men altíð hevur hug
sjónin verið, at einstaka menn
iskja skal hava størst møguligt
frælsi.
Liberalisman hevur m.a. stríðst
fyri frælsinum at seta búgv, har
tú hevur hug. Enn í dag eru
trupuleikar hjá fólki at hava
fullan rætt til at ferðast og búseta
seg, har tey vilja – tak bara í
Føroyum í dag, har fólk ikki fáa
innferðarloyvi til landið, og
summi ikki hava loyvi at fáa
hjúnarfelagan heim til Føroya.
Onnur verða send av aftur
landinum.
Eitt annað frælsisstríð hava
verið tollmúrarnir. Tollmúrarnir
hava sett avmarkingar fyri, at
vinnulívið og tann einstaki kann
mennast frítt. Hetta stríð er
heldur ikki av í dag, sjálvt um
flestu lond í Evropu hava sæð
ljósið og hava valt at taka seg
saman í felagsskapin ES, sum er
ein felagsskapur við somu sosial
liberalu sjónarmiðum, sum
Sambandsflokkurin stendur fyri.
Privati ognarrætturin
Størsta stríðið hjá Liberalismuni
hevur helst verið stríðið fyri at
tryggja ognarrættin hjá tí ein
staka. Hin einstaki skal kenna seg
tryggan við ognarrættin til húsini
hjá sær ella eina fyritøku, ið
viðkomandi roynir at byggja upp.
Hetta er grundleggjandi fyri, at
eitt samfelag kann virka við
grundarlagi í privata
initiativinum.
Av hesum kann ein og hvør
nokk skilja, at Sambandsflokk
urin, sum ein liberalur flokkur,
gongur inn fyri privata initiativ
inum og fyri, at privata vinnu
lívið skal virka frítt. Hetta er tað,
vit í dagligari talu nevna
kapitalisma.
Hetta skal síggjast í mun til teir
flokkar, sum ganga inn fyri al
mennum ognarrætti til vinnulívið
– altso teir sosialistisku flokkar
nir. Sum dømi um ein sosialist
iskan flokk kunnu vit nevna Javn
aðarflokkin – sjálvt um eg ivist í,
um hann hevur nokk av hugsjón
um eftir í sær til at verða nevndur
nakað sum helst.
Frítt um landamørk
Tað átti eisini verið lætt at sæð,
at Sambandsflokkurin sum ein
liberalur flokkur eisini stríðist
fyri, at mørk millum lond skulu
ikki vera afturlatin.Tvørturímóti
skulu fólk kunna ferðast frítt um
landamørk í einum frælsum
heimi.
Hetta, at lond samstarva tvørt
ur um landamørk fyri at tryggja
einstaklingunum frælsi, er einki
meiri enn náttúrligt í einum
heimi, har man ynskir framburð
og frið heldur enn kríggj og
vesaldóm.
Tað, at fólk frítt kunnu ferðast,
búseta seg og starvast, har tey
ynskja tað í Evropu, er einki
annað enn ein sigur fyri liberalis
muna. Tann sama sigurin taka vit
í dag sum eina sjálvfylgju í Ríkis
felagsskapinum. Men tað er
eingin sjálvfylgja! Í føroyskum
politikki eru flokkar, sum dagliga
arbeiða fyri at strika hesi rættindi
hjá einstaklinginum.
Teir fylgja heldur Misskiltu
Nationalismuni, har staturin er
eitt mál í sær sjálvum og ikki eitt
amboð at tryggja einstaklinginum
frælsi. Í eygunum hjá hesum
flokkum er einstaklingurin bert
ein finna, sum kann offrast í
talvinum, ið er eitt stríð móti
einum uppfundnum fígginda!
Hesin fíggindi eitur aloftast
Danmark.
Sosiala dimensiónin
Meðan liberali parturin av sosial
liberalismuni er eitt stríð fyri, at
rættindini hjá tí einstaka skal
hava størri týdning enn staturin,
so stavar sosiali parturin av sosial
liberalismuni, frá eini hugsjón
um, at staturin má tryggja øllum
sosialt rættvísi.
Sosialliberal trúgva uppá, at
ein demokratiskur og opin statur
hevur ein positivan leiklut fyri at
tryggja persónligt frælsi.
Hetta kann samanberast við
eina kapprenning: Sosialli
beralisman ynskir, at øll skulu
byrja kapprenningina við somu
byrjunarlinju. Tað kann ikki vera
rætt, at summi eru fødd til verri
sosial kor og tí byrja longur frá
málinum enn tey, sum eru fødd
til stórar fyrimunir. Øll mugu
hava á leið sama møguleika fyri
at skapa sær sína egnu lukku og
framburð í lívinum – annars hava
tey ikki persónligt frælsi.
Tað er tí upplagt, at Sambands
flokkurin gongur inn fyri fríari
atgongd til skúlar, alment heilsu
verk, sosialar skipanir, almennari
eldrarøkt og einum minstamarki
fyri livistøði hjá einstaklingum í
Føroyum. Góðar almennar
skipanir skulu jú tryggja frælsi
hjá tí einstaka, so hon kann
mennast og trívast best møguligt.
Ríkisfelagsskapurin og
ríkisveitingin
Hyggja vit so at Rískisfelags
skapinum og Ríkisveitingini í
hesum ljósinum, er lætt at síggja,
hví Sambandsflokkurin hevur
eina positiva áskoðan á Ríkis
felagsskapin og Ríkisveitingina.
Ríkisfelagsskapurin er dømi um
ein felagsskap, ið hevur tænt sum
fyrimynd fyri aðrar skipanir.
Skipanin er als ikki fullkomin,
men hon hevur roynst sera væl í
mong ár. Tað hevur verið møgu
ligt støðugt at tillagað felagsskap
in til broyttar umstøður. Týdning
armest er tó, at Ríkisfelagsskap
urin og Ríkisveitingin hava
tryggjað føroyingum persónligt
frælsi. Tað telur mest.
ESfelagsskapurin hevur í
stóran mun somu grundhugsjón,
sum Ríkisfelagsskapurin hevur.
Tað at útjavna livistøðini í
ymisku landspørtunum í Ríkis
felagsskapinum er eins stór
sjálvfylgja, sum tað er at útjavna
livistøðini millum londini í
Evropu. Tey prinsippini í sosial
liberalismuni, sum eru galdandi
inni í einum landi, eru eisini
galdandi millum lond. Hetta er
ein náttúrlig fylgja av, at sosial
liberalisman er ein globalur
hugsunarháttur.
Sameina hugsjónirnar?
Man kann seta sær spurningin,
um tað ber til at sameina stríðið
fyri persónliga frælsinum hjá tí
einstaka við tankasettinum hjá tí
Misskiltu Nationalismuni. Hartil
er svarið nei!
Liberalisman sær, at staturin
einans verður legitimeraður
gjøgnum tað, at hann tryggjar
fólki persónligt frælsi. Hvussu
hann skipar seg, hevur minni
týdning. Hvørjar uppgávur
kommunurnar, landið, Fólkatingið
ella Brússel taka sær av, er einans
ein spurningur um innrætting.
Tryggjar politiska skipanin ikki
persónligt frælsi, er legitimiteturin
hjá henni burtur.
Misskilta Nationalisman
harafturímóti sær statin sum eitt
mál í sær sjálvum. Politiska
valdið er alfa og omega, meðan
frælsið hjá tí einstaka hevur lítlan
og ongan týdning. Einstakling
urin verður gjarna offraður í
stríðnum hjá Misskiltu
Nationalismuni.
Tí er ógjørligt at sameina hesi
bæði sjónarmið í eina saman
hangandi hugjón – tey eru so
ymisk sum dagur og nátt.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Hvøllur samanbrestur millum
ráðandi hugsjónir í Føroyum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Magni Laksáfoss