Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 51 - 13. mars 2009 Nevndin í Atlantic Airways gjørdi einki skeivt, tá hon gjørdi av at keypa partabrøv frá fýra leiðandi persónum í felagnum. Tvørturímóti var avgerðin bæði røtt løgfrøðiliga og tann, sum undir táverandi umstøðum tænti felagnum best Partabrævahandil Jan Múller/Árni Joensen jan@sosialurin.fo arni@sosialurin.fo Rás2/Sosialurin: Tað hev­ ur tikið hart á kíkin hjá nevndini í Atlantic Air­ ways, síðani hon fyri níggju mánaðum síðani samtykti at keypa partabrøv frá stjóra num og trimum øðrum leið andi persónum í flog­ felag num. Fjølmiðlar og onnur løgdu nevndina undir at hava givið teimum fýra seljar unum fyrimun fram um aðrar partaerigarar. Tað hildu einstakir útlendskir ser frøðingar eisini, og onkur politikari vildi hava nevnd ina frá á næsta aðal­ fundi. Men nevndin gjørdi einki skeivt. Tvørtur ímó ti. Av ­ gerð in, sum hon tók sein as­ ta summar, var í fínas ta lagi løgfrøðiliga, og om an á tað var hon handils liga tann besta fyri Atlantic Airways undir táverandi um støðum. Harafturat var av gerðin held ur ikki brot á regluna um, at allir parta eigar ar sku lu hava somu við ferð. So greiður er boðskapurin frá tí kenda danska løg­ frøði pro fessaranum Erik Wer lauff, sum eftir áheitan frá nevndini í Atlantic Air­ ways hevur kannað parta­ bræva handilin og latið nevnd ini sína meting av máli num. Erik Werlauff er ikki hvør sum helst, men verður roknaður sum ein tann fremsti løgfrøðingurin inn an partafelags­ og børs­ rætt í Danmark. Tað er tí einki at siga til, at nevnd ar­ for maðurin í Atlantic Air­ ways er fegin um niður­ støðuna hjá tí kenda starvs­ bróðurinum. Nevndin reinsað Sambært formanninum var tað umráðandi hjá nevndini at fáa ein óheftan og virdan løgfrøðing at kanna málið, tí tann umrøða, sum málið hevur fingið í fjølmiðlunum, hevur ikki verið rættvís, sigur Christian Andreasen. Nevndin sjálv var ongantíð í iva um, at avgerðin var í lagi, og tað fekk hon eisini at vita frá bæði innanhýsis og uttanhýsis løgfrøðingum, sum vórðu bidnir um at siga sína hugsan um málið. ­Sjálvandi vistu vit, at vit máttu tryggja okkum, at alt var løgfrøðiliga í lagi, og tí fingu vit eisini fulla vissu fyri, sigur formaðurin. At út lendskir serfrøðingar høvdu eina aðra uppfatan av málinum komst sambært for manninum av, at teir kendu ikki málið nóg væl. Erik Werlauff hevur har­ aftur ímóti havt atgongd til allar upplýsingar í málinum og hevur eisini fingið svar upp á fleiri spurningar, sum hann hevur sett nevndini. Tí kennir Christian Andrea­ sen seg sannførdan um, at niður støðan hjá danska pro­ fessar a num er tann løg­ frøði liga rætta. ­Kennir nevndin seg reinsaða nú? ­Í hesari frágreiðingini stendur, at nevndin er full­ komi liga fríkend fyri øllum ákærum, og harafturat metir hann, at nevndin tók eina handils liga klóka avgerð. Ein má hava í hugsa, at um støðurnar vóru serligar, tá nevndin tók avgerðina í juni í fjør, og í nevndini var semja um, at avgerðin, sum vit tóku, var tann, sum var best fyri felagið, og tað var tað, sum var avgerandi fyri nevndina, sigur Christian Andreasen. Skeivt við politiskari viðgerð Millum teir politikararnar, sum funnuast at avgerðini hjá nevndini í Atlantic Air­ ways seinasta summar var ting maðurin Jóhan Dahl, sum beinleiðis segði, at lands stýrið átti at koyra nevnd ina frá alt fyri eitt. Í dag er Johan Dahl lands­ stýris maður í vinnumálum og hevur tískil millum annað flogferðslu sum máls øki. Christian Andreasen sig­ ur, at tað er skeivt av tí politiska myndugleikanum at úttala seg um eitt børs­ skrá sett felag, sum er part­ víst einskilt. Tá landsstýrið ein skilti felagið, bant tað seg til einans at taka handils lig atlit til felagið, og landsstýrið bant seg til ikki at viðgera felagið út frá einum politiskum vinkli. ­Hevur landsstýrið gjørt tað? ­Tá ein landsstýrismaður fer út og sigur, at nevnd og leiðsla skulu fara