fríggjadagur 13. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 51 - 13. mars 2009
Tíðindaskriv
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Á ársaðalfundinum hjá
Eysturoyar Tjóðveldis
felag, sum varð hildin í
Bygdahúsinum á Strondum
ígjárkvøldið, varð Jóanes
Johannesen úr Funningi
valdur til formann. For
maðurin í mong ár, Jón
svein Bjartason, ynskti ikki
at halda fram, orsakað av
ov stórari arbeiðsbyrði.
Hann er maskinmeistari á
saltfiskavirkinum Vaðhorn.
Nýggja nevndin í felagnum
er annars mannað, og
hevur eftir aðalfundin
skipað seg soleiðis:
Jóanes Johannesen, Funn
ingi, formaður og aðal
stjórnarlimur. Jónsvein
Bjartason, Strondum,
næstformaður. Tórbjørn
Jacobsen, Glyvrum, ritari.
Herbert Olsen, Rituvík,
peningarøkil. Olaf í Garði
Joensen, Eiði. Magni
Joensen, Fuglafirði.
Petur í Túni, Toftum.
Hallur Ellingsgaard,
Oyndarfirði, tiltalkslimur.
Tollakkur Joensen,
Norðragøtu, tiltakslimur.
Ársaðalfundurin valdi eis
ini limir í Flokstingið, sum
verður hildið í Skálavík
fríggjakvøldið og leygardag
in í komandi viku. 20. og 21.
mars. Teir delegeraðu eru:
Jóanes Johannesen,
Funningi. Dia Ellindson,
Runavík. Herbert Olsen,
Rituvík. Olaf í Garði
Joensen, Eiði. Andras S.
Gregersen, Strondum.
Eigil Rasmussen,
Strondum, tiltakslimur.
Símun á Kinn, Strondum,
tiltakslimur.
Til grannskoðarar
felagsins vóru afturvaldir
Fríðfinnur Johnsson og
Jógvan Næs.
Lívligt politiskt kjak var
í biohøllini á Strondum,
eftir at organisatoriski
parturin av ársaðalfundin
um var avgreiddur. Góða
uppmøtingin á fundinum
boðar frá, at tjóðskapar
politiska rørslan er í stórari
og støðugari menning.
Tingfólkini Annita á
Fríðriksmørk og Tórbjørn
Jacobsen greiddu frá
tingarbeiðnum, og mettu
um politisku støðuna.
Fundarfólkið greinaði støð
una og yvirhøvur vóru fólk
samd við tingmanningini í
rikna politikkinum hjá
flokkinum, og kritikkurin,
sum var havdur á lofti, var
ógvuliga konstruktivur.
Semja var um, at hendan
samgongan rekst bara fyri
vág og vind, mál eru ongi,
tað er bara bera og blekt
aða valdið, sum heldur
teimum trimum flokkunum
saman í Tinganesi, og
støðan, sum heimurin og
Føroyar eru í, krevur eina
stjórn, sum er arbeiðsfør.
Tað hevði verið meira enn
nógmikið fyri hendurnar
hjá eini stjórn, við greiðum
málum fyri samfelagið og
tjóðina. Bygningarbroyt
ingar í vinnuni, mentanar
dubbing, hert politiskt
tjóðskaparstríð o.s.fr. Nú er
alt bara eitt valdsvakuum.
Yvirhøvur kendist tað, sum
at tað aftur er farið at vára
fyri einum fullveldislands
stýri í landinum, soleiðis at
ein endalig uppgerð kann
gerast viðvíkjandi seinastu
leivdunum í ússaligu hjá
landastøðu landsins.
Leikluturin hjá fíggjar
nevndarlimum floksins
fekk góð skoðsmál. Seriøs
ur og konstruktivur. Lokal
politiskt fegnaðust limirnir
um almennu íløguraðfest
ingarnar í oynni, sum vóru
partar av fíggjarlógarsemj
uni, og líka so nógv arg
aðust fólk inn á Javnaðar
flokkin, sum nú ger alt fyri
at bróta semjuna, nú hann
sum úlvur á skóg roynir at
avreiða hesar íløgur úr
oynni aftur, seinast á ein
um samgongufundi, sum
vit enn ikki kenna rættiligu
avleiðingarnar av.
Breið semja var um, at
eitt hert mentanarstríð eigur
at vera skipað, sum dygg
asta skorðan undir politiska
frælsisstríðnum. Íløgur
mega í bráðskundi gerast í
mál, mentan og egnan
samleika yvirhøvur, skal
danska mentanarimperial
isman ikki kollrenna før
oyingin í Føroyum.
Fundurin var lokin um
23tíðina og tjóðsangurin
varð sungin áðrenn hvør
fór til sín.
