Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 • 13. mars 2009 Vikuskifti 20 Annars vilja flestu heimsins lond alment vísa andlit í samveldishøvuðsstaðnum Berlin – talan er jú um stórsta útflutningsland í heiminum -, so allar ambassadurnar, sum lógu í Bonn fyrr, hava nú flutt sæti sítt til Berlin, og hava fingið víst á eitt felags grundøki sunnan fyri Tiergarten, ikki langt frá Ríkisdegnum og stjórnarskrivstovunum, sum allar liggja har á leiðini. Tiergarten er at rokna sum eitt stórt natúrøki hjá berlinarum mitt í býnum, sum svarar til Central Park í New York. Og har finst eisini felags norðurlendska ambassadan, og grannarnir eru Bahrain øðrumegin og Mexico hinumegin – hvør ambassadan stásiligari enn onnur, so hóast norðurlendska ambassadan ikki er nøkur kroysa, so fánar hon millum hinar báðar! Vit vóru inni á gólvinum hjá grannum okkara, og har var høvi at keypa sær ein drekkamunn og annars práta við okkara norðurlendsku vinir – ein hugnalig løta. Ríkisdagurin Ríkisdagurin,(Reichstag), kanska kendasti bygningurin í Berlin, verður nevndur við hesum navni, men annars nevna týskarar sjálvt tingið fyri samveldistingið fyri líkasum at undirstrika, at Týskland hevur einaferð med alla sagt farvæl sum sterkt savnað ríki, við teimun ræðuligu fylgjum hetta hevur havt fyri allar grannar Týsklands. Men byggir harafturímóti á demokrati, sum enntá er býtt millum samveldistingið og samveldisráðið, og tey 16 deilríkini, so hetta ein Führer, ein Reich, ein Volk ongantíð aftur skal kunna endurtakast! Prýðiligi bygningurin var tikin í nýtslu sum (ráðgevandi) ting Ferðafrásøgn Johan Samuelsen Berlin – nýggi miðdepilin í Týsklandi og Europa – Sein Jóhan uttan fyri Ríkisdags bygningin