fríggjadagur 13. mars 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 51 - 13. mars 2009 ]
Mourinho lagdur undir
harðskap
Sum um tað ikki var nóg mikið, at Inter var sligið út úr
Champions League-kappingini av Manchester United
týskvøldið, so verður Inter-venjarin, José Mourinho, nú
skuldsettur fyri at hava lagt á ein Inter-fjeppara eftir
dystin. Hetta skal vera hent í nánd av spælarabussinum
uttan fyri Old Trafford, og politiið í Manchester váttar, at
tilburðurin er meldaður.
HM-talvfinalan neyvan í ár
Hóast Veselin Topalov við sigri á Gata Kamsky í hálvfinaluni júst hevur
vunnið sær pláss í finaluni um heimsmeistaraheitið í talvi, sum skuldi
verða í september í ár ímóti VisWanathan Anand, hevur altjóða
talvsamgongan, FIDE, nú sátt iva um, nær finalan kann vera. Sum skilst,
er penganeyð orsøkin til, at FIDE fyribils hevur útsett finaluna til síðst í
apríl mánaði næsta ár.
Mikudagin spæl ir
føroyska mans lands
liðið í hondbólti
EMundan kappingar
dyst ímóti Sveis, og
mánakvøldið verður
greitt, hvussu endaligi
hópurin sær út
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Dia Midjord og Kári Niel-
sen,
landsliðsvenjarar,
skulu brúka venjingarnar
næstu dagarnar til at finna
útav, hvørjir 12 útispælarar
og tveir málmenn verða í
endaliga
hópinum,
sum
verður tikin út til teir báðar
dystirnar í EM-undan kapp-
ingini ímóti Sveis. Tann
fyrri verður í Havn miku-
kvøldið klokkan 19 og tann
seinni niðri í Zürich næsta
leygardag.
Enn er talan bara um ein
bruttohóp, sum er til venj-
ingarnar, og ikki allir, sum
eru við har, sleppa við. Allir
í bruttohópinum eru heldur
ikki tøkir enn, tí Heini
Hanusarson kemur ikki til
Føroya fyrr enn sunnudagin
ella mánadagin, men lítið
annað man vera væntandi,
enn at hann verður partur
av endaliga hópinum, hóast
hann ikki hevur verið til
allar venjingarnar.
Landsliðið fer í kvøld at
venja í Kollafirði, sunnu-
dagin verður vant í Hoyvíks-
høllini, og mánadagin og
týsdagin verður so tað
síðsta fingið upp á pláss í
høllini á Hálsi í Havn, har
eisini heimadysturin ímóti
Sveis skal spælast.
Bruttohópurin, sum telur
18 mans, sær soleiðis út:
Finnur Hansson, Tróndur
Kragesteen, Karl Herup
Olsen, Ingi Olsen og Ári
Dam úr Neistanum, Janus
Sørensen, Regin Joensen,
Esbern Patursson, Johan
Hofgaard og Levi Nybo úr
H71, Áki G Olsen, Agnar
Joensen, Sámal Joensen og
Rúni Joensen úr VÍF, Hans
Áki Dal-Christiansen og
Bárð ur
Johannesen
úr
Kyndli, Heini Hanusarson
úr Ajax Keypmannahavn
og Lars L. Black úr ÍF Før-
oy um.
Fyrireika seg til Sveis
– Eg havi annað at
takast við, enn at
kjakast í fjøl miðl
un um, tí hetta átti
heldur at snúð
seg um hondbólt,
sigur Sophus Dal
Christiansen, sum
millum annað vísir
á, at kvinnurnar,
sum hava skrivað
undir skrivini til
Hondbóltssambandið,
heldur ikki eru tær,
ið ganga undan á
vøllinum
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Sophus
Dal-Christiansen
hevur í morgun boðað
Hondbóltssambandinum
frá, at hann tekur seg aftur
sum venjari hjá kvinnu-
landsliðnum. Í longri tíð
hava fleiri av spælara kvinn-
unum víst misnøgd við
hansara arbeiði sum venjari,
men av tí at henda misnøgd
hevur verið víst í fjøl miðl-
unum, hóast hetta skuldi
verið eitt innanhýsis mál,
hevur Sophus valt at takkað
fyri seg.
– Eg havi annað at takast
við, enn at kjakast í fjøl-
miðlunum, tí hetta átti held-
ur at snúð seg um hondbólt.
Sjálvur haldi eg, at skuld-
setingarnar, sum nakrir av
landsliðsspælarunum hava
sett fram ímóti mær, einki
hava við hondbólt at gera,
sigur Sophus.
