Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2009 41 lýsingar til Magnus Heinason DEKKARI Fiskirannsóknarstovan Postrúm 3051, Nóatún 110 Tórshavn, Føroyar Tel. +298 35 39 00 Fax +298 35 39 01 Søkt verður eftir dekkara til Magnus Heinason at byrja í apríl 2009. Tann, ið settur verður, skal hava heilsuváttan fyri sjófólk. Umframt skal hann hava góð samstarvsevni og vera røkin. Tað er ein fyrimunur at hava góðan kunnleika til trolreiðskap. Lønar- og setanartreytir eru sbrt. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Nærri fæst at vita um starvið hjá Erling í Liða, reiðara (tlf. 35 39 00, e-post: erlingl@frs.fo). Umsóknarfreistin er mánadagin 16. mars 2009. Skrivligar umsóknir við viðmælum ella líknandi skulu sendast Fiskirannsóknarstovuni. Merkið brævbjálvan „Dekkari“. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Javnstøðunevndin | Box 366 | 110 Tórshavn Tlf. 212848 | javnratt@javnratt.fo | www.javnratt.fo Tiltak um páparættindi Javnstøðunevndin skipar fyri tiltaki um páparættindi. Endamálið við tiltakinum er at økja um kunnleikan til páparættindi í føroyska samfelagnum og til, hvussu støðan hjá pápum í Føroyum er í mun til børnini, tá ið pápin og mamman ikki búgva saman. TilTakið verður soleiðis: Mánakvøldið 16. mars klokkan 19.30 í Miðlahúsinum í Tórshavn. Týskvøldið 17. mars klokkan 19.30 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tey, ið leggja FraM, eru: jørgen lorentzen: Leikluturin sum pápi og rættindi hjá pápum í søguligum og nútíðar høpi. Jørgen Lorentzen er senior-granskari við Lærda háskúlan í Oslo. lene Moyell johansen: Foreldramyndugleiki og samvera. Lene Moyell Johansen er løgfrøðingur og fulltrúi hjá Ríkisumboðnum. Orðstýrari er Solby Eliasen, journalistur. Høvi verður eisini at seta spurningar til panel-luttakararnar og til at skifta orð um páparættindi. Tiltakið er ókeypis og alment.