Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 13. mars 2009 18 Eg fari fyrst at minna á, hvat heilsumyndugleikarnir mæla okkum til í mun til at eta fisk: Í minsta lagi 200-300 gram um vikuna. Ella eitt sindur av fiskavið- skera hvønn dag. Føroysku heilsumyndug- leikarnir hava víst á, at føroy- ingar eru farnir at eta minni av fiski í mun til undanfarin ár. Tí skula vit geva tí ans og tryggja okkum, at øll í húsarhaldinum fáa nóg mikið av góðum fiski. Spillfeskur føroyskur fiskur er nummar eitt. Eingin ivi um tað. Tað vita vit væl. Men hvat er at finna á handilshillunum av lidnum niðursjóðaðum fiska-dø- gurðum? Ja, ótrúligt at finna sovorðið í Føroyum, hugsar onkur kanska. Men vit hava so nógvan skund í dag, at summi kanska velja, at hava eitt blikk ella tvey liggjandi, - just in case. Nátt- mat ella tá ið tað skal ganga skjótt fyri seg. Og niðursjóðaður fiskadø- gurði telur sanniliga eisini við í føðslu-roknskapinum. Úrvalið av fiskadøgurðum í blikki var størri enn eg hevði væntað. Tí havi eg kannað eitt úrval frá donsku fiskafyritøkuni Bornholms og spanska Lorea Gourmet. Fortreytirnar fyri hesi skoðs- mál skula líka setast uppá pláss. Eg seti spurnartekin við um niðursjóðaðar fiskadø- gurðar yvirhøvur eru etandi í mun til smakk og estetik. Nul stjørnur er skoðsmálið fyri reinan diffusan ”blikkasmakk” og langt burturi frá nøkrum, ið líkst frískum smakki. Tríg- gjar stjørnur merkir at vøran er etandi, men er undir miðal í mun til ta smakk-uppliving man kann forvænta av slíkari blikka-vøru. Fimm stjørnur er skoðsmál fyri eina vøru, ið megnar autoklavu-uppgávuna heilt væl. Maturin hevur heilt góðan smakk, ið minnir um fríska vøru, men kortini er ikki talan um delikatessu ella vøru, ið kann samanberast við fríska vøru uppá nakran máta. So skuldi tað verið uppá pláss. mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com Mortan í Hamrabyrgi um mælir mat úr føroysku matvøru handl unum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Bornholms Fiskeboller (FK) kr. 16,95/400 g Her eru hvørki latin lit- ella haldevni ella smakkforsterkjara í. Rættiliga reinur fiskasmakkur, ið minnir um ta fesku vøruna. Væl nýtilig. Bornholms Hummer- suppe (FK) kr. 29,95/540 g Veik súpan, ið ikki rætti- liga rakar reina hummarasoð- smakkin. Og so er hon nakað yvirkryddað. Bornholms Bouilla- baisse (FK) kr. 28,95/540 g Heilt góður smakkur, ið minnir um kendu fronsku fiskasúpa- nina. Fiskapettini og kræklin- garnir eru eisini á leið í smakk og bygnað. Lorea Tun í soppa/ portvínssós (FK) kr. 34,95/250 g Fiskurin turrisligur, men sop- pasósin rakar heilt gott. Lorea Laksur í dild/ hvítvínssós (FK) kr. 34,95/250 g Smakkurin líkist heilt nógv eina feska vøru. Laksurin góður í smakk og bygnað og sósin somuleiðis væl gjørd. Lorea Tun í súrsøtari sós (FK) kr. 34,95/250 g Aftur er tunfiskurin nakað tur- rur. Sósin er vamlislig súrsøt og kryddað við kili. Lorea Tun í miðalhavs- sós (FK) kr. 34,95/250 g Fiskurin nakað turrur og sósin alt ov sølt. Niðursjóðaðir fiskadøgurðar