Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 51 - 13. mars 2009 Kringvarpsstjórin og tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vísa staðiliga aftur at talan er um nakra avtalu um at keypa tíðindi aftur fyri at lýsa við rástevnu. – Eingin kann keypa sær tíðinda flutning, óansæð hvussu víkur og vendir, sigur Annika Mittún Jacobsen TíðindafluTningur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í gjár var ráðstevna í Norður landahúsinum um fram tíð Føroya í evropeiskum samanhangi. Í tí sambandi høvdu fyri skip­ ar arnir fingið kenda norska politikaran Thorvarld Stolten berg til Føroya at halda fyrilestur. Tað hevur stórt tíðinda­ virði, at slíkur maður kemur til Føroya, og sjálvsagt vilja allir tíðindamiðlar hava teimum tíðindunum. Men seinastu dagarnar hava fleiri søgur gingið um, at fyriskiparin av ráðstevnuni, Óli Samró, skal hava fingið ókeypis lýsingar í Kringvarpinum afturfyri at fyri skiparin skuldi senda Kring varpinum tíðindi av ráð stevnuni. Avnokta avtalu Tað vil so siga, at antin hevur Kringvarpið keypt tíð indi frá Óla Samró, og latið honum ókeypis lýs­ ing ar afturfyri, ella hevur Óli Samró keypt sær ókeyp­ is lýsingar við at lova Kring varpinum tíðindini av ráð stevnuni. Men hesum vilja hvørki kring varpsstjórin ella tíð­ inda leiðari í Kringvarpinum vita av. ­ Eg havi ongar við merk­ ingar umkring lýsingarnar yvir høvur. Eg stýri heldur ikki tíðindaflutninginum í Kring varpinum, og eg havi annars onga viðmerking til slíkt yvirhøvur. Hvør tíðinda flutn ingurin er, má tú tosa við tíðindaleiðaran um, sigur Annika Mittún Jacob sen, stjóri í Kringvarp Føroya. ­ Eg kann bara staðfesta, at politikkurin hjá Kring­ varp Føroya á tí økinum er, at eingin kann keypa sær tíðindaflutning og at vit selja ongum lýsingar fyri at keypa tíðindi frá teimum, slær Annika Mittún Jacob­ sen fast. Skal hava tíðindavirði Tíðindaleiðarin í Kring­ varpinum, Jón Brian Hvid t­ felt, vísir staðiliga aftur, at talan er um nakra avtalu um tíðindi fyri lýsingar. ­ Tvørturímóti, tað er eingin, óansæð hvør hann er, sum kann keypa sær tíð­ in d i í Kringvarpinum. Tað er eisini politikkurin hjá Kring varpinum, leggur Jón Brian Hvidtfelt dent á. Harafturat vil hann sláa fast, at allur tíðinda flutn­ ingur í Kringvarpinum verður viðgjørdur eftir journa lis tiskum kriterium. ­ Men at henda ráðstevnan verður viðgjørd í okkara miði li og í øðrum miðlum er, at henda ráðstevnan hevur eitt stórt tíðindavirði og kann verða eitt stórt fak­ ligt input í samband við tað kjakið, ið verður um Evropa tær næstu vikurnar. Tað er altso ikki nakað við at vit hava keypt okkum nøkur tíð indi, vísir Jón Brian Hvidt felt á. Tíðindini ikki til sølu Jón Brian Hvidtfelt, tíðinda leiðari í Kring varp Føroya, stað festir at allur tíðinda flutn ingur verður við gjørd ur eftir somu journal­ is tiskum kriterium, og at Krigvarpið ikki letur seg selja Tíðindini í Kringvarpinum eru ikki til sølu. Tað slær Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarp Føroya, fast Hvalbiar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu Sum ein liður í at fáa tættari samband við sínar borgarar hevur Hvalbiar Kommuna nú fingið nýggja dagførda heimasíðu. Ætlanin við síðuni er at geva borgaranum eina so góða kunning sum til ber og samstundis skal borgarin kunna brúka síðuna til at koma í samband við kommununa, stendur at lesa á heimasíðuni www. hvalba.fo Reglur um útblaking Á hvørjum ári verða næstan 20 milliónir tons av fiski tveit í havið, og á fundi í einari eftirlitsnevnd hjá FAO fyri stuttum kom Noreg við einum uppskoti um, hvussu endi skal fáast á hesum óskilinum. Helga Pedersen, fiskimálaráðharri, sigur við NTB, at norska uppskotið miðjar eftir at gera altjóða reglur um hjáveiði og útblaking. Ráðharrin sigur, at tað er sera umráðandi, at allir fiskastovnar verða hagreiddir á ein burðardyggan hátt, og hesum tóku hini londini eisini undir við, sigur hon. Við grundasrlagi í uppskotinum hjá norsku stjórnini fer FAO nú undir at orða reglur um hjáveiði og útblaking, skrivar NTB.