Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 40

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 51 - 13. mars 2009 lýsingar Eiðis kommuna SkrivStovufólk Søkt verður eftir skrivstovufólki at byrja skjótast til ber Høvuðsarbeiðsuppgávur: • Planleggja, raðfersta og samskipa arbeiðisuppgávurnar á skrivstovuni • Tryggja dagligu arbeiðisgongdirnar • Tryggja eitt gott samskifti við borgarar og viðskiftafólk • Fyrireika bygdarráðsfundir saman við borgarstjóranum • Dagføring av heimasíðu • Aðrar fyrisitingarligar uppgávur førleikakrøv: Útbúgving: • Relevanta útbúgvin innan skrivstovuøkið, fyrisiting ella líknandi førleika EDV: Kunnleika til m.a. hesi forrit: • Journalskipan • Tekstviðgerð • Rokniark • Kalendara- og t-postskipan royndir: Ynskiligt er at viðkomandi hevur innan fyrisiting og skrivsstovuhald Annað: Viðkomandi, ið settur verður, hevur tagnarskyldu viðvíkjandi viðurskiftum, ið kunnleiki fæst til gjøgnum starvið, eisini aftaná, at viðkomandi er farin úr starvi. Persónligar eginleikar: Skal m.a: • Vera virkisfús/ur og framsøkin • Síggja trupulleikar sum uppgávur og ikki sum forðingar • Hava góðar menniskjaligar og fakligar eiginleikar • Kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og eggja teimum at menna tænastustøðið • Vera trúgv/ur móti tiknum avgerðum Arbeiðstíð: Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna løn: Starvið verður lønt samb. sáttmála við avvarðandi yrkisfelag umsóknarfreist: Umsóknir v.m. skulu sendast til: Eiðis Kommuna Brekkuvegur 22 Att: Borgarstjórin FO-470 Eiði Og skulu vera Eiðis kommunu í hendi, í seinasta lagi mánadagin 30 mars. 2009 kl. 16.00 Meiri fæst at vita um starvið við at seta tykkum í samband við Rólant Poulsen, borgarstjóra, á tlf: 213312 Eiðis kommuna Brekkuvegur 22 470 Eiði Við hesum verður biðið um tilboð frá áhugaðum hárfríðkarum til hárviðgerð á Tjarnargarði. Tilboðið skal vera útgreinað viðvíkjandi ymisku hárviðgerðunum við atliti til, at Tjarnargarður rindar alt tilfar. Arbeiðsdagar og -tíðir verða sambært avtalu og í samstarvi við starvsfólkið á eindunum. Á Tjarnargaði búgva 34 fólk, og krøvini til umsøkjararnar eru áhugi innan eldraøkið og góð samstarvsevni. Tilboðsfreist 30. apríl 2009. Hárfríðkari til Tjarnargarð Tilboðini skulu sendast til: Tórshavnar Kommunu postboks 32, 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Tilboð sum hárfríðkari«. Tórshavnar kommuna Innskriving av næmingum til forskúlan í Sankta Frans skúla skúlaárið 2009/10 Foreldur, ið ætla at skriva børn síni inn í for­ skúlan í Sankta Frans skúla skúlaárið 2009/10 eiga at boða skúlanum frá í seinasta lagi 20. mars 2009. Arbeiðið í forskúlanum skiftir millum læring, mennandi spøl og kreativt virksemi. Dentur verður lagdur á at geva børnunum góðar upp­ livingar, og at tey læra at samstarva og hava virðing hvørt fyri øðrum. Endamálið er m.a. • At fyrireika barnið til at fara í skúla • At menna barnið málsliga • At geva barninum góðar upplivingar við leiki og skapandi virksemi • At barnið lærir ymsar arbeiðshættir og at arbeiða í frið og náðum • At barnið mennist samsvarandi teimum evnum, tann einstaki hevur • At virka fyri góðum samstarvi millum skúla og heim • At barnið fær undirvísing í lesing, skriving og rokning á byrjunarstøði Setið tykkum í samband við skúlan á tlf. 302530 ella í teldubrævi til fra@skulin.fo Um barnið skal í frítíðarskúla, kunnu tit venda tykkum til Snarskivuna ella ringja tlf. 302010 Sankta Frans skúla Varðagøta 10 100 Tórshavn Endurlýsing eftir frítíðaravloysarum fyri portørar Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri portørar frá 1. juni til 31. august 2009. Portørdeildin er ein deild við nógvum ymiskum upp­ gávum m.a. bráðfangishjálp í samband við lív­ bjargandi arbeiði, flutning av sjúkum og skaddum fólkum. Eisini hevur portørdeildin ábyrgd av øllum portørarbeiði á sjúkrahúsinum, og setir hetta stór krøv til starvsfólk, ið mangan arbeiða undir serliga strongdum umstøðum. Tann, ið settur verður kemur at arbeiða í skiftandi vaktum við tilkallivakt frá heiminum. Neyðug upp­ læring verður givin á sjúkrahúsinum. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggj­ armálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Birgir Dimon telefon 34 33 00 lokal 3230. Umsóknir skulu sendast til: Suðuroyar Sjúkrahús att. umsjónarmaðurin Sjúkrahúsbrekkan 19 800 Tvøroyri ella ssh@ssh.fo Umsóknarfreist: 28. mars 2009 Suðuroyar Sjúkrahús FO­800 Tvøroyri Tlf: 34 33 00 · Fax: 37 11 42 ssh@ssh.fo · www.ssh.fo