fríggjadagur 13. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 13. mars 2009
Golden Kaan, Western
Cape, Sauvignon Blanc 2007
Carmen, Valle del Mai-
po, Chardonnay 2007
Maglietta Rossa, DOC Bar-
bera d’Asti Superiore 2006
Montecastro, DO Ri-
bera del Duero 2005
17
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt hvítvín úr
Suðurafrika
Ummæli: Bleikur gulgrønur
litur. Frískur angi av grønum sú-
replum, nýslignum grasi og so
eisini ein undirtóni av tropiskari
frukt. Eyðkend suðurafrikansk
Sauvignon Blanc, ið bæði hevur
yndi og kraftmikla leskiliga
frukt. Líkatil og frískligt uttan
so nógv dikkedar.
Kostnaður: Kr. 78,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr Kili
Ummæli: Glógvandi gulur
litur. Spenanndi mineralskur
angi við brá av frískligum lime
og grapefrukt og so meira
tungar tónar av fersku og ana-
nas. Smakkurin harmoniskur,
har skilagóða fatlagrings-hand-
verkið kemur undan kavi sum
samansettir tónar av karamell
og smør. Sera gott vín til ein
sera rímiligan prís.
Kostnaður: Kr. 74,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Glógvandi lillas-
vartur litur. Angin er klassisk
Barbera. Djúp bláber, villar
blákollur og hvassur asfalt-
broddur. Sera lekkkurt reyðvín,
ið bæði er dansandi elegant,
spennandi samansett og
so samstundis chok-fult av
myrkari frukt, frískari sýru og
reinsandi beiskan brodd. Leski-
lig kirsuber-frukt við søtleika
og beiskleika. Framúr italskt
reyðvín til ein óvanliga rímiligan
prís.
Kostnaður: Kr. 79,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Spania
Ummæli: Kolasvart marglæ-
tisvín. Sterkur samansettur
angi av myrkari berfrukt, flesk,
pipari og kaneltónar frá nakað
harðari fatlagring. Smakkurin
kennist tjúkkur, ógvusligur og
nakað ov sýrubleytur. Her eru
mjúk sólbúgvin bromber og
samansett krydd í álmanak-
kavís. Her er uttan iva talan
um fyrstafloks vín uppá nógvar
mátar, men harða fatlagringin,
“vantandi luft í tónamyndini”
og høgi prísurin tekur sættu
stjørnuna. Annars frálíkt vín, ið
hóskar sera væl til sunnudags-
oksaháryggin.
Kostnaður: Kr. 231,50
Skoðsmál:
Øll vín-øki í gamla Evropa hava
sínar heilt serligu siðir at gera vín.
Tað er oftast aldargomul mentan,
ið er eyðkend við at svara til teir
møguleikar, ið vóru á staðnum
og so líðandi eru runnir saman
við lokalu matmentanina, at alt
tilsamans røkkur hægri eind.
Viðhvørt stinga vín-úrmælingar
so út í korti av nýggjum. Tað er ikki
altíð at líka væl hepnast og oftani
koma tveir ”skúlar” burturúr, har
annar leggur seg eftir tí nýggja,
villa og spennandi, meðan hin
stendir fast og verjir borg.
Reyðvíns-sløgini í dag,
Barbera úr italska Piemonte og
Montecastro úr spanska Ribero
del Duero eru tvey góð dømi um
hetta fyribrigdi.
Kanska fyri 10-15 árum síðani
fóru størri tal av bóndum í
hesum økja at royna nýggjar
leiðir í víngerð. Ávísir altjóða vín-
ummælarir vóru farnir at geva
einstøkum bóndum á hesum
leiðum serliga góð skoðsmál. Tað
vóru millum annað hesar ungu
leyvurnar, ið vóru farnar at gera
serliga sterkt og kraftmikið vín.
Yvirbúnar drúvur við søtleika
og kraft og harða parfumeraða
fatlagring á nýggjum eikføtum.
Og alkoholprosentir, ið vóru
um tey 15 ella hægri. Ógvuslig
konsentreraði vín uppá nógvar
mátar. Og dýr at framleiða. Men
tá ið slík vín fáa høgar ratings í
altjóða ritum, fylgir marknaðurin
oftani við. Ein eftirspurningur
tekur seg fram eftir hesum kraft-
vínum og fleiri bóndir fara at
framleiða eftir hesum leisti.
Tað er eingin loyna, at mín
smakkur ikki er so samdur
við hesum nýggja. Vantandi
fruktsýra, yvirbúgvin frukt, hørð
fatlagring og samanumtikið
vánalig javnvág er tað sum
oftani eyðkennir nýggja skúlan.
Tó so, undantøk finnast. Og eg
haldi at spanska Montecastro
er á heilt góðari leið. Men ikki
heilt í topp. Har átti at verið
skrúvað niður fyri fatlagringini.
17 mánaðir á nýggjum fronskum,
amerikanskum og eystur-
evropeiskum eikføtum er meira
enn hvat hetta vínið kann bera.
Italska Maglietta er tó
fullkomiliga Old-school Barbera.
Tað finnast eisini vulgert hart
fatlagraðar Barberur, men tað
gerst bara ov nógv eftir mínum
tykki. Fríska frukt við broddi og í
javnvág, tað er toppvín!
Nýtt og vilt ella
gott gamalt