Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 13. mars 2009 19 bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com Mortan í Hamrabyrgi umrøður nýggjar bøkur um mat og drekka Góð frukt ...úr Keyps samtøkuni Góð frukt ...úr Keypssamtøkuni Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525 Vælvera Vit standa eisini fyri móttøkum, brúdleypum og líknandi www.Gourmet.fo Toscana 31 11 09 Matur til einhvønn góma KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM Porta Via 32 11 03 Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum Á summarmáladegi 14. apríl hevur landsstýrissamgongan sitið í 200 dagar. Sama dag gevur punkrokk-bólkurin 200 út nýggja fløgu, ið eftir øllum at døma fær heitið Stockholm- syndromið. Herfyri gav for- lagið Lindhardt & Ringhof út kókibóka-røð um 200 tema- uppskriftir. ”200 Fedtfattige Retter” kundi verið ein uppløgd gáva til samgonguna í sínum royndum at slakna fíggjarætlanirnar á almennu stovnunum. ”200 Lækre Kager” kundi so verið gávan til 200-fjepparan. ”200 Pastaretter”, ”200 Nemme Middage” er heitið á hinum 200-kókibókunum. 4 bøkur í alt eru í røðini, ið hava hvør sín høvund. Talan eru um týddar kókibøkur, ið fáast til keyps til sera rímiligan penga. Felags fyri tær er, at tær eru snøgt og greitt uppsettar. Myn- dir eru til allar uppskriftirnar, ið eru líka til at fara í holt við. Talan er um spennandi upp- skriftir, ið saktans kunna bjóða av eina køna kókikonu. Og novican verður væl leidd inn í køks-heimin. Frálík bókarøð til ungdómin, ið flytir heimanifrá og skal royna seg á fyrsta sinni í einum køki. Sjálvt vegleiðingar um rávørur og kókstól, ið eg altíð eftirspyrji er komið við í hesar fittu kókibókur. Og ja, tær liggja væl í hondu- num. 200 Nemme Middage, Jo McAuley, Lindhardt & Ringhof, 240 blaðsíðir, heft, uml. kr. 65 í føroysku bókabúðunum 200 Pastaretter, Maria Ricci, Lindhardt & Ringhof, 240 blaðsíðir, heft, uml. kr. 65 í føroysku bókabúðunum 200 Lækre Kager, Sara Lewis, Lindhardt & Ringhof, 240 blaðsíðir, heft, uml. kr. 65 í føroysku bókabúðunum 200 Fedtfattige Retter, Cara Hobday, Lindhardt & Ringhof, 240 blaðsíðir, heft, uml. kr. 65 í føroysku bókabúðunum P.S. Ein vinmaður, ið er tón- leikaummælari, gav sítt besta skoðsmál til ”200 Nemme Middage”, ið hann testaði eina viku. ”Píkarillurnar, haldi eg fari at keypa hasa bókina”, vóru orðini, tá ið hann smáslevandi handaði hana aftur. 200 uppskriftir