fríggjadagur 13. mars 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2009
39
lýsingar
Tel. 238877 · info@hotelrunavik.fo · www.hotelrunavik.fo
GistinG v/morGunmati · skeið · Fundarvirksemi
Summarferiuavloysarar og
barnsburðaravloysarar
Søkt verður eftir 3 avloysarum í sambandi við
barnsburð, 1 sjúkrarøktarfrøðing 0,7 tíð frá 1. mai
2009 og 2 heilsuhjálparar/heilsurøktarar 0,7 tíð frá
1. juni 2009.
Søkt verður eftir summarferiuavloysarum í juli
og august 2009.
Talan er um avloysarar fyri sjúkrarøktarfrøðingar,
heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Lesandi til heilsuútbúgvingar annars eru eisini
vælkomin at søkja.
Løn og setanartreytir smb. sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skulu vera hjá Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
mánadagin 6. apríl 2009.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
Hensiu Einarsson, leiðara, ella Helenu Poulsen og
Beintu Áargarð, deildarleiðarar, tlf. 30 20 75.
Um Tjarnargarð
Tjarnargarður er eitt røktarheim, har 34 búfólk
búgva. Ein dagdeild er fyri heimabúgvandi fólk,
sum eru minnisveik, har pláss er fyri 15 fólkum.
Á øllum eindunum eru fólk við ymiskum røktartørvi,
sosum alzheimers/demensi og øðrum ellisbrekum,
sum ger, at tey hava tørv á røkt alt samdøgrið.
Arbeitt verður eftir hugsjónini »The Eden Alternative«,
har tørvurin hjá búfólkunum er avgerandi fyri, hvussu
arbeiðslagið skal skipast. Hendan hugsjónin ger, at
heimið gerst eitt livandi stað, har djór, plantur og
barnavitjanir spæla ein stóran leiklut.
Tórshavnar kommuna
Koyrikort
til motorsúkklu
Teoriskeið til moTor
súkklu byrjar Týsdagin
17. mars kl. 19.00
Koyriskúlin
við Hugo Kristiansen
Telefon 225 225
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Heilsuhjálparafelag
Føroya verður á Hotel Føroyum
leygardagin tann 18. apríl kl. 13.00.
Møtið fjølment!
Nevndin