Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 51 - 13. mars 2009 tíðindi Birita Mohr var á sam­kom­u í Hans Andriasarhúsi í Havn heiðrað fyri 30 ár sum­ sjónleikari. CV’ið er rúgvism­ikið, m­en serliga var tað leikluturin sum­ Olga í Nordost, ið sannførdi dóm­snevndina um­, at Birita Mohr var tann rætta at heiðra við herðaklappinum­ í ár. Birita er ein fyrim­ynd, ein eldsál og ein rørandi Olga, varð sagt LeikList Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í gjár varð Ársins Herða­ klapp latið sjónleikara fyri serligt avrik. Herðaklappið verður latið á hvørjum ári, og eru tað nevndirnar í Tjóð­ palli Føroya og MáF, ið lata viðurkenningina. Ætlanin við Ársins Herðaklappi er at heiðrað sjónleikinum, og tað arbeiðið, ið liggur aftan­ fyri. Á Grækarismessu á hvørjum ári síðan 2001 hev­ ur Ársins Herðklapp verið latið. Tey, sum áður hava fingið Ársins Herðaklapp, eru Lina Larsen, Hans Tór­ garð, Hjørdis Johansen, Adelborg Linklett, Bárður Persson, Jytte Joensen og Eyð Matras. Í gjár kundi Birita Mohr melda seg upp í hetta kórið. Hon var á samkomu í Hans Andriasarhúsið Undir Pisu­ varða í gjár heiðrað við sjónleikaraviðurkenningini. Dómsnevndin er mannað við Dagny Joensen, Dánjal Joensen og Karin Kjølbro. Tey høvdu avgjørt at lata Ársins Herðaklapp til Biritu Mohr, sjónleikara, fyri trúgva tænastu sum sjónleik­ ari. 56 ára gamla Birita Mohr hevur ein langan av­ rikslista eftir 30 ár á palli. Hon varð frá byrjan næm­ ingur hjá Eyðuni Johanne­ sen, sum eitt skifti var stjóri í Sjónleikarhúsinum í 1960­ 70 árunum. Hon var partur av leikbólkinum Gríma, sum varð stovnaður í 1977, og sum seinni varð til Tjóð­ pallur Føroya. Og har er hon enn. Birita Mohr var tann fysta í næsta ættarliðnum av sjón­ leikarum, ið fór at útbúgva seg innan sjónleik, næst eft­ ir Eyðun Johannesen, tá hon í 1980 fór undir sína sjónleikaraútbúgving. Hana fekk hon á Leiklistarskóla Íslands í 1984. Síðan hon kom heim, hevur hon verið virkin bæði sum sjónleikari og leikstjóri innan føroyskan sjónleik, sjónvarpssending­ ar, umframt at leggja røddir til føroyskar barnasending­ ar. Ein fyrimynd, eldsál og ein rørandi Olga Sum dómsnevndin segði, er avrikslistin hjá Biritu Mohr so mikið drúgvur, at tað er ógjørligt at nevna allar teir leikir, hon hevur verið við í. Nevnt var kortini, at dóms­ nevndin virðismetti, at tað var Birita Mohr, ið tók stig til at savna ungu sjónleikar­ arnar, tá teir í 1980­90­árun­ um komu heim eftir lokna útbúgving, og tók stig til at fremja dygdargóðan yrkis­ leik í Føroyum. Somuleiðis segði dóms­ nevndin, at Birita Mohr hevur verið við til at menna leiklistina, bæði tøkniliga og listarliga, og at tað hevur gjørt hana til fyrimynd fyri yngri sjónleikarar. “Birita Mohr hevur stutt sagt verið tann eldsálin, sum yrkissjónleikur í Føroy­ um so harðliga hevur fyri neyðini, fyri at yvirliva”, segði dómsnevndin. Umframt omanfyri nevndu avrik, hevur Birita Mohr virk­ að sum leikstjóri, rithøvundur, týðari, dramalærari, umsitari og annað. Ein leiklutur var kortini, ið seinasta árið hevur gjørt inntrykk á dómsnevndina. Tað var leikluturin sum Olga í leikinum, Nordost, sum Tjóðpallur Føroya setti upp í heyst. Saman við Sús­ onnu Tórgarð og Gunnvá Zachariasen, myndaði Bir­ ita Mohr leikin um tríggjar ymiskar kvinnur, ið vóru partar av gíslatøkuni í Dub­ rowka leikhúsinum í Moskva. Dómsnevndin segði um avrikið: “Birita Mohr tulkaði leik­ lutin sum Olga so hjarta­ nemandi og inniliga, at tað var sum at sita undir liðuni á henni í leikhúsinum. Birita Mohr megnaði so list­ arliga at fáa fram vanlukku­ ligu støðuna á palli, sum áhaldandi broyttist frá eini løtu til aðra, og fekk áskoð­ ararnar at kenna seg sum gíslar.” Eg dugi einki annað ­ Hesum hevði eg ikki rokn­ að við. Hetta var øgiliga rør­ andi, segði Birita Mohr eftir at tað varð kunngjørt, at hon hevði fingið Ársins Herðaklapp seinnapartin í gjár. Við Herðaklappinum fylg­ ir ein peningaupphædd á 12.000 krónur, sum eru oyramerktir til uttanlands­ ferð at síggja sjónleik. ­ Eg havi longu avgjørt, hvat eg skal. Eg havi ein son, sum spælir konsert í London miðskeiðis í apríl mánaði, og tá ætli eg mær at lurta. Eg havi longu keypt mær ferðaseðil, men nú havi eg so eisini ráð til at fara til hvønn sjónleik, eg vil, sigur Birita Mohr. Síðan barnsbein hevur Birita Mohr spælt sjónleik. ­ Tað er ótrúliga hart, at vera sjónleikari í Føroyum. Tað er ofta, eg havi hugsað, at hetta er ørskapur. Eg havi so roynt at gjørt okkurt ann­ að okkurt tíðarskeið, men eg vendi altíð aftur til sjón­ leikin. Tað er ein sterkari kraft, sum stýrir mær. Eg dugi einki annað, sigur Birita Mohr. Hon hevur ongar ætlanir um at gevast í bræði. Fyri hana er tað framvegis tað at bera fram eina góða søgu, sum er drívmegin. ­ At siga eina søgu, sum kann røra, flyta og broyta ting. Sjónleikur kann so nógv. Tað er tað, sum er drív­ megin. Mær dámdi ótrúliga væl leiklutin Olgu. Hon gjørdi eina serliga ávirkan á meg. Hana fór eg ordiliga inn í, og fekk ein sterkan boðskap fram gjøgnum hana, sigur Birita Mohr. Saman við penginginum, fylgir ein tilevnað gríma og ein silvurnál við heiðrinum. Leikari heiðraður fyri 30 ár í tænastu Birita Mohr varð í gjár heiðrað við Ársins Herðaklappi, sum á hvørjum ári verður latið sjónleikara ella felag fyri serligt avrik. Umframt langa listan yvir avrik seinastu 30 árini, gjørdi leikluturin sum Olga, ið Birita Mohr leikti í Nordost, serliga ávirkan á dómsnevndina Mynd: Jens Kristian Vang