Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 51 - 13. mars 2009 ] Stigtakararnir til nýggja ítróttarfelagið fyri brekað í Eystur­ oynni, Svanur, vóru ov farnir av undir­ tøkuni á stovnandi aðalfundinum ÍTRÓTTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í gjárkvøldið var føroysk ítróttarsøga skrivað í skúl­ anum við Løkin í Runavík, sum var karmur um stovn­ andi aðalfundin av nýggja ítróttarfelagnum fyri brekað í Eysturoynni, sum hevur fingið navnið Svanur. Og sigast má, at und ir­ tøkan fyri felagnum longu frá byrjan er stór, tí ikki færri enn 60 fólk møttu á stovnandi aðalfundinum, og tað vóru stigtakararnir sera bilsnir av: – Eg hevði als ikki vænt­ að, at undirtøkan fór at vera so góð. Hetta var ein sera hugnaligur fundur og fólk vóru sera jalig. Talan var um fólk í øllum aldri og úr allari oynni, so vit hava fing ið ta best hugsandi byrj anina, sigur Dan Lamhauge, sum er ein av stigtakarunum til nýggja ítróttarfelagið. Á fundinum var ein nevnd vald at stjórna Svani, og í henni sita Marjun í Jákupsstovu á Eiði, Hendrik Olsen í Lamba, Rodmund Nielsen á Glyvrum, Eyðna Norðfoss í Runavík og Hugo Leo í Leirvík. Onkur teirra er burturstaddur, so væntandi fer nevndin at skipa seg í næstu viku. Umframt at alt tað form­ liga, ið hoyrir til ein stovn­ andi aðalfund, skuldi fáast frá hondini, var eisini eitt búmerki avdúkað. Asbjørn Ejdesgaard trýsti á knøttin, sum fekk tað at koma fram á skíggjanum. Tað er Sjúrð­ ur Højgaard á Krea, ið hevur teknað búmerkið hjá Svani. Heilsan til Svan Longu áðrenn nýggja ítrótt­ arfelagið fyri brekað í Eyst­ uroynni var sett á stovn í gjárkvøldið, hevði Ráðið fyri Brekað almannakunn­ gjørt eina heilsan til felagið, har ráðið fegnast um, at ítrótt arfelag fyri fólk ið bera brek, verður stovnað undir ÍSB. – Nú Heilsumálaráðið hev ur lýst ár 2009 at vera rørslu ár, er hugaligt at síggja at ítrótturin, sum er fyri fólk, ið bera brek, økir um sítt virksemi. Tað er av alstórum týdningi, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika at luttaka í ítrótti eins og øll onnur, stendur í heilsanini frá Ráðnum fyri Brekað. – Umframt endamálið við ítróttinum, eru nógvir aðrir fyrimunir, eitt nú at fáa vinir, kenna samanhald og stuttleika. Harumframt er tað umráðandi, at fólk ið bera brek, fáa høvið at njóta teir møguleikar, sum lívið bjóðar, á jøvnum føti við onnur. Ráðið fyri Brekað sigur í heilsanini, at tað helst fer at síggjast aftur í teimum kapp ingum, Føroyar eru við í, at lokalfelag undir ÍSB nú er stovnað í Eysturoynni. – Gjøgnum tíðirnar hava vit sæð nógvir ítróttarúr­ mæl ingar, sum koma fra ítróttarfeløgum fyri brekað. Altjóða samstarv eigur eis­ ini at røkka teimum, ið bera brek, sigur Ráðið fyri Brek­ að, sum eisini ynskti fyri­ reikarunum góða eydnu við stovnandi aðalfundinum. Seinnapartin í morg in hava ÍSB og Javni almennan kunningarfund um Special Olympics í Miðlahúsinum ÍTRÓTTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo ÍSB, sum umboðar allan ítrótt fyri brekað í Føroyum, er limur í alheims felags­ skapinum Special Olympics undir heitinum Special Olymp ics Føroyar, sum so aftur er ein grein ella deild undir ÍSB. Tey flestu munnu hava hoyrt um Special Olympics, tá okkara frægu ÍSB­ítrótt­ arfólk hava verið við til olympisku leikirnar fyri brekað, tí har eru mangan komin góð úrslit og heiðurs­ merki burturúr. Tó vita kanska mong kortini ikki, hvat Special Olympics ítøki liga stendur fyri, og tí verð ur nú skipað fyri kunn­ ing arfundi. Tað er ÍSB, sum í sam­ starvi við Javna, hevur tikið stig til fundin, sum verður í Miðlahúsinum í morgin klokkan 15, og har fer at verða greitt frá, hvat Spec­ ials Olympics er og hvørjir møguleikar, ið har eru. Brúk fyri fólki Stigtakararnir til fundin í morgin siga, at Special Olympics Føroyar hevur fyri neyðini at vera sera væl skipað og manna við fólki, sum brenna fyri arbeiðinum innan ítrótt fyri fólk við menningartarni, tí bert á tann hátt ber til at røkka long ur á leiðini innan al ­ tjóða felagsskapin. – Hetta krevur, at væl verður tikið undir við Special Olympics Føroyar, ikki bert av ítróttafólkunum, men eisini av teimum av ­ varðandi og av myndugleik­ unum, verður sagt á heima­ síðuni hjá ÍSB. – Við einum vælskipaðum felagsskapi verða tey av ­ varðandi ein størri partur í dagliga ítróttarlívinum hjá tí einstaka við menn ingar­ tarni. Fjalla­ súkkling í Havn í morgin Tórshavnar Súkklu­ felag hevur kapping í fjallasúkkling fyri unglingar og vaksin í Marknagili og Havnardali SÚKKLING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Kappingin byrjar í morg­ in á miðdegi, og teir meira royndu súkklarar­ nir hjá bæði unglingum og vaksnum skulu súkkla tilsamans 24 kilometrar, sum eru á økinum við ríðibreytina í Marknagili og eftir gøtunum út í Havnardal. Tórshavnar Súkklu fe­ lag sigur, at onnur eisini fáa høvi at royna seg í fjallasúkklingini, men at tey skulu súkkla ein styttri tein, sum er seks kilometrar. Tey, ið hava hug til tað, skulu bara møta upp á parkerings­ økinum við ríðibreytina í seinasta lagi klokkan 11.30. Hetta er onnur kapp­ ingin í fjallsúkkling, sum er í ár. Fyrru ferðina var súkklað á økinum kring Studentaskúlan í Hoy­ dølum, og ta ferðina vóru bæði børn, ungling­ ar og vaksin við. Svanur framúr undirtøku Kunna um Special Olympics Føroyar SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Nýggja ítróttarfelagið fyri brekað í Eysturoynni, Svanur, fekk eina góða byrjan, tá ikki færri enn 60 fólk møttu á stovnandi aðalfundinum í gjárkvøldið Mynd: Rúna Feilberg Lamhauge Soleiðis sær búmerkið hjá Svani út. Sjúrður Højgaard á Krea hevur teknað tað, og tað var Asbjørn Ejdesgaard, sum á stovnandi aðalfundinum fekk heiðurin at avdúka tað