fríggjadagur 13. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2009
17
Einki endaligt er greitt
enn, hvønn leist samgong
an ynskir at arbeiða eftir,
tá tosað verður um at
leggja út almennar stovnar.
Tørvurin á støðugum
arbeiðsplássum er avger
andi fyri framtíðina hjá
kommununum uttan fyri
Suðurstreymoy, og tískil
eigur ein býtislykil at verða
gjørdur, soleiðis at almenn
ir stovnarnir koma at liggja
um alt landið.
Seinastu dagarnar hevur
verið frammi í fjølmiðl
unum, hvørt tað er rætt at
halda almenn arbeiðspláss
í Tórshavn, ella um tey
skulu leggjast út um land
ið. Nú er ikki tíð til meiri
tos, men heldur gerðir. Vit
hava sæð smærri flytingar
av almennum arbeiðspláss
um, men tíðin er komin at
flyta, so tað merkist.
Upplýsast skal, at fyri
hvørjar 5 føroyingar, er ein
føroyingur í almennum
starvi. Um hetta var so
leiðis yvir alt landið, hevði
Norðoya sýsla havt 120
fleiri almenn arbeiðspláss
enn vit hava í dag. Suður
streymoy hevði mist 658
arbeiðspláss. Hetta er kon
statering av veruleikanum.
Eg havi fyrr sagt, at
akademiskir havnarmenn
ikki kenna fylgjurnar av, at
til dømis fiskidagarnir vera
skerdir 20%. Hetta segði
eg ikki fyri at niðurgera
akademikkarar. Heldur
vildi eg hava fram, at um
allir akademikkararnir
búgva í Tórshavn, verður
fjølbroytni ov lítið og
grundarlagið fyri at taka
rættar avgerðir ov snæður
skygt. Tí haldi eg, at ein
asta rætta er, at fáa almenn
ar stovnar lagdar út á bygd
ir og býir runt um í Før
oyum. Soleiðis fáa vit út
búgvið fólk á allar oyggjar,
ið duga at síggja styrkir og
veikleikar hjá nærum
hvørvinum. Á henda hátt
verður tann almenna
umsitingin nógv sterkari
og nógv fjølbroytnari, enn
tað vit kenna í dag.
At fáa útbúgvið fólk at
búsetast runt alt landið er
ikki bara ein styrki fyri
umsitingina, men eisini
fyri tað lokala umhvørvið.
Eitt nú hevur Klaksvíkin
eitt stórt útboð av ymiskum
mentanarligum tilboðum,
men sum ikki altíð vera
gagnnýtt, av tí at vit
mangla fólkið, sum arbeið
ir frá kl. 08.00 til kl.16.00.
Klaksvíkin stendur til
reiðar at taka ímóti allari
fiskivinnuumsitingini, um
tað skal vera, og síggi eg
tað ikki, sum meiri enn
rímiligt, at vit fáa okkara
120 arbeiðspláss aftrat til
Norðoyggjar.
Sum varaborgarstóri fyri
Klaksvíkar kommunu kann
eg ikki lata hetta sera
týdningarmikla mál fara
aftur við borðinum, uttan
at gera hesar viðmerkingar
til tað, ið fram er komið.
120 almenn arbeiðspláss til Klaksvíkar!
Varaborgarstjóri,
Klaksvíkar Kommuna
Jógvan
Skorheim
Gjáarmaðurin Sofus
Debes Johannesen hevur
seinastu mánaðirnar havt
nakrar sera góðar og
viðkomandi greinar í
bløðunum. Tó haldi eg, at
tann seinasta greinin við
yvirskriftini ”Javnaðar
flokkurin skapar úrslitini
– Sambandsflokkurin
fær vinningin” er merkt
av sama panikki, sum
tíverri hevur rakt fleiri
limir í Javnaðarflokki
num ta seinastu tíðina
Orsøkin til henda panikkin
er helst veljarakanningin,
sum her fyri gav Javnaðar
flokkinum eitt vánaligt
úrslit, meðan Sambands
flokkurin fekk størstu
framgongdina. Sjálvandi er
tað altíð keðiligt at ganga
aftur í eini veljarakanning,
men sæð í ljósinum av, at
tað eru næstan trý ár eftir
av valskeiðinum, er eingin
orsøk til panikk, tí enn
kann nógv broytast.
