Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 • 13. mars 2009 Vikuskifti 6 – Hetta má sigast at vera ein success. Soleiðis sigur samskiftisráð­ gevin Per Højgaard, sum vegna Eik Banka og Eik Grunnin hevur samskipað filmsverkætlanina Føroyskar Søgur, ið flestu føroy­ ingar munnu kenna. 6.000 DVD-fløgur seldar – Neyvan nøkur bók í Føroyum seinasta árið man hava selt so væl, sum Føroyskar Søgur. Seinasta hálva árið eru seldar umleið 6.000 DVD­fløgur við føroyskum filmsperlum. Tað gevur grundarlag fyri enn einari útgávu. Framleiðslan er longu byrjað, og málið er, at Føroyskar Søgur 2 eru til keyps longu fyri summarfrítíðina, sigur Per Højgaard. Í stuttum kann sigast, at Før oyskar Søgur er ein films­ verkætlan, ið hevur til endamáls at lýsa ymisk tíðarskeið og smáar og stórar tilburðir seinastu 100 árini á filmi, so sum føroyingar sjálvir hava upplivað hesi. Tað eru føroyingar sjálvir, sum saman við útlendingum hava gjørt filmsupptøkurnar, ið eru grundarlagið undir verkætlanini. Mentanararvur talgildast Meira enn 500 rullur av filmi Føroyskar Søgur: 6.000 DVD- fløgur seldar og nýggj útgáva á veg Føroyingar taka so mikið væl undir við filmsverk­ ætlanini Føroyskar Søgur, at grundarlag er fyri at geva út eina nýggja fløgu við søguligum filmsbrotum, ið vísa gerandisdagin í Føroyum gjøgnum 100 ár Føroyskar søgur Jan Müller jan@sosialurin.fo