Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 • 13. mars 2009 Vikuskifti 9 Dánial Pauli G. Dalbø, 27 ár, úr Syðrugøtu Tá ið vit vóru í Los Angeles, búðu vit hjá Dánial Paula. Tað eina kvøldið tóku vit eitt prát, har vit spurdu spurningar, sum vit hildu verða viðkomandi hjá einum føroyingi at vita um hvussu ein annar føroyingur kann hava tað í hesum glæsiliga býi. Sum sagt áður so býr Dánial Pauli í Los Angeles og her gongur hann á einum filmskúla. Hann valdi at fara hertil, tí hann vildi lesa okkurt innan film og hann hugsadi, hvat betur stað at fara til, um man ætlar at lesa okkurt innan film enn tætt við Hollywood. Tá hann so bleiv góðtikin av skúlanum, ivaðist hann ikki. Tá Dánial Pauli verdur lidugur har hevur hann fingið eina B.A. of fine arts og eri útbúgvin film instruktør. Hann sigur seg dáma væl at búgva her og fall til øgiliga skjótt og hevur ongan trupulleika at verda einsamallur føroyingur. Hann hevur búð her í eitt sindur yvir 2 ár nú, og er komin umleið í helvt. Spurdur um hvat er munurin millum at búgva her og í Føroyum, sigur hann at tað er nógvir munir. M.a., sigur hann, er alt her øgiliga stórt og ferðsla er øgilig her og tað er skjótt at blíva vilstur, men man venur seg skjótt til tad. Her er nógv at fara til, ótrúliga nógv, so man keðir seg ikki. So sær man eisini onkrar filmstjørnur av og á. Hann sigur til endans seg taka tað heila sum eitt stórt upplivilsi. Vit vilja takka Dánial Paula fyri at vit kundu gista hjá honum og takka fyri gestablídni, sum bleiv víst okkum. fyri teimum mentanum, sum vit kenna frá hesum heimsparti, sum eru m.a. aztekarnir og mayarnir. Í Teotihuacan ella “City of the Gods”, sum hann eisini verður kallaður, hevur m.a. tvær tær størstu pyramidurnar frá uppruna­ fólkinum í Amerika. Hesar eru fyri at heiðra sólina og mánan og verða tí kallaðar sólar­ og mánar­ pyramidan. Sólar pyramidan er tann størra og er 75 metur høg, meðan hin er 42 metur høg. Hetta er uttan iva eitt tað flottasta søgu­ liga staði, vit hava sæð á ferðini. Meðan vit vóru í Meksiko býi funnu vit útav, at tvær føroyskar gentur eisini vóru í býnum. Vit kendu tær frá Føroyum av og hildu tað verða upplagt at møtast. Vit fýra og ein týskari, sum eisini fjakkaði, fóru øll á ein stóran markna, har ein kundi fáa øll møgulig ting fyri ein bíligan penga. Tær skuldi víðari um kvøldi og tí mátti okkara vegur skiljast har. Meðan vit vóru í Amerika hoyrdu vit nógvar søgur um krimi­ nalitetin í Meksiko og um tað narkokríggið, sum var gerandis­ kostur í landinum. Tí ivaðust vit í, um vit skuldi fara til landið. Tá vit komu hartil, fingu vit at vita, at um vit gingu á teimum tryggu støðunum, so var tað ongin trupul­ leiki. Tá vit gingu úti á gøtunum sóu vit alla tíðina løgreglufólk og hermenn, og um kvøldi koyrdu politibilarnir alla tíðina runt við ljósunum á takinum frá. Meðan vit vóru har, lósu vit á portalinum at tað var ein so stórur ófriður í Meksiko býi, at herurin mátti inn at hjálpa til. Hetta sóu vit sum so onki til, men seinasta dagin sóu vit nógv løgreglufólk samlað í miðbýnum. Meksiko var okkara síðsta ferðamál og tí settu vit leiðina heim eftir tað. Vit millumlendu í Atlanta City í Amerika á veg til Keypmannahavnar, har vit gistu eina nátt, áðrenn vit komu til Føroyar. Um vit taka samanum túrin, so hevur tað verið ein sannur dreymur. Vit hava sæð øll tey støð, sum vit ætlaðu at síggja og nógv fleiri aftrat. Ein fyrimunur við tílíkari ferð er, at ikki vera so tengdur at nakrari fastari ætlan. Tá ið vit komu til ein nýggjan stat ella bý, fóru vit altíð fyrst til kunningarstovuna og spurdu, hvat tey høvdu at bjóða. Har hjálptu tey okkum altíð væl og vórðu kunnaðir um nógv støð, sum vit ikki vistu um frammanundan, sum t.d. Martin Luther King Jr. Memorial og Niagara Falls. Tað veldst sjálvandi um, hvat fyri persónur man er, men at ikki hava havt eina fasta ætlan hevur riggað væl hjá okkum og vit hava tí verið opnir fyri øllum møguleikum. Til seinast vilja vit takka Fonn Flog fyri at hava hjálpt okkum so væl, bæði áðrenn og gjøgnum túrin. Og takk fyri, at TÚ fylgdi við okkum!