fríggjadagur 13. mars 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 • 13. mars 2009
Vikuskifti
12
Eg skal siga nøkur orð um krimi
film í heila tikið, og so ætli eg
mær at gera ein stuttan saman
burð millum Føroyar og Firenze í
renesansuni. At enda eitt sindur
um Stieg Larsson og ta aktuellu
søguna.
Mær hevur altíð dámt krimi
filmar ómetaliga væl, og nakrir
av hesum filmum hava fest seg
í huganum. Í veruleikanum eru
tað rættiliga nógvir, men eg kann
taka tríggjar, sum eg minnist
serliga væl, fram.
Tað stendur enn týðiliga fyri
mær, tá ið eg sá ”The Ipcress
File” við Michael Caine á fyrsta
sinni. Tað var her í Havnar Bio
miðskeiðis í 60’unum, og eg var
fullkomiliga burturi í filminum.
Fyri meg var tað næstan ein
opin bering, hvussu snildisliga
søgan var sett saman, og hvussu
ótrúliga góður sjónleikari Michael
Caine var og er. Tann eingilski
høvundurin Len Deighton hevði
skrivað skaldsøguna, sum filmurin
bygdi á, og eg fór beint út og
keypti tær bøkur eftir hendan
høvund, sum vóru at fáa hendur
á. Síðani man eg hava lisið tað
mesta eftir sama Len Deighton og
sæð teir flestu filmar við Michael
Caine.
Tann næsti krimifilmurin, sum
hevði eina næstan líka stóra
ávirkan á meg var ”Three Days
of the Condor”, sum eg sá í
Århus miðskeiðis í 70’unum.
Aftur hesaferð var tað fyri meg
ein stórhending, og eg haldi, at
eg sá filmin einar tvær tríggjar
ferðir innan eina viku. Tað
havi eg mangan gjørt við film
yvirhøvur – og bøkur eisini – at
eg ikki haldi meg hava sæð
filmin ordiliga, um eg ikki havi
sæð hann í hvussu er tvær reisir
og ofta mangar ferðir tað. Tað
skal skoytast uppí, at filmurin
”Three Days of the Condor” er
bygdur á spenningssøgu eftir
amerikanaran James Grady.
Eitt heystið í fyrru helvt
av 80’unum var eg heima og
arbeiddi og legðist við onkrari
hálsa sjúku, haldi eg. Foreldrini
høvdu eina videomaskinu og
høvdu tikið ensku sjónvarpsrøðina
”Smiley’s People” upp. Har lá
eg so í songini og sá teir umleið
seks tímarnar við Alec Guinness
í høvuðsleiklutinum. Bøkurnar
hjá John LeCarré eru ikki tær
mest hendingaríku, kortini er
tann nevnda sjónvarpsrøðin
eina standandi spennandi, og eg
gloymi hana aldrin.
Men sjálvandi hava nógvir aðrir
krimifilmar fest seg í huganum:
The Third Man, Chinatown, The
Pelican Brief, L.A. Confidential og
mangir, mangir aðrir. Hetta bara
fyri at gera vart við, hvussu væl
mær dámar krimifilm.
Krimifilmur hevur verið til líka
so leingi sum filmslistin, men
eftir mínum tykki kemur av álvara
dik á í 1930’unum og 1940’unum.
Týskarar eru frammarlaga í
tretivunum við t.d. ”Das Testa
mente des Dr. Mabuse” eftir Fritz
Lang í 1933. Sami Fritz Lang var
annars hann, sum gjørdi film av
Sjúrðarkvæðunum, ella kanska
beinari sagt, av sama tilfari: ”Die
Niebelungen” í 1924. Men tá ið
nazistarnir av álvara fingu valdi,
máttu menn sum Fritz Lang rýma
av landinum, og í mongum føri
gekk leiðin til USA, har teir fingu
stóra ávirkan í Hollywood.
Tað slagi av filmi, sum nú av
álvara ger vart við seg í USA er
”film noir”, sum var í hæddini
frá umleið 1940 til seinast í
1950’unum. Hugtakið ”film noir”
stavar frá franska ummælaranum
Nino Frank, sum setti heitið á
hetta slagið av amerikanskum
filmi í 1946. Tá ið meginparturin
av filmunum blivu gjørdir, var
hugtakið sostatt ikki kent. Men
hvat fevnir hugtakið ”film noir”
yvir? Tað er nevniliga eitt hugtag,
sum verður brúkt rættiliga fitt
eisini nú á døgum.
Íblásturin til hetta slagi av
krimifilmi er lutvíst gangstaratíðin
í USA frá 1919 til 1933 – tað
var tá brennivínsbann var
men blandað við europeiskari
ekspressionismu. Sum til dømis
Fritz Lang. Filmirnir siga frá eini
tíð uttan illusiónir, persónarnir
kenna seg vónsviknar, einki
er at líta á, einki er at trúgva
á. Í samfelagnum er kaos,
húsagangur og hóttafall. Um
ein bøn bleiv biðin millum fólk
í hesum tíðarskeiði, so var hon:
”Bara eg ikki verði tikin, upp
dagaður og settur í gegli”. Tín
einasti møguleiki var desperatar
gerðir, og samstundis var niður
støðan, at tilveran er høpisleys.
Tað finst eingin ætlan við hesum
lívi, og hvussu leikur fer, er næst
an fullkomiliga tilvildarligt.
Gitnir film noirtitlar eru t.d.
”The Maltese Falcon” 1941
eftir skaldsøgu hjá Dashiell
Hammet og við John Houston
sum leikstjóra og Humphrey
Bogart sum høvuðsleikara. Sam
Spade eitur høvuðspersónurin
og tann einasti moralur hann
kennir til er persónligur, og
honum fylgir hann, um hann so
skal lata gentuna hjá sær til
bøðilin. Humphrey Bogart er aftur
høvuðsleikari í ”The Big Sleep”
1946, sum er leikstjórnaður av
Howard Hawks. Í hesum føri
er upprunaskaldsøgan skrivað
av Raymond Chandler, sum
um høvuðspersónin segði, at
hann hevði ikki meira sosiala
samvitsku enn ein hestur. Hann
hevði eina persónliga samvitsku,
og tað var nakað heilt annað.
Í 1950’unum ger tað nýggja
rákið (la nouvelle vague) innan
filmslist av álvara vart við
seg í Frankaríkið, og hvaðani
kemur íblásturin? Svarið er
frá amerikanskum krimifilmi.
Leikstjórar sum JeanLuc
Godard og François Truffaut
gjørdu filmir, sum bygdu á
amerikanskar gangstarasøgur.
Og ein av grundunum til, at tann
amerikanski film noir fall í so
góða jørð í Europa var nettup,
at nógvir af leikstjórunum í
Hollywood vóru europearar.
Tað vit síggja her er, at
heimsins fremstu leikstjórar
gera film eftir skaldsøgur, sum
næstan eingi hampafólk vildu
vera við, at tey lósu. Meðan
krimi skaldsøgur næstan altíð
hava verið lítilsmettar og eru
tað fyri ein part enn, so hevur
krimi filmurin havt eina væl
hægri stjørnu. Hví tað er so, veit
eg ikki reiðiliga, men kanska
hava mentafólk tá á døgum ikki
gingið í biograf? Ella er tað hesin
forbidni protestantiski moralurin,
sum ríður mongum av okkum í
Norðurlondum sum ein marra. Er
nakað stuttligt ella undirhaldandi,
so má tað vera synd og tískil
skeivt! Loksins verður enn roynt
at uppdraga upp á fólk á hesum
øki og fortelja teimum, hvat ið tey
skulu dáma og ikki.
Tað gongur bara ikki altíð so
væl við hesum. Danski høv
undurin Carsten Jensen var
í Føroyum fyri jól og segði í
samrøðu í útvarpinum, at í einum
donskum høpi verða skrivaðar
turrar bøkur, sum forløg geva út,
Føroyar og Firenze
Krimifilmar, Firenze
og Stieg Larsson
Jógvan
Isaksen
Í fyrilesturi í sambandi við 100 ára haldið hjá
Tórshavnar kommunu samanbar Jógvan Isaksen
Føroyar í dag og Firenze í rennesansuni.
Fyrilesturin varð hildin í Havnar Bio fríggjakvøldið 27.
februar 2009, tá filmurin «Menn, ið hata kvinnur« varð
frumsýndur, sum partur av 100 ára haldinum hjá
Tórshavnar kommunu. Hesin filmur byggir á mest
læntu bókina á Býarbókasavninum hjá Tórshavnar
kommunu, sum 1. apríl hevur virkað í 40 ár
TÓRSHAVN 1909-2009
Fólkavald kommuna í 100 ár