5 mánaðir eru ikki 5 ár
Høvuðsboðskapurin í
greinini hjá Sofusi er, at
tað er Hans Pauli Strøm,
sum hevur skapt allan
framburðin, sum er gjørdur
á almannaøkinum tey
seinnu árini, meðan Rósa
Samuelsen bara hevur
brotið niður. Tí er hann so
fortørnaður um, at veljarin
gevur Sambandsflokkinum
framgongd og Javnaðar
flokkinum afturgongd.
At Hans Pauli Strøm
hevur fingið meira á skaft
ið í fimm ár, enn Rósa
Samuelsen hevur fingið á
skaftið í 5 mánaðir, er
einki at siga til. Vit mugu
heldur ikki gloyma, at í
teimum fimm árunum hava
verið bæði góðar og minni
góðar tíðir, meðan teir
seinastu fimm mánaðirnir,
hava allir verið merktir av
eini kreppulíknandi støðu.
Tó hevur tað eydnast (ikki
bara Rósu og Sambands
flokkinum, men eini breið
ari semju, har andstøðu
flokkarnir eisini eru við),
at økja játtanina til
almannamál.
Síðani tann semjan varð
gjørd, eru aðrir trupulleikar
komnir undan kavi – ikki
nýskaptir trupulleikar, men
gamlir trupulleikar, sum
vóru ókendir í heyst, og
hesar trupulleikarnar hevur
samgongan nú sett sær fyri
at loysa.
Eingin ger nakað
einsamallur
Í einum demokratiskum
samfelag ger eingin polit
ikari nakað einsamallur.
Hans Pauli Strøm hækkaði
onga játtan einsamallur í
árunum 2004 – 2008, og
Rósa Samuelsen ræður
ongari játtan einsamøll í
2009. Tað sum Hans Pauli
Strøm gjørdi í fyrru ABC
samgonguni, gjørdi hann
við stuðli frá millum
øðrum Sambandsflokk
inum, og tað sum Rósa
Samuelsen ger nú, er
millum annað við stuðli frá
Javnaðarflokkinum.
Eg má undirstirka, at
umrøddu trupulleikarnir á
almannaøkinum eru ikki
nýggir. Men tað er nýtt, at
nakrir av teimum verða
tiknir upp til viðgerð, og
vónandi verða teir loystir
skjótt.
Hálvir sannleikar
Sum dømi um versnaðar
umstøður hjá teimum
veiku í samfelagnum, sigur
Sofus Debes Johannesen,
at javningin av pensjóns
viðbótini er skorin niður úr
4 til 3 prosent, og at hetta
var eitt spariuppskot hjá
landsstýriskvinnuni í
almannamálum. Men hann
gloymir at siga, at boðini
um at spara komu úr
Fíggjarmálaráðnum, har
ein javnaðarmaður situr á
ovastu rók. Fyri at fylgja
hesum boðunum arbeiddi
Rósa Samuelsen við fleiri
spariuppskotum, men
okkurt av uppskotunum
bleiv vrakað av Javnaðar
flokkinum. Millum annað
tí endaði sparingin hjá
pensjónistunum tí tað
kundi Javnaðarflokkurin
ganga við til.
Samstarv er vegurin
fram
Eg haldi ikki, at vit fáa
nakað burturúr at skylda
uppá hvønn annan. Vit eru
øll partur av somu sam
gongu, og saman skulu vit
finna loysnir.
Eg skal geva Sofusi púra
rætt í tí, at Rósa Samuel
sen, hesa stuttu tíðina, hon
hevur verið í landsstýri
num, hevur ikki loyst allar
trupulleikarnar á almanna
økinum. Tað hevði eisini
verið ov nógv kravt av
henni. Tó haldi eg at hon
higartil hevur gjørt eitt gott
arbeiðið.
