Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 7 Nr. 51 • 13. mars 2009 eru innsavnaðar í sambandi við framleiðsluna av Føroyskum Søg­ um, ið eisini hevur sum sikti at varðveita henda virðis mikla part av føroyska mentanar arvinum. Eik Grunnurin fíggjar verk ætl­ an ina, og Substanz Nordisk Film stendur fyri henni. – Vit vilja gera arbeiðið liðugt, og fyri, at øll í Føroyum skulu fáa gleði av mongu films­ upp tøk unum, er Eik við sum fíggjarligur stuðul í hesi seinnu útgávuni av Føroyskum Søgum. Eitt av okkara grundvirðum er, at vit skulu arbeiða til frama fyri føroyska samfelagið, og tí hava vit ein náttúrligan áhuga í, at hesir fantastisku filmarnir verða talgildir og varðveittir fyri eftirtíðina, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka. Forkunnug klipp úr fortíðini Millum filmsupptøkurnar, ið eru grundarlag undir Føroyskar Søgur 2, er fyrsti føroyski dokumentarfilmurin, ið einans føroyingar hava upptikið og framleitt. Talan er um ein film um torvskurð frá 1960­árunum. Porkeningur, ið er fyrsta før­ oyska fiskifar úr stáli, er við, eins og hyggjarin verður tikin við, tá neytakonur fara til neytar. Eisini eru sera forkunnugar livandi mynd ir frá føroyska útróðrinum í Grønlandi. Úr Klaksvík eru komnar fleiri upptøkur, ið geva eina góða mynd av menningini av býnum. Filmar av flogvøllinum vísa, hvussu sivila loftferðslan byrjaði í 1946. Vit eru við, tá tunnlar og brýr stytta farleiðirnar. Ein sunnudagsútferð til Saksunar hoyrir til tann hugna­ liga partin av fløguni, meðan handilsliga lívið sæst á einari sølustevnu í 1970­árunum. Hyggjarar kunnu gleða seg til nakrar framúr serstakar og góðar upptøkur av bjargamonnum, og tey ítróttaráhugaðu kunnu síggja fram til nakrar livandi fót­ bóltstilburðir í 1926, upp gjøgnum 1950­árini og 1960­árini og fram til stórheitstíðina hjá Tvøroyrar Bóltfelag í 1970­árunum. Sum Indiana Jones á ferð Uni L. Hansen leggur eisini nýggju DVD­fløguna til rættis, og ein annar føroyingur, Helgi Toftegaard, klippir filmarnar. Fyri Una hevur tað verið ein heilt serlig uppliving at sleppa at síggja allar tær mongu upptøkurnar. – Onkuntíð havi eg kent meg sum ein annan Indiana Jones á ferð í filmsskattinum ­ rótast inni undir vaðingini hjá fólkum, fingið nógv og góða hjálp, men so sanniliga eisini rent meg inn í nógvar "fellur" og forðingar. Grundleggjandi, hevur tað verið ein stórur framíhjárættur hjá mær og ein stórur heiður at fáa lova til at hyggja at filmsrullum í hundraðtali, sum fólk hava tikið upp og goymt. Vónandi fáa øll tey mongu eitt svar, ið hava vent sær til okkara og spurt, um vit ikki hava upptøkur av hesum ella hasum, ið hevur júst teirra áhuga. Men tað er umráðandi at gera vart við, at Føroyskar Søgur ikki er almenna søga føroyinga á filmi. Føroyskar Søgur eru hinvegin løtumyndir frá gerandisdegi føroyinga, sum hann hevur myndað seg seinastu øldina. Í síðsta enda, so fortelja vit bara tær søgur, ið filmskutini, vit hava funnið, ynskja at fortelja okkum, sigur Uni L. Hansen.