fríggjadagur 13. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 51 - 13. mars 2009
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag aðalfund
Týskvøldið 10. mars hevði Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag aðalfund. Nógv fólk var á fundinum. Formaðurin greiddi
frá virkseminum farna árið. Øll nevndin varð afturvald. Á myndini aftast frá vinstru: Carl J. Jensen, Rubek Lilaa.
Fremst frá vinstru: Ragnar Magnussen, Oluffa undir Kletti og Petur í Gong. Í nevndini sita Rubek Lilaa formaður,
Oluffa undir Kletti peningarøkil, Ragnar Magnussen skrivari, Petur í Gong varaformaður og Carl J. Jensen 2. varafor
maður. Regin av Steinum og Kaj Joensen halda fram sum grannskoðarar felagsins. Limagjaldið verður óbroytt. Van
ligir limir gjalda 200 kr. um árið. Orðaskifti var um m.a., hvønn leiklut økisfeløgini skulu hava í framtíðini nú landið
er vorðið eitt valdømi. Í sambandi við viðgerðina av formansfrágreiðingini varð nomið við fleiri politiskar spurningar.
Nevnd varð sett at kanna møguleikarnar at útvega felagnum egin høli. Fólk vóru annars sinnað at hjálpa nevndini við
ymiskum praktiskum arbeiði. Møguleiki verður at skipa undirnevndir, sum hava ítøkilig mál at arbeiða við.
Mynd: Rubek Lilaa
Ongi bløð
at fáa í
Føroyum
- Verða lýsinga-
bløðini frá Jysk for-
boðin í Føroyum,
verður tómligt á
handilshyllunum,
heldur løgfrøðingur
LýsingamáL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Lýsingabløðini frá Jysk
eru ikki ólóglig.
Tað staðfestir Annfinn V
Hansen, løgfrøðingur, sum
er talsmaður hjá Skemm
uni.
Tað er ongin loyna, at
Skemman selir vørur frá
Jysk og tí vísir handilin til
løgfrøðingin, tá ið vit
venda okkum til teirra at
fáa eina viðmerking til nið
urstøðuna hjá Fjarskiftis
eftirlitinum, sum tað sæst
í hinum greinunum á síð
unum.
Annfinn V. Hansen er
ikki samdur í, at hetta er at
bróta lógina, tí her er ikki
talan um lýsingar og lýs
ingatilfar, sum er beinleið
is ætlað brúkarum í Før
oyum, sum tað stendur í
lógini.
Tað er ikki Skemman,
sum hevur sent eitt lýs
ingablað út. Tað er Jysk,
sum hevur gjørt av at
senda hesi bløðini út í Dan
mark og eisini í Føroyum.
Ì hesum føri er talan um,
at somu tilboð, sum fáast í
Jysk í Danmark, eisini eru
at fáa í Skemmuni.
Hann sigur, at er hetta
lysingablaðið
ólógligt,
verður tómligt á handils
hyllunum, tí so verður onki
blað at fáa í Føroyum, uttan
at tað er á føroyskum,
hvørki Anders And, Hjemm
et, Ekstrablaðið, Samvirke,
ella nakað annað.
Skuldi onkur handil í
Føroyum funnið upp á at
selt eina vøru fyri sama
prís sum tað stendur til
sølu fyri í Anders And,
Ekstrablaðnum,
ella
øðrum bløðum, skulu tey
eisini bannast, sigur Ann
finn V. Hansen.
Eftir langa umhugs-
unartíð er Fjarskift-
iseftirlitið nú komið
til ta niðurstøðu, at
donsk lýsingabløð,
sum eru borin í hvørt
hús í landinum, eru
ólóglig
LýsingamáL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Lýsingabløðini á donskum
máli, sum verða borin í hvørt
hús í landinum, eru ólóglig.
Ta niðurstøðu er Fjarskift
iseftirlitið nú komið til, eft
ir at hava umhugsað málið í
eina tíð.
Tað var síðst í januar, at
Jysk sendi eitt danskt lýs
ingablað í hvørt hús í land
inum.
Tað fekk ein borgara at
klaga til Fjarskiftiseftirlitið,
sum hevur eftirlitið við mark
naðarføringslógini, til Brúk
araumboðið fer at virka.
Borgarin meinti, at hetta
er í stríð við marknaðarfør
ingslógina sum sigur, at lýs
ingar og lýsingatilfar, sum
beinleiðis er ætlað brúkar
um í Føroyum, skal vera á
føroyskum.
Ólógligt
Síðani hevur Fjarskiftiseftir
litið umhugsað málið og nú
eru tey komin til ta niður
støðu, at hetta var ólógligt
og at blaðið skuldi verið á
føroyskum.
Vit meta, at hetta lýs
ingablaðið er fevnt av
marknaðarføringslógini.
Tað merkir, at tað átti at ver
ið á føroyskum, sigur Katr
ina Maria Johannesen, løg
frøðingur á Fjarskiftiseftir
litinum.
Síðani hetta blaðið kom út
í januar, eru onnur bløð kom
in afturat, men tað saman er
sostatt galdandi fyri tey.
Tá ið slíkt lýsingatilfar
verður sent til húskini í Før
oyum, eigur tað at vera orð
að á føroyskum, sigur hon.
Í lýsingablaðnum verður
ikki víst til nakran ávísan
handil í Føroyum, men á
heimasíðuni hjá Jysk í Dan
mark stendur, at Skemman
umboðar tey í Føroyum.