Jóanes í Funningi nýggjur formaður
Tíðindaskriv
frá Javna
Eisini eini 35 fólk við
menningartarni liva undir
somu óvirðiligu skipan,
sum tey á psykiatrisku
deild og fáa onga pensjón,
men bert lummapening.
Men nú eigur tíðin at vera
komin hjá okkum at gera
sum grannalond okkara og
fara burtur frá teirri skipan,
ið kallast bústovnar, so vit
ikki framhaldandi ógrund
að gera mismun á
menniskjum.
Útvarpið tók í sendingini
Skannarin mánadagin 9.
mars og aftur í tíðindunum
12/3 upp støðuna hjá
teimum, ið verða verandi á
psykiatrisku deild, tí onki
sambýli er tøkt til teirra.
Henda støðan er, hóast
politikkarar í áravís hava
ætlað at fáa hesi fólkini út
av landssjúkrahúsinum og í
vanlig sambýli at búgva.
Útvarpið skal hava tøkk
fyri at hava varpað ljós á
hetta álvarsmál.
Í hesum sambandi var
nomið við, at fólk, ið liggja
longri tíð á sjúkrahúsi, ikki
fáa pensjón men umleið
1000 kr. um mánaðin í
lummapengum. Tað merkir,
at tey ikki sjálv kunnu
keypa sær eitt klædnaplagg
ella geva einum skyldfólki
eina føðingardagsgávu, tí
tey hava ongar pengar um
hendur. 30 kr. um dagin
røkka jú ikki langt.
Hetta er sjálvsagt ein
sera óvirðilig støða, og
sjálvsagt áttu hesi fólkini
eins og flest øll onnur, ið
ikki eru fullfør, at fingið
eina pensjón, og so rinda
hóskandi upphædd fyri
innivist.
Javni má í hesum sam
bandi gera vart við, at um
framt hesi fólkini á psykia
trisku deild – eg haldi at
talan var um eini 20 fólk –
eru eisini eini 35 fólk við
menningartarni undir somu
óvirðiligu korum.
Tá Eirargarður varð
bygdur og fólk við breki
komu aftur til landið eftir
útlegd í Danmark, fluttu
hesi inn á stovnin Eirar
garð. Tá varð skipanin
tann, at stovnurin tók sær
av øllum, og fólk fingu eitt
sindur av lummapeningi
útgoldnan. Seinni fluttu
summi av hesum út í
ymiskar smærri bústovnar
at búgva, men fíggjarvið
urskiftini vórðu ikki broytt.
Nøkur ár seinni varð
tíbetur farið burtur frá hesi
skipan. Farið var undir at
skipa sambýli, har fólk við
breki kundu leiga fyri ein
rímiligan kostnað. Hesi fáa
sína pensjón og rinda ávísa
upphædd fyri kamarið um
framt ávísa upphædd fyri
ljós, hita, mat og tílíkar
útreiðslur. Hetta er fíggj
arliga ólíka virðiligari
skipan, tí tá rinda tey við
síni pensjón fyri innivist og
hava eftir til at keypa sær
klæði, til flutning og tað,
sum nú tørvar.
Tað syrgiliga er, at tey,
sum av fyrstantíð fluttu inn
á Eirargarð – summi teirra
eru framvegis á Eirargarði
og onnur búgva í heimlig
ari umstøðum á smærri
bústovnum – tey fáa fram
vegis bara lummapengar.
Her er kanska neyðugt at
gera greitt, at bústovnar og
sambýli eru heilt hvør sítt.
Bústovnar fáa allan rakst
urin játtaðan á fíggjarlógini
og búfólkini fáa
lummapening útgoldnan av
játtanini hjá stovninum. Á
sambýlum hinvegin leiga
búfólkini eitt kamar –
onkustaðni eina lítla íbúð –
og rinda við síni pensjón.
Nú eigur tíðin at vera
komin hjá okkum at gera
sum grannalond okkara og
fara burtur frá teirri skipan,
ið kallast bústovnar, so vit
ikki framhaldandi ógrund
að gera henda mismun á
menniskjum. Tað hevði
sømt seg einum fram
komnum samfelag.
Pensjón ella lummaull
Í løgfrøðiligari frágreið
ing um partabræva
handilin í Atlantic
Airways í juni 2008 slær
danski professarin í
løgfrøði, Erik Werlauff,
fast, at nevndin bæði
rættarliga og handilsliga
fór rætt fram, tá hon
keypti partabrøv frá fýra
leiðandi persónum í
felagnum
Eftir nógvu umrøðuna í
sambandi við handilin bað
nevndin í Atlantic Airways
herfyri høgt virda danska
professaran gera eina løg
frøðiliga meting av máli
num, og í síni frágreiðing
frá 5. mars 2009 ger pro
fessarin greitt, at nevndin
gjørdi onki skeivt í
málinum.
Erik Werlauff sigur í síni
niðurstøðu, at »den beslutn
ing, der i juni 2008 blev
truffet af bestyrelsen for
Atlantic Airways om at
lade selskabet købe halv
delen af de aktier, der eje
des af selskabets 4 ledelses
medlemmer, var både ret
mæssig og forretnings
mæssigt velbegrundet.«
Víðari sigur hann í síni
niðurstøðu:
»Beslutningen og gennem
førelsen af denne strider
ikke mod børsretlige for
skrifter, og den strider
heller ikke mod bestemm
elser i aktieselskabsloven,
herunder lighedsgrund
sætningen i §17, general
klausulen i §63, tilbage
betalingsreglen i §113 eller
erstatningsreglen i §140.«
Erik Werlauff staðfestir í
síni frágreiðing, at nevndin
tók sína avgerð samsvarandi
heimild í §3A í viðtøkunum
hjá felagnum, ið samsvara
við §48 í partafelagslógini.
Eisini staðfestir hann, at
nevndin ikki á nakran hátt
gjørdi seg inn á lógará
setingina um, at partaeigarar
skulu viðfarast eins.
Partafelagslógin ásetir, at
øll partabrøv hava eins
rætt, men hesin rættur er
ikki absoluttur, vísir pro
fessarin á. Hann skrivar í
frágreiðingini:
»Lighedsgrundsætningen
i aktieselskabslovens §17
kræver naturligvis ikke, at
fordi selskabet køber aktier
fra nogle aktionærer, skal
det købe aktier fra alle,
eller fordi selskabet giver
en overpris på 10 pct. for
nogle aktier, skal det til
byde samtlige aktionærer
en tilsvarende overpris for
deres aktier. Tværtimod
kan det være sagligt vel
begrundet, at selskabet
udnytter en mulighed, der
opstår for at købe nogle
bestemte aktier tilbage og
herved giver en overpris på
op til 10 pct. for disse,
således som bemyndig
elsen i vedtægternes §3A
lyder på.«
Erik Werlauff leggur
dent á, at nevndin var í
sínum fulla rætti at halda,
at hennara avgerð at keypa
partabrøvini var í felagsins
áhugamálum, tí støðan var,
at fýra leiðandi persónar í
felagnum vildu selja
samstarvsfelaga hjá
Atlantic Airways partabrøv
fyri høgan kurs. Hetta
kundi reisa spurnartekn
við, hvussu óheft leiðslan
fór at gerast, og tí mátti ein
avgerð takast í málinum.
Nevndin kundi ikki
nokta leiðandi persónunum
at selja partabrøvini til
samstarvsfelagan, tí ongar
forskriftir funnust, sum
bannaðu hesum. Men
nevndin gjørdi greitt, at
hon var ímóti søluni, og tí
gjørdu leiðandi persónarnir
sjálvir av at lata vera við at
selja. Í staðin keypti nevnd
in so helvtina av teirra
partabrøvum og gjørdi í
nýggjari avtalu greiðar
forskriftir um keyp og sølu
av partabrøvum hjá leið
andi persónum í framtíðini.
Erik Werlauff staðfestir í
frágreiðingini, at »bestyel
sen handlede ikke blot
forretningsmæssigt for
nuftigt, men iagttog også
en række børs og selskabs
retlige formalia.«
Í hesum sambandi vísir
hann á, at nevndin syrgdi
fyri, at handilin fór fram,
tá handilsvindeygað var
opið, nevndin spurdi reglu
vørð felagsins, um tað var í
lagi at gjøgnumføra handil
in, og eisini varð handilin
beinanvegin almanna
kunngjørdur, soleiðis sum
lógin fyriskrivar.
Eisini sigur Erik Wer
lauff: »På denne baggrund
må jeg konkludere, at
bestyrelsen for Atlantic
Airways har udøvet et
fornuftigt forretnings
mæssigt skøn over, hvad
der tjente selskabets
interesser bedst i den
konkret opståede
situation.«
Erik Werlauff hevur
skrivað fleiri bøkur um eitt
partafelagsrætt, børsrætt og
onnur løgfrøðilig viður
skifti og hevur síðan 1988
verið professari í løgfrøði
við lærda háskúlan í
Aalborg.
Christian Andreassen,
nevndarformaður,
P/F ATLANTIC AIRWAYS
Kendur professari í løgfrøði góðkennir
partabrævahandil í Atlantic Airways
viðmerkingar