fríggjadagur 13. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2009
21
Fiskimálaráðið søkir eftir ráðgeva/
fulltrúa til fiskiveiðisamráðingar
og havtilfeingispolitikk.
Fiskimálaráðið
Fiskivinnustovan er deild í Fiskimálaráðnum. Høvuðsuppgávurnar hjá Fiskivinnustovuni eru: fiskiveiðisamráðingar • føroyskur
havtilfeingispolitikkur • faklig ráðgeving í fiskivinnumálum • málsviðgerð og fyrisiting í sambandi við veiði- og fiskiloyvi • fiskiídnaðar og
marknaðarviðurskifti • granskingar- og menningarpolitikkur á fiskivinnuøkinum • kunning um fiskivinnupolitisk og fiskivinnufaklig viðurskifti.
Starvið
Umframt at arbeiða við fiskiveiðisamráðingum við onnur
lond og í millumlandafelagsskapum, verður tú eisini við til
at fremja føroyskan havtilfeingispolitikk í breiðari merking.
Roknast kann við nógvum fundarvirksemi uttanlands.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, har tú fert at loysa fjølbroyttar og
fakliga mennandi uppgávur saman við starvsfeløgum, ið
hava hollar royndir í ymiskum yrkisgreinum. Tú fært góðar
møguleikar til at ávirka arbeiðsinnihaldið og til at skipa og
menna mannagongdir.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving í til dømis løgfrøði,
stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, fiskivinnufrøði ella búskap
ar frøði.
Vit leggja dent á, at tú hevur hegni at samráðast og
sam skifta, og at tú hevur innlit í havtilfeingispolitikk. Tú
arbeiðir við sjálvstøði og nærlagni, dugir at leggja til rættis,
samstarv ar væl og virkar til lítar í einum umhvørvi, har mál
kunnu hava nógvan skund. Tú hevur eisini lætt við at orða
teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum.
Royndir á einum ella fleiri av virkisøkjunum eru ein fyri
munur.
Starvstreytir
Starvsstaðurin er Fiskivinnustovan. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og stovnar tess, umframt Løgmanskrivstov
una og stjórnarráðini annars.
Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum
Fíggjar málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Flokking sum
ráðgevi er treytað av førleikum og royndum sambært gald
andi mannagongdum.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing og
øðrum viðkomandi skjølum vera at senda til Fiskimálaráðið,
Heykavegur 6A, Postrúm 347, 110 Tórshavn ella til fisk@fisk.fo
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. mars
2009 kl. 16.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Andrasi Kristiansen,
deildarstjóra, tel. 353241, andrask@fisk.fo.
– vit siga tað bara ikki hart
VIT FØRA STØRSTA FONGIN TIL LANDS