– Eisini haldi eg tað vera
ov vánaligt, at spælararnir,
sum hava skrivað undir,
ikki tora at standa fram við
navni
í
fjølmiðlunum.
Somu leiðis kann eg stað-
festa, at eg havi havt Hond-
bóltssambandið aftan fyri
meg alla tíðina.
Til tað siga landsliðs-
kvinnur, Sosialurin hevur
tosað við, at tær ynskja ikki
alment at leggja navn til
atfinningarnar, tí tær stúra
fyri avleiðingum, ið kunnu
líkjast teimum, ið raktu
Heina Hanusarson og aðrar
á manslandsliðnum í heyst.
– Men vit eru ikki meira
dulnevndar enn so, at vit
hava skrivað undir hasi
brøvini, so í øllum førum
veit Hondbóltssambandið,
hvørjar
vit
eru,
siga
landsliðskvinnurnar.
Onga heimild
Sophus
Dal-Christiansen
vísir víðari á, at nógvir av
spælarunum,
sum
hava
skrivað undir skrivini til
Hondbóltssambandið,
í
grund ini slett ikki hava
nakra veruliga heimild til at
skriva undir.
– Her er ikki talan um
teir spælarar, sum standa í
fremstu røð á vøllinum, tá
harðast leikar á. Og okkurt
dømi um spælarar, sum
geva avboð til níggju av 10
venjingum, sigur nú fráfarni
landsliðsvenjarin.
– Viðvíkjandi innihald in-
um í skrivinum, tær hava
sent Hondbóltssam bandin-
um, so standi eg bæði
undrandi og spyrjandi, tí
einki hald er í tí og haraftrat
fleiri villur. Millum annað
hava tær skrivað, at eg skal
vera tann fyrsti til at missa
høvdið undir dysti, men
millum teirra, ið hava skriv-
að undir, eru fleiri spælarar,
sum ongantíð hava verið í
dysti saman við mær.
Sophus harmast um støð-
una, sum fyrst og fremst
gongur út yvir kvinnu lands-
liðið. Hann væntar, at tað
einasta, ið misnøgdu kvinn-
urnar nú fáa burtur úr hes-
um málinum, er at kvinnu-
landsliðið verður »lagt á
hillina« í eina tíð. – Og
eisini tá kemur hondbólturin
at standa eftir sum taparin,
sigur hann.
Venjingin avlýst
Forsøgan er tann, at mið-
skeiðis í januar mánaði
skrivaði ein stórur partur av
kvinnulandsliðnum
undir
eitt skriv til Hondbólts sam-
bandið,
har
kvinnurnar
kravdu, at tær fingu ein
nýggjan landsliðsvenjara í
staðin fyri Sophus Dal-
Christiansen, sum tær vóru
alt annað enn nøgdar við.
Hondbóltssambandinum
bað tá um at fáa eitt nýtt
skriv, har ein grundgeving
skuldi fylgja við. Tær
hittust síðani á fundi tann
26. januar og festu nakrar
grundgevingar á blað, sum
vóru ein lemjandi kritikkur
av venjaranum.
– So væntaðu vit, at
Hondbóltssambandið gjørdi
okkurt, men har hendi
einki. Hóast okkum var lov-
aður ein fundur, tá lands-
liðsvenjing var í Kollafirði
mitt í februar, so var eingin
fundur. Í staðin fingu vit so
enn eina ferð lyfti um, at
fundur skuldi verða, tá
landsliðið nú aftur skuldi
koma saman á Eiði, siga
landsliðsspælarar
við
Sosial urin.
Men nú verður so eingin
landsliðsvenjing á Eiði, tí
kvinnulandsliðið
hevur
ongan venjara meira, og nú
Sophus sjálvur hevur lagt
frá sær, er ætlaði fundurin
neyvan heldur serliga aktu-
ell ur júst nú.
Vit fingu fyrrapartin fat-
ur í formanninum í Hond-
bóltssambandinum, Krist-
ian Johansen, sum var
stadd ur í Keypmannahavn,
men hann kundi onga við-
merking gera til málið, tí
hetta var so nýtt og tí hann
ikki hevði tosað við allar
partar enn.
– Men eg komi aftur
sunnudagin, og mánadagin
fara vit at hava fund um
málið sigur hann.
Sophus frá sum landsliðsvenjari
Heini Hanusarson er aftur klárur til hondbóltslandsliðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Sophus Dal-Christiansen hevur í morgun boðað
Hondbóltssambandinum frá, at hann tekur seg aftur sum
venjari hjá kvinnulandsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen