Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 13. mars 2009 17 Tað heldur Fólkaheilsuráðið ikki. Ella tað vil siga, at ráðið hevur varnast í kanningum sínum, at føroyingar eru farnir at eta minni av fiski seinnu árini og tí eiga at vit at vera á varðhaldi. Býarfólkið hevur skund og er farið at eta meira av skundverðum. Tað vísa innflutningstølini. Úti á bygd er at minni at fáa í fjørðinum hjá stuttelika- útróðrarmonnum. Og tað er ikki so vælsæð longur hjá sjómonum at gramsa fisk umborð á skipi longur. Talan er jú um dýra søluvøru. Og hvør gongur á seiðaberg longur? Tað er annars nakað av tí mest skilagóða, ið tú kanst gera. Tak familjuna við. Minnist til bjargingarvest. So kann ein frálík og sunn løta fáast í føroysku náttúruni. Er fongurin smáfiskur kann frensurin eiga tað. Men hví ikki royna at skapa okkurt burtur úr seiðinum. Tey gomlu dugdu. Og brúktu livrina eisini. Men hví ikki royna okkurt nýtt úr hesi ókeypis rávøru, ið svimir rundan um okkum. Hevur nakar lesari spennandi uppskrift uppá seið ella upsa so prenta vit hana fegin okkum øllum at gagni? Annars kann eg viðmæla heimasíðuna www.2gangeomugen.dk, ið kemur við uppskriftum og kostráðum um alt sum hevur við fisk at gera. Til útisetarnar í Keypmannahavn og tey ið ferðast til Keypmannahavnar í morgin leygardagin, vil eg líka gera vart við forkunnugari vínsmakking, ið fer fram á Norðuratlantsbryggjuni. TopVin 2009 eitur smakkingin. Talan er um fremstu vínsløgini frá økjum um allan heim. Hendan smakkingin fer einans fram annað hvørt ár og er verd at vitja hjá vín-fjepparanum. Tað er vínbóndin sjálvur, ið stendur handan diskin og skeinkir. Eta føroyingar nóg mikið av fiski? inngangur grams.fo Mortan í Hamrabyrgi