Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 10 Nr. 51 • 13. mars 2009 Longu í ár eru 25 ár liðin síðani Petur fór um leitið. Dagur dettur av degi, og árini elta hvørtannað við rúkandi ferð, soleiðis at hugareygað alsamt hveitir aftur um bak við støðugari undran á, hvussu mangar lagnur og kend andlit longu eru horvin úr aldingarði lívsins – summi sum smá, onnur ung, manndómsbirg og tokkalig - men tey flestu tó, tíbetur, á búnum aldri. Jukim lýsir lívið Men man nakar hava lýst eksistensiella hugtakið um lívsrenslið kenslukent gløggari á føroyskum enn tann dámligi svínoyingurin Jukim Olsen (f. 21.11.1929 - ), og sum ikki er ólíkur systkinabarninum Árna Olsen, yvirlækna - ein legenda í ættarbregði og sinnalagsfrøði. Tá eg var barn, segði Jukim, og mamma mín bað meg vinda eitt noða upp á av nýggjum, so byrjaði eg við at leggja tráðin um fingrarnar og noðað á gólvið. Eg legði tá skjótt til merkis, at hvussu eg kýtti meg at vinda, so var tað ikki meir enn at noðað á gólvinum rørdist. Men - táið komið var í helvt - tá fór alt at ganga skjótari. Og sum eg vant, og um eg royndi at drála sum longst, so snurraði noðað alt meiri og meiri á gólvinum og leikaði í - heilt niður í ein ellibita og so heilt upp í einki! - ”Jee, soloyðus er við lívunum” segði Jukim sáttliga. Skemtari og álvarsmaður Jú, bæði bráður og kensluborin - kundi Petur vera - og skemtingar- samur - so ótrúliga stuttligur, men eisini ein álvarsmaður - eitt nú í lívsáskoðanarmálum. Stutt sagt, ein livandi persónur, men sum tú tó ikki finnur í teim føgru bókmentunum, har ið okk- ara ”stóru” skald og høvundar (havi lisið teir allar) dáma at lýsa eitt nú tey sonevndu ”trúgvandi” at vera eina mest befongd við lyndiseyðkenni sum: fávitskut og fordømandi, sinnisliga avsporað, myrk og manipulerandi (og hesi ”riddarasløgini” eiga tey vituliga í tolni at taka á seg -). Men kanska er tað spell – ikki minst fyri kunstin, listina - men eisini fyri hesa veruleikafjaru uppfatan høvundanna av lívsins veruleika, og sum hesir soleiðis - upp á gott og ilt – í lættbeintum álvara hava givið seg út fyri at avmynda. Tí at skriva duga hesir høvundar, hóast evnisvalið ofta kann kennast heldur tungt fyri andanum. Petur var hittinorðaður og ein høvisrøðari burturav. Hann kundi við síni ljósu og melodisku rødd hugtaka einhvørja samkomu - og fáa hana, táið hann vildi, at danda av látri - og tað við innihaldi! Tað tyktist at vera so lætt fyri hann at bera orðið fram, men tó segði hann sjálvur, at hann segði einki alment, uttan at hava hugsað hetta ígjøgnum - áðrenn hann fór heimanífrá. Ein kona segði einaferð við hann:” Tú, Petur, tú kanst sakt- ans, bara at reisa teg upp, bera okkurt fram, og so fáa øll at flenna í kíki –”. Og svarið small sum góðsligt øksahøgg: ”Nei tú, Gigga, tað at vera stuttligur, tað er ein alvorlig sak (!)”. Sjálvspeisemi Søgurnar um Petursa tjóðskapar- sinni o.m.a. eru mangar. Sum lítil hevði hann eitt nú brotið høgra arm einar 2-3 ferðir í sama staði, og sum varð orsøkin til, at hesin armur alt lívið var nakað styttri - nakað sum Petur mangan gjørdi nógv kommers burturúr. Ein ”álítandi” skemtisøga er, at ein morgun á veg í skúla fann Petur ein boksihandska, sum hann beinanvegin setti og vavdi upp á høgru hond, og sum hann so ”sannførdi” tann bilsna læraran um, at hetta var júst ordinerað av læknanum fyri at styrkja um sín veika arm. Og - hvussu var og ikki - so ber til at ímynda sær, hvussu hesin løgni skúlatími hevur gingið fyri seg (!). Har lærarin í eygnakrókunum alsamt í mistrúgv stardi at boksihandskanum, og har Petur baksaði við at skriva við ”uppercut-handska-hondini”, alt meðan allur klassin - sum kendi ”fantastin” Petur betri - sat violettur í høvdinum og var um at skrædna av innikroystum skellilátri. Til næsta tíma var annar lærari og boksihandskin horvin av hondini – . Orð- og stílkringur Petur var nærlagdur, og tú kanst ikki hoyra og lesa nógv frá Petursa hond og heila, fyrrenn tú varnast hansara serstaka stílsans og orðaans, sum kennist verandi bæði livandi og leikandi lættur. Hann vitsti væl, at ovurnýtsla av lýsingarorðum um eitthvørt evni bara kann svekka um innihaldið, serstakliga - sterk lýsingarorð - superlativ. Meðan at tey berandi orðini - í talu og skrift - aloftast bara eru tey einfaldu - og við hegni brúktu - sagnorðini. Petur var ein kimiligur brúk- ari av móðurmálinum, sum onkursvegna gevur lesaranum eina serstaka afturundirgerð av hesum, sum eitt nú tann litteraturkøni Marcel Reich- Um Petur W. Háberg (1914-1984) – ein minnisveftur Hugleiðing Arnstein Niclasen Petur W. Háberg doyði stutt eftir 70 ára føðingardagin í 1984