Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 • 13. mars 2009 Vikuskifti 21 í 1894 og varð nýttur í hesum sambandi til valdstøkuna hjá nazistunum í 1933, sum bert høvdu háarorð til yvirs fyri hesum demokratiska stovni, sum teir síðani settu eld á, fyri at gera enda á hesum súmboli fyri demokratiið, og lótu bygningin síðani forfalla. Og ikki fyrrenn í 1999 varð ríkisdagsbygningurin aftur tikin í nýtslu sum lóggávuting fyri alt tað týska fókið. Aftaná eina 10 tíma langa umrøðu í samveldistinginum í Bonn í 1991 fall avgerðin. Har vóru 338 atkvøður fyri at flyta til Berlin, meðan 320 vóru fyri at blíva verandi í Bonn, tí flytingin av allari týsku meginfyrisitingini, ministerium, ambassadum v.m. fór at vera so ómetaliga kostnaðarmikil, sum hon so sanniliga eisini bleiv – men søgan vann, flutt varð! Kanska takkað verði tveimum fyrrverandi kanslarum, Willy Brandt og Helmut Kohl, sum báðir í kenslubornum røðum mæltu til at flyta úr Bonn til Berlin. Bretin, Sir Norman Foster, vann altjóða arkitektakappingina um at gera ríkisdagsbygningin aftur til eitt virðiligt ting fyri alt tað týska fólkið. Og tað eydnaðist honum til fulnar at skapa henda bygning, við søguligu rammunum varðveittum, væl at merkja, um til eitt modernað og vælvirkandi parlament, sum verunliga í dag hvílir á tryggari fólkaræðisligari grund,og er tað fyrstu ferð síðani hesin bygningur fekk heitið av Ríkisdegi at vera – og tað eru gleðilig tíðindi fyri okkum øll í Europa! Vit komu við risastórum elevatori heilt upp á “takið”, um eg so má siga, har ein ófatuliga stórur glaskupul við møguleika hjá mær í koyristóli at koma heilt upp í erva við rampu runt kupulin, einar 50 metrar hægri, og har var eitt ógloymandi útsýni yvir Berlin í allar ættir, henda grøna bý, sum er eitt sindur “bygdarsligur”, hóast alt, har enn ein farri av samanvaksnu bygdunum har á leiðini, so sum Kreuzberg, Spandau, Potsdam o.s.fr., enn eru at hóma! Har sást tú eisini fólk úr øllum heiminum, og sagt varð frá, at hetta var fyrstu ferð, at týskarar høvdu tikið ríkisdagsbygningin og harvið samveldistingið til sín. Og vísti talið av vitjandi tað allarbest – vitjanirnar vóru yvir 40.000 fólk um dagin í miðal! Brekavinarligur býur Ríkisdagsbygningurin var brekavinarligur, og sama er at siga um allar almennar bygningar, sjónleikarahús, søvnini o.s.fr. í Berlin. Bussar, undirgrundarjarnbreytin, sporvagnar, alt var í topp í so máta, so eg næstan gloymdi, at eg sat í koyristóli – ei undur í, at hotellvertur mín bleiv heldur ørkymlaður, tá eg spurdi hann komudagin, hvussu lá fyri í so máta í býnum – svarið var: selbstverständlich, sjálvandi! Múrurin Annars er tað soleiðis, at flestu ferðafólk, sum koma til dagsins Berlin undra seg yvir, at ein ikki sær “mest kenda býarvarteknið”, og er tað sjálvandi Múrurin, talan er um. Men so er ikki. Tó so, í Bernauerstrasse stendur stórur partur av Múrinum enn, júst sum hann gjørdi hesi ólukkuligu 28 ár fyri allar berlinarar, sum skilti familjur, vinir, kenningar – ja, øll í hesum býi í tveir partar – alt avgerandi var, hvussu eystaliga ella vestaliga, tú tilvildarliga búði ella vart staddur, ta náttina múrurin bleiv reistur. Hóast allir týskarar vóru ovur fegnir, tá Múrurin fall í 1989, so kanst tú tó enn møta, serliga eldri fólki, sum droyma um “góðu gomlu dagarnar” í DDR tíðini, har tíðin mest sum stóð í stað, allir borgarar høvdu tryggjaðan bústað, arbeiði, barnaansing, minstuløn o.s.fr, við ófatiligum ineffektiviteti og líkasælu til fylgju – sjálvt týskarar, teimum so ólíkt, fullu í dvala og DDR mátti geva skarvin yvir! Og slíka mótmælisgongu, eini 25 fólk, vóru eitt kvøldið møtt upp á Alexanderplatz at mótmæla “nýggju” tíðunum, har “pengarnir fólkið flyta”.Og hesi duga líkasum ikki við hesum “nýggja” marknaðarbúskapinum, har tú mást gera nakað til nyttu, áðrenn tú kanst heysta fruktirnar av tínum arbeiði - Vit vóru vitni til ein hugsjónarligan samanbrest millum kapitalismuna og tað sindrið sum eftir var av kommunismuni! Ferðin var at enda komin, og leiðin gekk aftur norður móti Hantsholm. Eg havi varðhugan av at hesin spennandi og áhugaverdi býur í Miðeuropa er fjarur fyri flestu føroyingum, hóast leiðin hagar ikki er long. Og fryntligari og blíðari fólki skalt tú leita leingi eftir – tú føldi teg vælkomnan allastaðni í býnum – eisini í koyristóli. Og vit bæði máttu sanna slagorðið hjá býnum: Berlin ja, hann er altíð eina ferð verdur! ni partur Týskland, íbúgvar: 82,2 mió. Høvuðsstaður Berlin, íbúgvar: 3.4 mió. Høvuðsstaður í sameinda Týsklandi síðani: 1991 Berlinmúrurin fall: 1989 Trúgv: - Protestantar: 54 % - Katolikkar: 44 % - Islam/ Jødar o. a.: 2 % Fakta