Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2009 19 Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði maður og pápi Fredag Kambsenni so brádliga andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Akurin. Hjartans takk fyri hjálp til ervið í Siloa í Fuglafjirði, og takk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Heilsan Edith, Casey og Marnhild Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermóðir og omma okkara Helga Hansen Fuglafjørður andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri góð og vøkur orð, bæði á Røktar- og ellisheiminum í Runavík og í Fuglafjarðar kirkju. Tøkk øll tit, sum hjálptu til í sambandi við jarðarferðina, og sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri heilsanir, blómur og gávur. Somuleiðis tøkk til tykkum á Røktar- og ellisheiminum fyri umsorgan. Familjunnar vegna Petra og Poul Mánadagin 16. mars fyllir ein kend havnadama 60 ár, ein 68-ari, ið hevur livað mesta partin av ævuni uttan fyri Havnina. Elsa Birgitta var fødd 16. mars 1949. Foreldrini vóru Elinborg og Poul Petersen. Katrin Thomasen var einasta systir. Elsa Birgitta vaks upp í barnaheiminum úti í Perkonugøtu. Har var vítt til veggja og frítt hjá børn- um at vaksa upp. Eftir at hava tikið studentsprógv í 1968, fór hon niður á Th. Langs semin- arium í Silkeborg, har hon tók lærara- prógv 1971. Hon var lærari á Krage- lundskolen í Århus í fýra ár. Í 1975 varð flutt til Føroyar, har hon gjørdist lærari á Glyvrum og Runavík tey næstu 25 árini. Hon ber orð fyri at vera ein góð, men strong lærarinna. Elsa Birgitta eigur við fyrra mann- inum, Jákup Egholm, tveir synir Hendrik og Pól E. Egholm. Hon hevur verið virkin í politikki, eitt skifti sat hon í nevndini í Eystur- oyar Javnaðarfelag. 1999 giftist hon við Esmar Berg úr Hvalba. Elsa Birgitta er fakfelagsfólk, hetta hevur hon frá barnaheiminum, har fað- ir og móðir vóru virkin í Føroya Lær- arafelag. Hon var fyrstu ferð vald í nevnd Føroya Lærarafelags í 1980. Í tíðarskeiðnum frá 1999 til 2003 var hon formaður í Føroya Lærarafelag. Aftan á tíðarskeiðið í Lærarafelagnum gjørdist hon skúlastjóri við Hvalbiar skúla. Neyvan kann tað hugsast, at fleiri flytingar fara at verða gjørdar áðr- enn eftirlønaraldur, men eingin veit. Ynskt verður Elsu Birgittu hjartaliga til lukku við runda degnum. Vónandi eigur hon nógv góð ár enn fyri framm- an. Føðingardagin er hon burtur- stødd. Heilsan E. 60 ára føðingardagur Johan Dahl, landsstýrismað- ur í vinnumálum, hevur í dag avgjørt at seta Andrass Arge av Argjum í starv sum stjóra á Brúkaraumboðnum Andrass er 43 ára gamal, útbúgvin cand. jur., og hevur drúgvar leiðsluroynd- ir, bæði frá tí privata og tí almenna. Hann starvast í løtuni sum starvsfólkastjóri á Almanna- og Heilsu- málaráðnum, og hevur áður verið deildarstjóri á trygg- ingarfyritøku. Brúkaraumboðið er nýggjur stovnur, sum skal umsita marknaðarførings- lógina og sum heild viðvirka til at fremja góðan marknað- arføringssið í Føroyum. - Eg eri sera fegin um, at stjórin fyri Brúkaraumboðið nú er settur, og at nýggi stovnurin í næstum kann fara undir virksemið. Eg vóni, at nýggi stovnurin verður væl móttikin av vinnu og brúkarum og at gott samstarv verður við all- ar partar innan hetta økið, sigur Johan Dahl. landsstýr- ismaður. Andrass Arge er brúkaraumboð Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, faðir, verfaðir, abbi, langabbi og bróðir Erling Bech Porkeri andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum, sum ringdu og vitjaðu hann. Túsund takk øll tit, sum bakaðu og á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk til talarar og berarar. Takk til Lív Jákupsdóttur Ryggshamar fyri tann vakra sangin. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Takk til tykkum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum tóku tykkum so væl av honum. Takk til tann stóra skara,sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Jessy 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 20. mars verður Tordis Poulsen á Válinum 90 ár. Leygardagin 21. mars millum kl. 15 og 18 bjóðar hon til ein kaffimunn inni á Fjørukrónni. 75 ára føðingardagur Týsdagin 17. mars verður Jákup Oluf Langgaard, Søldar fjørður, 75 ár. Dagurin verður hildin heima sunnudagin 15. mars frá kl. 15. 70 ára føðingardagur Leygardagin 14. mars fyllir Henny Hilmarsdóttir, Vági, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin á Hotel Bakkanum frá kl. 12-16. Føðingardagur Í sambandi við runda føðingardagin og at eg skjótt gevist sum kommunulækni, verður brunch í bygdarhúsinum í Mið- vági 28. mars frá kl. 11.00 til 15.00. Tey, sum vilja gleða meg við at koma, vinarliga sigið frá á tlf. 332150 / 282250 ella 333318, 273793 millum kl. 18–20 innan 18. mars. Elisabeth Thorsteinsson 45 ára føðingardagur 24. mars fyllir Kári H.Debess, Sumba, 45 ár. Dagurin verður hildin í samkomuhúsinum í Sumba 21. mars kl. 19. Tey, sum vilja gleða meg við at koma í føðingardag, vinarliga sigið frá á telefon 274006 ella 218139 áðrenn 15. mars. Gullbrúdleyp Leygardagin 14. mars hava Ásvør og Elias Lervig, Leirvík, verið gift í fimmti ár. Tey eru burturstødd. Gullbrúdleyp 29. apríl 2009 hava Solveig og Jens Peter Arge, Tórshavn, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum leygardagin 2. mai kl. 19.00. Um tit ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tit boða okkum frá á tlf. 313173 ella 213171 innan 20. apríl 2009. Brúdleyp 25. apríl 2009 kl. 12 giftast í Betesda, Klaksvík: Elsebeth P. Eyðunsdóttir Jacobsen, Svínoy og Marni Steinberg, Klaksvík. Veitslan verður á hotel Norð kl. 16. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 226916 (Elsebeth) ella tlf. 220061/ 287307 (Marni) innan 31. mars 2009. Prógv Hervør Sabina á Torkilsheyggi, búsitandi í Århus, hevur 2. mars lokið prógv sum teknmálstulkur á KC-Center for Tegnsprog og Tegnstøttet Kommunikation. Dagurin 13. mars. Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) nøvn