fríggjadagur 13. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 51 - 13. mars 2009
Beinta Olsen heldur
grækarismessurøðuna
í Runavík
Grakarismessuhald verður á økinum sunnan fyri
Býráðshúsið í Runavík sunnudagin 15. mars kl. 15.
Beinta Olsen, býráðslimur, flytir fram røðu, Nes
Sóknar Hornorkestur spælir og skótarnir ganga
skrúðgongu. Kaffi og vaflur verður at fáa aftaná,
siga tey úr býráðnum í Runavík.
Grækarismessuhaldið í Havn
sunnudagin kl. 15.00
Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri Grærismessuhaldið í Havn, har skótarnir
saman við borgarum í býnum, bjóða tjóðfugli okkara, Tjaldrinum, vælkomið til land
okkara aftur. Allar skótasamskipanir í Havn og á Argjum, fara at ganga skrúgongu og
Havnar Hornorkestur spælir. Allir skótar, úlvar, og títtlingar skulu møta í sínum skóta
hølum klokkan 14. Klokkan 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni. Gingið verður eftir
Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Finsensgøtu oman á Vaglið. Sjálvt Grækaris
messuhaldið verður á Vaglinum í Havn klokkan 15. Í ár verður tað Kristianna Rein
sum fer at halda grækarismessurøðuna. Fyrstu ferð grækarismessan varð hildin, var í
1943. Tað var Sverri Patursson sum heitti á skótarnar um at halda henda dagin.
Stjórin í Mest,
Eyðfinn Egholm,
sigur, at bedingin á
Skála gjørdist nógv
dýrari enn uppruna
liga mett, men hetta
kemst í fyrsta lagi av,
at lendisarbeiði úti í
sjónum gjørdist nógv
meira umfatandi enn
væntað. – Gomlu
skinnararnir lógu
meira at kalla niður á
botnin, meðan nýggju
skinnararnir, sum
eisini ganga heilt út á
17 metra dýpi, liggja á
betongi, sigur hann
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin vórðu gomlu
ísfiskatrolararnir í Vest
manna,
Nornagestur
og
Kolumbus, tiknir upp á
bedingina á Skála. Sam
stundis er hetta fyrstu
skipini, sum eru tikin upp,
síðan Mest fekk nýggja
beding, ið nú stendur liðug
á Skála. Enn er bedingin
bara royndarkoyrd, men
ikki tikin alment í nýtslu.
Nú
skipasmiðjan
tók
vestmannatrolararnar upp,
vórðu samstundis uppmát
ingar og eftirlit gjørt á
bedingini, soleiðis at greiða
fæst á, hvussu alt tað nýggja
virkar.
Eyðfinnur Egholm, stjóri
á Mest, sigur, at tað tók
einar 45 tímar at taka bæði
skipini upp, tí skipasmiðjan
eitt nú hevði kavarar niðri,
sum fylgdu við, hvussu
nýggju vognarnir gingu á
nýggju skinnarunum.
Onkur justering
Tað gekk rímiliga væl at
taka skipini upp, og tað
hevði sjálvsagt gingið upp
aftur skjótari, um vit ikki
skuldu halda eyguni eftir
ymsu tættunum í nýggju
skipanini, bæði teimum
mekanisku og elektrisku.
Okkurt smávegis verður at
justera, men vit rendu okk
um ikki í nakrar stórar
trupulleikar á vegnum.
Stjórin í Mest sigur, at
skipasmiðjan nú hevur fing
ið eina nýggja og nútímans
beding, sum kann brúkast
langt inn í framtíðina.
Gamla bedingin var vorðin
vánalig, og valið stóð ímill
um at pjøssa meira upp á
hana – ella at byggja eina
nýggja beding.
Eftirhondini, sum árini
eru gingin, og gamla bed
ingin er vorðin í verri
standi, vóru vit heldur ikki
ordiliga tryggir við um
støðurnar. Eg vil ikki siga,
at vit tóku kjansir, men vit
kundu í øllum førum ikki
tosa hart um, at vit høvdu
eina góða og trygga beding
á Skála.
Eyðfinnur Egholm sigur,
at tað sjálvandi ongantíð
eigur at vera soleiðis, at
skipaeigarar ikki skulu tora
at koma við skipunum, tí
teir ikki eru tryggir við
umstøðurnar.
Nýggja bedingin er fult
automatiserað, um vit so
kunnu siga. Tað er El
Service, sum hevur staðið
fyri stýringunum og el
arbeiðnum, og nú kann øll
upptøkan og sjósetingin av
skipum stýrast frá einum
pulti, sigur hann.
Tað er felagið J & K Pet
ersen, sum hevur staðið fyri
øllum lendisog betongar
beiðnum, bæði á landi og
úti í sjónum.
Nógv dýrari
Fyri umleið tveimum árum
síðan varð endalig avgerð
tikin um, at skipasmiðjan á
Skála skuldi hava nýggja
beding. Í byrjanini varð
mett, at kostnaðurin fór at
liggja um einar 15 miljónir
krónur, og seinnu metingar
søgdu umleið 25 miljónir
krónur.
Tá avgerðin um nýggja
beding varð tikin, vistu vit
ikki, hvussu nógv fór at
vera at gera úti í sjónum,
men seinni hevur tað víst
seg, at hetta arbeiði gjørdist
rættiliga umfatandi. Nýggja
bedingin gongur heilt út á
17 metra dýpi, og nú liggja
nýggju
skinnararnir
á
betongklintum, sum Eyð
finnur tekur til.
Stjórin
ásannar,
at
arbeiðið, sum upprunaliga
varð mett at kosta einar 15
miljónir krónur, kostar út
við 40 miljónir krónur, nú
nýggja bedingin stendur
liðug, men enn ikki er
alment tikin í nýtslu.
Hetta er ein stór íløga,
men hon var neyðug, og
hetta er samstundis ein
Nýggja bedingin á
Skála er ikki alment
tikin í nýtslu enn,
men mánadagin varð
hon royndarkoyrd,
tá teir tóku ísfiska
trolararnar Nornagest
og Kolumbus upp
Mynd: Mest
Tvey skip
á nýggju
bedingini