frá her og nú, so er tað brotá ta skyldu, sum landsstýrið hevur átik­ ið sær við at børsskráseta felagið, sigur Christian Andrea sen. ­So eftir tínum tykki eigur nevndin at verða sitandi? ­Tað er upptil parta eigar­ ar nar a t taka støðu til. Men tað skal gerast út frá einum handilsligum sjónarhorni og ikki einum politiskum, sigur Christian Andreasen, sum leggur afturat, at hann hevur ikki fingið nakra ábending um, at hann skal frá á aðalfundinum 2. apríl. Ógreið politisk signal Christian Andreasen heldur, at tann politiska hand far­ ingin av Atlantic Airways hev ur ikki verið serliga heppin. Tá ein triðingur av felagnum bleiv einskildur í 2007, varð sagt, at lands­ stýrið bant seg til at arbeiða fram ímóti at einskilja ein triðing afturat. Seinni hevur landsstýrið so sagt, at tað verður ikki gjørt kortini. ­Heldur tú, at teir privatu parta eigararnir hava sett pen ing í felagið undir skeiv um fyritreytum? ­Tað fari eg ikki at taka støðu til. Sjálvandi veit eg, at nógv er hent síðani. Men eg vil siga, at tey politisku signal ini, sum eru komin frá landsstýrinum síðani ein skilj ingina hava verið ógvu liga ógreið. Í mínum eyg um hava teir privatu parta eigararnir krav upp á eina rættiliga greiða út meld­ ing um, hvat landsstýrið æt lar á økinum, sigur Chris­ tian Andreasen. Nevndin í Atlantsflogi tók ta røttu avgerðina Málið varð hand­ farið fyri mína tíð, so tað er ikki mítt mál, men eg standi fast við tað, sum eg segði í fjør um parta bræva handilin, sigur Johan Dahl, lands stýrismaður í vinnu málum Partabrævhandil Jan Múller/Árni Joensen jan@sosialurin.fo arni@sosialurin.fo Rás2/Sosialurin: Millum teir politikarar nar, sum funnust at av gerðini hjá nevndini í At lant ic Airways at keypa parta­ brøv frá leiðsluni í felag­ num, var sam bands ting­ maðurin Johan Dahl, sum beinleiðis vildi hava lands stýrið at koyra nevnd ina frá. Í dag er Johan Dahl lands stýris­ maður í vinnumálum og umsitur harvið millum annað júst Atlantic Air­ ways. Johan Dahl ásannar, at Erik Werlauff hevur eina aðra niðurstøðu, enn hann sjálvur hevur havt til parta brævamálið. Men hetta málið er farið, sigur hann og vísir á, at tað var handfarið í vinnu mála­ ráðnum og av undanfarna vinnumálaráðharra. ­Tískil var málið avgreitt fyri mína tíð sum landsstýrismaður í vinnu­ málum og er tí ikki mítt mál, sigur Johan Dahl. Men tað merkir ikki, at Johan Dahl hevur skift støðu í málinum, og hann stendur framvegis við tað, sum hann segði í fjør út frá teimum upp lýsing­ um, sum hann hevði um málið tá. ­Ja, eg haldi, at tað, at ein leiðsla í einum felagi kundi seta nevndina í eina slíka støðu, sum har bleiv gjørt, var eftir mínum tykki ikki moralskt forsvarligt, og við teimum upplýsingum, sum fyrilógu, so standi eg framvegis við tað, sum eg segði tá. Johan Dahl vil ikki siga, um Atlantic Airways fær nýggja nevnd á aðal­ fundinum 2. apríl. Hann vil heldur ikki siga, um frá greiðingin frá Erik Wer lauff fær nakra ávirkan á hansara støðu­ takan til nevndarvalið. ­Tað eru nøkur handils­ lig sjónarmið, sum skulu takast, tá ein skal velja nevnd, og harafturat skal ein taka støðu út frá, hvus su leingi ein nevnd skal sita, sigur Johan Dahl. Tróndur Patursson á Rás2 um sítt lívsverk 1. mars fylti ein av okkara mætastu lista monnum gjøgnum allar tíðir, Tróndur Pæturs son, 65 ár. Tróndur, sum hevur verið ein av okkara virknastu og kendastu listamonnum, er framvegis sera virk in, og hann hevur ongar ætlanir um at leggja árar nar inn. Tvørtur ímóti hevur hann nógv ar uppgávur í løtuni, og stendur tað til hansara og heilsan loyvir tí, so hann hevur eisini eitt dreyma­ ynski um sítt lívs lista verk, sum enn ikki er gjørt. Alt hetta sigur hann frá á sín menniskjanliga, livandi og serstaka hátt í morgun sendingini á Rás2 mánadagin frá klokkan 10. Jan Müller hittir fólkakæra lista mannin umborð á flagg skipi okkara, Norrønu nú um dagar nar. Johan Dahl stendur við sítt