Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 51 • 13. mars 2009 Eftir at hava ferðast í 6 vikur, har vit hava verið í Jamaika, Kuba, Kanada og í nógvum støðum í Amerika, gekk leiðin frá Las Vegas. Vit leigaðu ein bil og síðan gekk leiðin eystureftir. Okkara næsta ferðamál var Hoover Dam, sum er ein stórur vatndemningur. Eftir hetta fóru vit til Grand Canyon. Hetta má sigast at vera tað flottasta náttúran vit hava sæð á túrinum. Av tí at báðir eru spentir í cow­boylívinum, so slapst ikki undan at fara til onkran kendan cow­boybý. Tí løgdu vit so leiðina suðureftir til Tombstone, sum er tætt við tað meksikanska markið. Tombstone er heimstaður til Botthill, óivað ein tann kendasti kirkjugarðurin fyri tað gamla “Wild West”. Her eru m.a. nógvar grøvir, sum eru úrslit av honging uppá bæði lógligan og óligan hátt. Her gingu vit eisini úti á gøtunum og tað var júst sum í einum veruligum cow­boyfilmi. Vit fóru til ymiskar sýningar, m.a. til eina, har vit sóu sjónleikin um tann kendan skotbardagan, sum fór fram í 1881. Í hesum skotbardaganum vóru kendir menn sum t.d. beiggjarnir Earp (Wyatt, Virgil og Morgan) og Doc Holliday, og tríggir menn lótu lív í hinum partinum. Tombstone er eitt stað har ein og hvør cow­boy- kennari eigur at vitja. Áðrenn vit fóru til stóra film- býin, Los Angeles, steðgaðu vit í San Diego, sum er í suður/ vestur Amerika. Vit vóru har tó bert í nakrar tímar, har vit m.a. vitjaðu tí kendu strondina Pacific Beach. Í Los Angeles gistu vit hjá Dánial Paula Dalbø frá Gøtu. Í Los Angeles vitjaðu vit støð í Hollyw­ood, so sum the Walk of Fame og Universal Studios. The Walk of Fame eru stjørnur gjørdar av steini við nøvnum hjá heimstjørnum, sum eru framvð gøtuni í Hollyw­ood Boulevard. Í mun til hvussu kent tað er, so var tað rættiliga skuffandi at síggja, hvussu lítið tað hevði uppá seg. Men annars kann ein siga, at vit møttu nógvum løgnum fólki á gøtuni, sum á ein ella annan hátt royndu at eftirlíkna filmstjørnunum. Í Universal Studios kundi man síggja nógv ting, sum hevði við filmsheimin at gera. Vit vóru 4 dagar í Los Angeles og fóru eftir tað til Meksiko. Meksiko býur er høvuðsstaðurin í Meksiko og hann er sera stórur. Um ein tekur allar forstatirnar við, so er fólkatalið 19,2 mió. fólk, og hetta ger hann til 3. størsta bý í heiminum. Býurin sjálvur rúmar eina áhugaverda søgu, sum byrjaði í 1325, tá Aztekarnir byrjaðu uppá býin, sum uppruna- liga bleiv kallaður Tenochtitlan á eini oyggj á Texcoco vatninum. Men í umleið 1521, varð býurin so nógv oyðilagdur av tí sponsku innrásini við Cortez á odda, har teir bygdu býin um til ein meir spanskan stíl. Í 1585 skifti býurin til sítt núverðandi navn, Meksiko bý ella tað spanska heiti Ciudad de México. Í Meksiko býi kann ein uppliva nógv spennandi til allar aldursbólk- ar. Eftir sum at vit búðu tætt við høvuðsgøtuna Reforma, so var tað upplagt, at vit sóu “Eingilin” ella “El Ángel de la Independencia”. Hesin eingilin er frá 1910 og hann er vígdur til allar kríggshetjurnar, sum stríddust fyri sjálvstýri. Ein av høvuðsorsøkunum til, at vit fóru til Mexico, var at vit vildu síggja tann søguliga býin, Teotihuacan. Øll byrjanin av hes- um býi er ein gáta. Serfrøðingar kunnu bara gita seg til, hvussu alt er bygt og hvussu samfelagið í hesum býinum var. Men gitt verður, at hendan mentanin í hesum býinum er langt framman- Ferðin endaði í Meksiko Ferðafrásøgn Atli Petersen og Hanus Eliasen