Eg ivist ikki í, at Rósa
Samuelsen og Hans Pauli
Strøm, við ávikavist
almanna og heilsumálum,
saman við allari samgong
uni og møguliga eisini
andstøðuni, fara at gera
eitt gott arbeiði tað ið eftir
er av valskeiðinum, og at
veljarin fer at løna teimum
fyri tað góða úrslitið. So
fyribils er eingin orsøk til
panikk.
Rós til Rósu
løgtingsmaður
helgi
abrahamSen
Týsdagin handaðu
næmingar í 10. flokki í
Vestmanna skúla Føroya
felag móti krabbameini
ein kekk á slakar 72.000
krónur, sum tey høvdu
savnað saman til felagið
Hugflogið kennir eingi
mørk, tá ið viljin at hjálpa
er til staðar. Av sínum ein
tingum fóru 10. floks næm
ingar í Vestmanna skúla
herfyri undir eina verkætl
an, sum hevði til endamáls
at læra, hvussu tað er at
savna inn pengar til eitt
hvørt tiltak. Næmingarnir
valdu at stuðla Krabba
meinsfelagnum, tí tey hildu
tað vera eitt gott endamál.
Krabbamein er tann sjúk
an, ið rakar flest føroy
ingar, og øll kenna onkran,
sum hevur verið ella er
raktur av krabbameini.
Og tað má sigast, at hesir
11 næmingarnir hava
dugað væl. Í ymiskum
tiltøkum í tveir mánaðir,
harav trý vóru rættiliga
stór, savnaðu næmingarnir
slakar 72.000 krónur inn,
sum óskerdir eru latnir
Krabbameinsfelagnum.
Vestmenningar hava tikið
sera væl undir við hesum
stiginum, ið næmingarnir
hava tikið; bæði privatfólk
og fyritøkur hava víst
stóran áhuga og stuðlað
verkætlanini dyggiliga.
Gjáramorgunin bjóðaðu
næmingar til tíðindafundar,
har tey løgdu verkætlanina
fram fyri næmingum og
foreldrum.
Vit eru sera ovfarin av,
hvussu nógv næmingarnir
hava gjørt burturúr og
hvussu væl tey hava dugað.
Umframt stór og smærri
tiltøk hava tey skipað fyri
mótaframsýning, selt
lutaseðlar, eisini umvegis
internetið og tá ið stóra
stuðulskonsertin var. Undir
framløguni av verkætlanin
sungu og spældu tey ein
sang, sum tey høvdu yrkt
um at stuðla Krabbameins
felagnum, greiðir Jansy
Gaardlykke, dagligur
leiðari í Krabbameins
felagnum, frá.
Vit høvdu ikki droymt
um, at tey gjørdu so nógv
burturúr og at tey fóru at
fáa so góðan stuðul. Tey
hava gjørt eitt ótrúliga stórt
og flott arbeiði, sum vit eru
sera glað og takksom fyri.
Tey hava dugað sera væl at
varpa ljós á krabbamein,
Krabbameinsfelagnum og
marknaðarført tiltakið. Frá
okkum fáa tey bert rós og
toppkarakter fyri verk
ætlanina.
Peningurin kemur sera
væl við og verður nýttur til
tiltøk, sum Krabbameins
felagið skipar fyri.
Henda verkætlan er heilt
víst nakað, ið onnur kunnu
læra av og gera teimum
eftir, um ikki endiliga at
stuðla Krabbameinsfelag
num, so at stuðla øðrum.
Haldi at hesir næmingar
hava lært so ótrúliga nógv
við hesi verkætlan, sum tey
ikki hava lært fyrr og
neyvan koma at læra við
vanligari skúlagongd. Vit
siga stóra tøkk!
V/ Føroya Felag móti
Krabbameini
Jansy Gaardlykke,
dagligur leiðari
Næmingar í Vestmanna skúla toppkarakter frá Krabbameinsfelaganum
viðmerkingar