Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 51 - 13. mars 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Sambandið - status Magni Laksfoss ger í dag í kronikk status yvir hugsjónarligu støðuna í føroyskum politikki. Greinin avdúkar ta ideologisku mynd, sum eitt nýtt ættarlið í Sambandsflokkinum hevur av føroyskum politikki. Leisturin og politiska visjónin minna ikki sørt um Fogh og hansara leið ígjøgnum danskan politikk – fyrst erkaliberalistur, so sosialliberalur. Magni Laksafoss leggur út við at staðfesta, at vit hava tvær politiskar hugsjónir í Føroyum nevniliga eina framsókna sosial liberala sambandshugsjón og so eina afturhaldssinnaða misskilta nationalismu, sum eyðkennir hinar flokkarnar. Sambandshug- sjónin er sosialliberal mótvegis tí misskiltu national- ismuni, har m.a. staturin er eitt mál í sjálvum sær, har frælsi og møguleikar hjá tí einstaka hava lítlan og ongan týdning. Laksafoss er sostatt úti í somu ørindum sum formaður bróðurfloksins í Danmark, nevniliga at skapa eina vit og hini mynd. We are the good guys – you are the bad guys. So mikið um yvirskipaðu ideologisku útmeldingina. Restin av greinini er ikki minni áhugaverd. Vit fáa at vita, at sambandsflokkurin er sosialliberalur flokkur men við høvðusdentinum á liberalismuna. Hetta er veruliga nýggir tónar, al tann tíð flokkurin vanliga hevur lýst seg sum ein liberalistiskan flokk og liberalisma og sosialliberalisma eru jú sum dagur og nátt. Høvundin reksar so upp øll tey vælsignilsi, ið standast av liberalismuni: Liberalisman hevur m.a. stríðst fyri frælsinum at seta búgv, at ríva niður tollmúrar, ið hava sett avmarkingar fyri, at vinnulívið og tann einstaki kann mennast frítt. Hetta stríð er heldur ikki av í dag, sjálvt um flestu lond í Evropu hava sæð ljósið og hava valt at taka seg saman í felagsskapin ES, sum er ein felagsskapur við somu sosial liberalu sjónarmiðum, sum Sambandsflokkurin stendur fyri (cit.). Her eru ørindi høvundans greið: ES limaskapur er ein logisk fylgja av liberalum hugmyndastøði. Áhugaverd lýsing av liberalu ideologiini, men kortini kenst, sum her manglar okkurt í myndini? Kann tað vera feskasta heimsfevnandi og oyðileggjandi fíggjar- og búskaparkreppan, sum stavar frá tí neoliberala politikki, sum hevur eyðkent flestu framkomnu lond seinastu mongu árin? At enda spyr Magni Laksafoss, um tað ber til at sameina stríðið fyri persónliga frælsinum hjá tí einstaka við tankasettið hjá tí misskiltu nationalis- muni, ið sum skilst er umboðað av øllum hinum flokkunum í føroyska politiska spektrinum. Magni svarar nei, og grundgevingarnar kann lesarin finna í sera áhugaverdu kronikkini. Samantikið ein áhugaverd grein, ið vit mæla øllum til at lesa, men neyvan ein grein, ið er egnað at vinna undirtøku fyri einum nærri tilknýti til ES ella fyri tann skuld at vinna breiða undirtøku fyri neosambandinum. Hetta at avmynda politikk, sum nakað, ið snýr seg um okkum og hini skapar vanliga spjaðing og spjaðing er valla tað Føroyar og føroyingar hava mest brúk fyri í løtuni. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Vónandi er tað ikki soleiðis, at ein Javnaðar­ flokkur í kreppu vil sleppa sær úr ABC­sam­ gonguni og loyva Tjóð­ veldi framat landsins leiðslu, nú boðfretur flok­ sins reingir veruleikan, meðan politiski fram­ søgumaðurin spinnur av lívsins kreftum Skelkaður av seinastu Gallup-kanningini, sum vísir, at veljarin revsar Javn- aðarflokkin, sum í meira enn 4 ár sat við land­sins leiðslu og við almanna- og heilsumálum, roynir Sofus D. Johannesen, boðfretur og fyrrv. valevni floksins í fjølmiðlunum at hund­d­álka land­sstýriskvinnuna í almannamálum og Sam- band­sflokkin sum heild­. Til stóran skaða fyri sam- gonguna og harvið stabili- tetin í samfelagnum, lekur politiski talsmaður Javnað- arfloksins, John Johanne- sen, við jøvnum millumbil- um misvísand­i tíðind­i út til fjølmiðlarnar. At veljarin gjøgnumskoð- ar hend­an glantrileik, er eingin ivi um. Hóast tað, skulu uppáhald­ini hjá Sofus D. Johannesen og spinnið hjá John Johannesen, ikki stand­a ósvarað. Fólkapensionistarnir og fyritíðarpensiónirnar Veruleikin er tann, at fíggj- armálaráðharrin, Jóannes Eid­esgaard­, og allir ting- menn Javnaðarfloksins tóku und­ir við - og atkvød­d­u fyri at tálma rakstrarútreiðslun- um á almannaøkinum, tá ið árliga hækkingin av pen- siónsviðbótunum stutt fyri árskiftið varð lækkað úr 4% niður í 3% So ikki