fríggjadagur 13. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 • 13. mars 2009
Vikuskifti 11
Ranitsky sigur: ”At góður tekstur
– í bundnum ella óbundnum máli
- skal innihalda nakað av filosofi
(læru og innihaldi) og hava ein
kulinariskan ráka (smakk). ”Ella,
sum tann lærdi Paul V. Rubow, í
mong ár professari í litteraturi við
Københavns Universitet, eisini
heppið hevur borið fram: ”Orðini
skulu kunna spæla saman – skulu
kunna ”snodda” til hvørt annað.”
Minningarorðini, sum finnast
í fyrstu bókini í bókarøðini: ”Frá
penni Petur W. Hábergs” um
t.d. Gunnhildur Evensen, dóttir
próstin A.C. Evensen, ið varð tann
fyrsta gentan úr realklassa teirra
sum doyði, er ein sterk lýsing í
serklassa, og sum kundi - og átti -
at staðið í føroysku lærubókunum
í skúlum landsins.
Petur var skald og kundi sum
fáur fanga orð og máliskur – og
brúka tær aftur og aftur í øðrum
samanhangi og vendingum. Og
hóast framfýsin, opin og ljóðkátur
av lyndi – so fekk hann seg hin-
vegin t.d. ongantíð til á møtum
at geva ein sang út, sum hann
sjálvur var upphavsmaður til.
Røðarin
Sum talari var hann sera vandin.
Hann segði, at hevði ein talari so
at siga ”viðtikið” fyri sítt egna
viðkomandi, at hann var góður
røðari, og tí altíð kundi halda seg
framat til at taka orðið, ja, so var
hann longu ”ferdigur” sum talari!
Um talur, sum byrjaðu væl, men
endaðu onkursvegna út í tóman
heim - uttan greiðan boðskap
ella poeng - kundi hann viðhvørt
brosandi físa at:”- ein elefanta-
tala!”.
Við eina ”elefanta-talu”
meinti hann, at tað var, táið
talarin hevði ein spennandi og
liðiligan inngang (sum snápulin
á elefantinum, ið kann liðast
og brúkast og ferðigur kann
fara allar vegir), síðani kemur
”innihaldið” - eitt veldigt høvd
og oyru og síðani ein gevaldigur
kroppur á fýra betongsúlubeinum.
Men, táið takast skal samanum,
og endaligi boðskapurin skal
hvessast og koma greitt fram,
tá gerst hetta oftani bara til ein
”elefanta-hali”, og sum ein endi
á taluni als ikki hóskar til tað
vektiga innihaldið – ein ússalig
slintra av einum hala, sum tann
skirvisligi endin á einum av
heimsins allar størstu djórum(!).
Hugbirtingar
Vit ungu tá merktu væl, at Petur
metti kynstur, kunst og neyva
vitan høgt; men kundi hinvegin
í sínum talum lættliga syfta
upp úr skjáttuni eina hugbirting
sum hesa: ”Tit ungu, ein kann
bæði vera doktari og professari í
teologi, og tó ikki eingang at hava
forstaðið kristindómsins ABC!”
Tílíkar breiðsíður vóru vituliga
vendar móti tí - enn ikki ókenda
– ”akademiska” hugmóðinum,
sum ikki sørt pátikið velur at lyfta
seg upp um eitt bládýpiskent evni
og - erkvisið og fýlandi - skoða
út yvir Bókanna Bók líkasum frá í
erva av, og kanska, táið av tornar,
hevur hesin ”køni” als ikki hevur
sæð skógina fyri berum trøum!
Men hevur heilt einfalt gjørt
seg sjálvan til ”leirkerasmiðin”
– heldur enn til leirið sjálvt, sum
Meistarin sjálvur kann mynda
- - (Jer. 18,1-6 og Róm. 9,21).
Nei, kundi Petur siga: ”Nei, tá
vil eg nógv heldur lurta eftir tí,
sum samtíðarmaðurin og sam-
verkamaðurin og fiskimaðurin
Pætur ápostul segði um vin og
Harra og Meistara sín – heldur
enn eftir tí, sum professor: ”datt
ella ditt” sigur um ”hatta ella
hitt” – og ofta eitt nú og eitt
annað tá - táið tað snýr seg um:
Hitt Æviga Orð Lívsins!”
Vinmenn og vitar
Eisini sigur tað nakað um Petur
W. Háberg, at millum teir per-
sónarnar, ið hann kendi, helt av
og ofta tók til - og sum her bara
eru nevndir eftir aldri - vóru :
Jóannes Patursson (1866-1946),
Tom Nicolajsen (1877-1950),
Jens av Reyni (1886-1948),
Victor Danielsen (1894-1961) og
Andrew W. Sloan (1896-1973)
– og so ikki sørt til skyldmannin
Christen Holm-Isaksen/Kristin í
Geil (1877-1935) eisini.
Nú til jóla seinast kom tann
næsta bókin í røðini - av og um
- Petur W. Háberg. Bókin kundi
eins og tann fyrra - í trá við ans
og anda Peturs - verið bæði
neyvari redigerað í teksti og verið
fjølbroyttari í myndavali, men har
er tó væl í heinta - fyri bæði leik
og lærd.
Petur lesur úr Bíbliuni á
ferð í ísrael
Gamla Ebenezer í Havn sum var tikið niður fyrst í sekstiárunum
Hjørdis og Petur W. Háberg á yngri árum