Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 51 - 13. mars 2009 ] Líkt er til, at norður­ jútska fótbólts ævin­ týr ið fer at enda á hes­ um sinni. AaB tapti uppiborið 2­0 ímóti Man chester City. UEFA CUP Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Danska superliga-liðið AaB megnaði ikki at skora eitt týdn ing armikið úti vallar- mál á City of Manchester- leik vøllinum í gjárkvøldið. Tað megnaði mótstøðuliðið tvær ferðir, og tí er líkt til, at fótbóltsævintýrið hjá AaB fær ein enda á hesum sinni. Longu, tá átta minuttir vóru farnir av dystinum, leyp skriðan. Craig Bellamy sat uttanfyri hjá Manchester City, orsakað av skaða. Í hansara stað spældi Felipe Caicedo, og hann sendi boð út til venjaran, at hann er verdur at satsa uppá. Caicedo setti Michael Jakob sen hjá AaB av, og út plaseraði síðani AaB- mál verjan, Karim Zaza, og sigur s kósin var sett hjá ensku millióningunum. AaB vaknaði Eftir leiðslumálið vaknaði AaB og kom til nakrar rætti liga stórar mál møgu- leik ar, men uttan neyðuga neyv leikan framman fyri City-málinum. Serliga Andreas Johansson og Caca tóku ikki av møgu leik- unum. Í staðin var tað heimaliðið, sum gjørdi bart, tá Shaun Wright-Phillips økti til 2-0. Wright-Phillips fintaði Patrick Kristensen við brots teig ar markið, og so kundi hann senda eitt kanón skot í handara hornið, uttan ein livandi møguleika hjá Karim Zaza at bjarga. Minuttin aftaná hevði lið skip arin hjá AaB, Thomas Augustinussen ein risa møguleika fyri at toga lið sítt inn aftur í dystin. Augustin ussen fekk bóltin send andi, og var hann púra leysur framman fyri máli- num. Men skotið hjá honum fór beint uttanfyri. City hevði eisini møgu- leikar til økja um leiðsluna, men Karim Zaza í AaB- máli num vardi væl. Vóru nøgdir Seinni hálvleikur var rætti- liga nógv merktur av, at Man chester City-spælar ar- nir vóru nøgdir við 2-0 leiðsl una, teir høvdu vunnið sær í fyrra hálvleiki. AaB royndi at koma longur fram á vøllin í seinna hálvleiki, men gjørdust kortini ikki spæl stýrandi liðið í dysti- num. Bæði liðini høvdu nakrar stórar møguleikar, serliga Shaun Wright-Phillips hevði ein risamøguleika, men aftur bjargaði Karim Za za meistarliga. Eitt 2-0 tap ger tað veruliga torført hjá AaB at koma víðari. Hinvegin, so hevur danska liðið alt at vinna, og einki at tapa. Og í Aal borg er bólturin eisini rund ur… EB/Streymur, HB og B36 og KÍ eru tey fýra liðini, sum manna ársins kapping í Klaksvík, sum verður leygardagin og sunnudagin. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Stóra árið í fjør hjá EB/ Strey mi byrjaði í Klaksvík, tá liðið vann KÍ-kappingina, og síðani hugdu teir bláu og svørtu ikki aftur um seg, men vunnu bæði Løgmans- steypið og føroya meistara- heitið, umframt at teir gjør- du ein góðan innsats ímóti Man chester City í UEFA Cup-kappingini. Tað er ikki altíð, at vinnar in í KÍ-kappingini fær eitt so gott kappingarár, men kappingin plagar at geva nakrar av fyrstu ábend ing unum um, hvussu nøkur av fremru liðunum eru fyri. Í øllum førum ber til at síggja tey bæði fremstu lið- ini í fjør, EB/Streym og HB, spæla fyrra innleiðandi dystin í kappingini í morgin klokkan 13, og klokkan 15 fara so vertirnir í KÍ og tap- andi steypafinalistarnir í fjør, B36, á vøllin. Tapararnir í hesum báð- um dystunum møtast so í dystinum um triðjaplássið sunnu dagin klokkan 13, og sjálv finalan verður sunnu- dagin klokkan 15. Sum skilst, ætlar KÍ at gera eitt sindur burturúr uttan fyri vøllin eisini, so sum at skipa fyri kjaki um aktuel og viðkomandi fót- bólts evni. KÍ-kappingin um vikuskiftið Fótbóltsfundur um Felags Stev Í kvøld klokkan 19 hittast formenn, høvuðsvenjarar og liðformenn í Vodafonedeildini í niðastu hæddini í FSF- húsinum til fundin Felags Stev. Har verður greitt frá Stevnuni 2009, nýggjum í lógunum, umframt um venjaran, liðformannin og dómaran. Helst møta øll tey, sum skulu, tí um ikki venjari ella hjálparvenjari saman við liðformanni ella eyka liðformanni møta, kann felagið fáa 3.000 krónur í bót… Uppsøgn hóttir svenskt felag Tað kann koma at kosta svenska fótbóltsfelagnum, IFK Norrköping, sera dýrt, at felagið hevur koyrt venjaran, Mats Jingblad. Hann stendur á lønarlistanum hjá felagnum til og við desember 2011, og bara tað kann kosta felagnum 2,5 milliónir svenskar krónur. Harumframt hevur hann rætt til eina íbúð í miðbýnum í Norrköping til og við 30. juni í ár, umframt at hann fram til 22. november í ár kann brúka tænastubil og fartelefon, sum felagið rindar fyri. Sær svart út hjá AaB UEFA Cup-úrslit Manchester City-AaB 2-0 (2-0) 1-0 Felipe Caicedo, 8. 2-0 Shaun Wright-Phillips, 30. CSKA Moskva-Shaktar Donetsk 1-0 (0-0) 1-0 Vagner Love (brotsspark), 50. Dynamo Kiev-Metalist Kharkov 1-0 (0-0) 1-0 Ognjen Vukojevic, 54. Hamburger SV-Galatasaray 1-1 (0-1) 0-1 Ayhan Akman, 33. 1-1 Marcell Jansen, 50. Paris SG-Braga 0-0 Werder Bremen-St. Etienne 1-0 (1-0) 1-0 Naldo, 20. Marseille-Ajax Amsterdam 2-1 (2-1) 1-0 Benoit Cheyrou, 19. 2-0 Mamadou Niang, 33. 2-1 Luiz Suarez (brotsspark), 36. Udinese-Zenit Sankta Pætursborg 2-0 (0-0) 1-0 Fabio Quagliarella, 85. 2-0 Antonio Di Natale (brotsspark), 90. Manchester City megnaði at skora tvær ferðir og fekk hildið AaB frá at fáa mál. Tað ger uppgávuna uppaftur torførari hjá AaB, tá City kemur á vitjan í Aalborg um eina viku Mynd: AFP