kann sigast annað enn, at Sofus D. Johannesen fer lættliga um sannleikan, ja, skjýtur beinleiðis við síðuna av, tá ið hann roynir at geva land­sstýriskvinnuni í almannamálum skyld­ina. Dagtilhaldini Tá ið stuðulin til d­agtil- hald­ini varð tikin av, og fíggingin latin upp í hend­- urnar á kommununum, sum eiga málsøkið, var eisini fíggjarmálaráðharrin við til at góðtaka sparingina, eins og allir tingmenn Javnað- arfloksins atkvød­d­u fyri at avtaka stuðulin, sum latin hevur verið d­agtilhald­um í nøkur ár. Eisini her skjýtur Sofus D. Johannesen við síðuna av. Eldraøkið Rætt er tað sum Sofus D. Johannesen sigur, at talið á ellis- og røktarheimspláss- um árini 2004 – 2008 varð økt munand­i. Men tað var ikki Javnaðarflokkinum fyri at takka! Tað vóru komm- unurnar kring land­ið, burt- ursæð frá javnaðarstýrd­u høvuðsstaðarkommununi, sum fyrst og fremst tóku sær av hesari uppgávuni. Held­ur enn at leggja eftir Rósu, átti Sofus at takka henni fyri at hækka stuðul- in til bygging av røktar- plássum. Tað gjørd­i hon júst fyri at fáa Havnar kommunu at fara í gongd­. Og tað tykist sum hevur tað eyd­nast. John Johannesen og eyka­ játtanin til almannaøkið Hóast John Johannesen spinnur í fjølmiðlunum og sigur seg hava megnað at flyta pening frá íløgum í und­irstøðukervið kring land­ið til rakstur, er neyðugt at vísa hesum spinni aftur. Tørvur er framvegis á at finna einar 25 mió. kr. til almannaøkið. Tað verður stóra avbjóðingin hjá sam- gonguni og ikki minst hjá fíggjarmálaráðharranum komand­i d­agarnar. Tí kann sigast, at higartil hevur Javnaðarflokkurin bert spunnið og vaskað sínar hend­ur, uttan vilja til at finna neyðuga peningin til almannaøkið!! Sofus gevur Hans Paula veingir Veruligi fíggjartørvurin til eld­rarøkt er nú munand­i hægri, enn almannaráðið hevur skrásett. Talan er um nógvar mió. kr., sum land­s- stýriskvinnan í almanna- málum nú má biðja um eykajáttan til. Mong und­r- ast á, hví skrásetingin er so misvísand­i!! Tá ið málið um sonevnd­a “Lítla Petur” var frammi í fjølmiðlunum, upprættaði Hans Pauli Strøm ein stovn í Havn og setti fólk í starv, hóast tørvurin var ikki til staðar, og stovnurin tí ong- antíð varð tikin í nýtslu. Hvussu nógvar milliónir hetta mistak hevur kostað føroyska skattgjald­aranum, er enn ikki komið fyri d­agsins ljós. Fyri stuttum varð av- d­úkað í fjølmiðlunum, at 5 mió. kr. higartil eru nýttar til keyp og umbygging av einum húsum í Klaksvík, og at tørvur harafturat er á uml. 5 mió. kr. fyri at gera húsini liðug til end­amálið, tey vórðu keypt til. Hvat hetta ævintýr Hans Paula Strøms kemur at kosta skattgjald­arunum, er ikki komið alment fram enn. Kortini mugu vit ásanna, at Hans Pauli Strøm fekk ikki einki á skaftið saman við m.ø Samband­sflokk- inum í fyrru ABC-sam- gonguni, men tá ið Sofus D. Johannesen ger hann til tann reina eingil og Rósu Samuelsen til tað øvugta, so er neyðugt at gera vart við, at tað var Hans Pauli, sum umsat málsøkið, sum Rósa júst hevur yvirtikið! Stór uppgáva Eingin okkara misunnir land­sstýriskvinnuni í almannamálum, sum hevur fingið eina sera tunga uppgávu at loysa. Serstak- liga nú fíggjarstøðan er, sum hon er, og tørvurin á eld­raøkinum og øðrum økjum við, veksur í hvørj- um. At tað verður neyðugt, at øll samgongan – eisini Javnaðarflokkurin – tekur lut í trupla arbeiðnum, átti at verið sjálvsagt. Tí er tað út av lagi vánaligt, at boðfretar og spinnarar vaska sínar hend­ur og royna at skúgva ábyrgd­ina yvir á land­sstýris- kvinnuna í almannamálum, sum fyri bert fáum mánað- um síðani tók á seg al- mannaøkið, sum ein javn- aðarmaður hevði røkt í meira enn 4 ár. Rósa Samuelsen hevur síðan tá gjørt eitt megnar arbeiði fyri at royna at fáa tað at bera til við avmark- aðum tilfeingi! Valúrslitið hjá Javnað- arflokkinum til seinasta løgtingsval, tá ið flokkurin misti eitt løgtingsumboð, og nýggjasta Gallup- kanningin, har ið flokkurin missir enn eitt umboð á tingi, eru kanska orsøkin til, at bæði Sofus og John eru so ovurhond­s virknir í fjølmiðlunum.Men flokk- urin átti at verið so mikið at sær komin, at hann ístaðin tók í egnan barm og roynd­i at bøta um støðuna held­ur enn at blaka runu eftir samgongufeløgunum! Tað er neyðugt sum kanska ongantíð áður hjá verand­i samgongu at stand­a saman og d­raga eina línu. Tað átti held­ur ikki at verið so trupult! Sambandsflokkurin tekur ábyrgd - meðan Javnaðarflokkurin vaskar sínar hendur NIELS NAttEStAd