Skal vera á
føroyskum
Sum tað skilst, hevur tað
ikki verið heilt einfalt at
koma til hesa niðurstøðuna,
tí lógargrundarlagið er ikki
so einvíst og greitt, sum
ynskiligt kanska var.
Tað avgerandi punktið er
greina 7A í lógini sum sig
ur, at “Lýsingar og lýsinga
tilfar, sum er beinleiðis ætl
að brúkarum í Føroyum,
skal vera á føroyskum”.
Fjarskiftieftirlitið
stað
festir, at einastu viðmerking
ar til hesa áseting eru tær,
sum eru í álitinum frá vinnu
nevndini tá ið uppskotið varð
viðgjørt í Løgtinginum.
Har stendur ”Ásetingin
inniber, at teksturin í øllum
lýsingum og lýsingatilfari,
sum eru gjørt fyri at ávirka
brúkarar í Føroyum, skal
vera á føroyskum”
Fjarskiftiseftirlitið vísir
eisini til eina kunngerð,
sum landsstýrismaðurin í
vinnumálum hevur gjørt
um, hvussu hugtakið lýsing
skal skiljast.
Eftir hesi kunngerðini
verður ein lýsing skilmarkað
soleiðis:
1. Øll kunning um vørur
og tænastur og
2. Øll kunning um vøru
og
tænastuveitingar
ið
lýsarar ella lýsingafyritøkur
á einhvønn hátt senda ella
varpa út til brúkarar, ella á
annan hátt royna at gera
brúkarar varar við.
Spurningurin í hesum
ítøkiliga førinum um lýsinga
bløðini frá Jysk, er, um tey
eru lýsingatilfar, sum er
beinleiðis ætlað brúkarum í
Føroyum, og sum er gjørt
fyri at ávirka brúkarar í Før
oyum.
Og tað metir Fjarskiftis
eftirlitið at tað er.
Eftirlitið metir eisini, at
lýsingablaðið er fevnt av
hugtakinum lýsing.
Lýsingablaðið frá JYSK
kunnar um vørur, sum verða
bjóðaðar út á marknaðinum.
Mett verður í hesum føri, at
hóast ongin føroyskur vinnu
rekandi er nevndur í lýsinga
blaðnum frá JYSK, er tað
mest sannlíkt, at føroyski
brúkarin skilir lýsingatilfarið
soleiðis, at vøran er at fáa í
tí handli, ið umboðar JYSK
í Føroyum.
Fjarskiftiseftirlitið met
ir, at tá ið vinnurekandi
senda slík bløð út til øll
húskir í Føroyum, eru tey
beinleiðis ætlað brúkarum í
Føroyum og tí skulu tey
vera á føroyskum, sigur løg
frøðingurin á stovninum.
Lokka føroyingar við
ólógligum lýsingum
Hóast fjarskiftiseftir-
litið er komið til ta
niðurstøðu, at donsk
lýsingabløð, sum eru
borin í hvørt hús í
landinum, eru ólóglig,
er tað avmarkað, hvat
kann gerast við tað, tí
ongin revsing er fyri
at bróta lógina
LýsingamáL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hóast vit eru komin til ta
niðurstøðu, at lýsingabløð
ini, sum Jysk sendir í hvørt
hús í landinum, eru ólóglig,
tí tey eru á donskum, er tað
ógvuliga avmarkað, hvat
kann gerast við tað.
Tað
staðfestir
Katrina
Maria Johannesen, løgfrøð
ingur á Fjarskiftiseftirlitinum.
Hon sigur, at ný tá ið tey
eru komin til tað niðurstøðu,
at bløðini eru ólóglig, verð
ur arbeitt víðari við tí.
Hon sigur, at tað stendur
ikki í bløðunum, hvør hevur
sent tey í hvørt hús í Føroyum
og fyrsta stigið verður at fáa
greiði á, hvør sendarin er.
Er talan um ein handil í
Føroyum, kunnu vit í fyrstu
syftu boða teimum frá okk
ara støðu og at vit halda, at
hetta er brot á marknaðar
føringslógina.
Er talan um ein sendara í
Danmark, er spurningurin,
hvørjar
møguleikar,
vit
hava at ávirka hann. Er tal
an um ein sendara í Føroy
um, er tað lættari.
Men stórt fleiri møguleik
ar hevur Fjarskiftiseftirlitið
ikki, tí lógin er orðað soleiðis,
at tað er ongin revsing fyri at
bróta hana.
Tey kunnu so ikki annað
enn vóna, at sendarin tekur
tað til eftirtektar.
Hendir tað ikki og fleiri
slík lýsingabløð koma, verð
ur hetta helst ein politiskur
spurningur.
So kann tað vera, at polit
iski myndugleikin tekur mál
ið upp og ger lógina greiðari,
so at hon ikki er til at mis
skilja og so at møguleikar
ikki eru fyri at tulka hana
upp á fleiri mátar, sigur
Men tað er so ein polit
iskur spurningur, leggur
hon afturat.
Annars staðfestir Fjarskift
iseftirlitið, at av tí, at tað er
Brúkaraumboðið, sum skal
umsita lógina, eru tey varin
at gera nakrar prinsipiellar
tulkingar, tí tað verður hann,
sum skal umsita málið. Men
í hesum føri hava tey fingið
eina ítøkiliga klagu og hana
hava tey viðgjørt.
Onga heimild at revsa lógarbrot
Vit kunnu ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at lýsingabløðini,
sum Jysk sendir í hvørt hús í landinum, er ólógligt, sigur
Fjarskiftiseftirlitið. Men tað er ongin revsing fyri at bróta lógina